sum tað støðugt var undir í øllum 1. hálvleiki. Føroyska verjuspælið var sera væl skipað, og Odmar Færø var, sum hann hevur verið í bæði landsdystum, og tá ið KÍ hevur verið í Europa, stóri skansin. Fyrstu [...] verja í smáum økjum í verjuspælinum, og tað eydnaðist fyri tað mesta. Tí var tað so harmuligt, at teir eitt korter undan leikloki fingu tilvildarligt brotsspark og skoraðu, sigur René Shaki Joensen í samrøðu [...] samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í Kringvarpinum. Heimamenninir raktu tvær ferðir í træverkið aftanfyri sera trygga Mattias H. Lamhauge í føroyska málinum. Sum seinni hálvleikur leið vóru teir strongdir, og
men hesi tíðindi vil løgreglan ikki vátta. Maðurin royndi í tveimum førum at kvala kvinnuna, sum tó slapp leys báðu ferðirnar, hann royndi at gera hetta. Stutt aftan á kom onkur úr familjuni inn í íbúðina [...] gamal maður er fongslaður fyri drápsroynd móti fyrrverandi unnustu síni í Esbjerg. Hetta skrivar Ugeavisen Esbjerg Sambært løgregluni í býnum skal maðurin hava roynt at kvala 44 ára gomlu kvinnuna við einum [...] løgregluna. Maðurin hevur verið í grundlógaravhoyring, sum varð hildin fyri stongdum hurðum, og her varð varðhaldsfongslaður fram til 9. januar. Løgreglan vil ikki upplýsa meir um í løtuni um tilburðin.
Flogvanlukkan í Milano sunnudagin setti eisini síni spor í Føroyum. Mánadagin bórust tíðindi úr Italia, at ein føroyingur eisini var millum tey 118 fólkini, ið lótu lív í syndarligu flogvanlukkuni. Talan [...] verið starvsfólk hjá norðurlendska flogfelagnum í nøkur ár. Eiler gekk á Handilsskúlanum í Havn, har hann fekk FHS-prógvið. Síðani fór hann á handilsskúla niðri í Danmark, har hann tók prógv á Hægri Handilsskúla [...] plátufelagið Tutl hevur staðið fyri søluni av hesi fløgu í Føroyum. Hóast Eiler Sonni Danielsen var búsitandi í Danmark, so vitjaði hann mangan heima í Føroyum. Friður verið yvir minninum um Eiler Sonna Danielsen
Í seinastu viku skrivaðu vit um Høgna Johannesen, sum tá var staddur í Lahore í Pakistan í sambandi við trúboðaravirksemi. Hann greiddi tá frá, at støðan í landinum var hættislig, og at hann tá ikki visti [...] hann og kona hansara seg í eitt flogfar í Islamabad og hildu leiðina heimaftur. ?Vit høvdu ein fund á skúlanum, har eg undirvísi, og avgerð varð tikin um, at niðurleggja virksemið í eina tíð. Teir flestu [...] seg, sigur Høgni, sum nú er í Keypmannahavn. Tað er ikki beinleiðis orsakað av hóttanini um kríggj móti Afganistan, at Høgni er rýmdur. Hann greiðir frá, at tíðindi gingu í Lahore um, at víðgongdir muslimar
eg av royndum. Sjálvur var eg í starvsvenjing í sjónvarpinum frá 1996 til 1998, har eg eitt nú gjørdi tíðindi og mentanarsendingar. Eg hevði ikki verið í sjónvarpinum í meira enn 2-3 vikur, so visti [...] visti hvør einasti av øllum teimum, eg hitti, at eg arbeiddi í sjónvarpinum. Tá eg í 2004 aftur var í sjónvarpinum og hevði arbeitt har í 15 mánaðir, kundu fólk framvegis spyrja, hvat eg nú gjørdi, tí tey [...] sum rakk út í hvønn krók í landinum samstundis við somu tíðindum borin fram soleiðis, sum útvarpsmaðurin valdi at bera tey fram. Hetta gav útvarpsfólkum eina nærum óhoyrt sterka støðu í samfelagnum.
Tíðindi bórust í morgun, at Covid-19, sjúkuvarianturin av coronavirus, var staðfestur á einum hotelli á Tenerife. Danska ferðaskrivstovan TUI hevur sambært donskum miðlum boðað frá, at tvey donsk ferðafólk [...] ferðafólk vóru á hotellinum, sum eisini er sett í sóttarhald. Á Tenerife er eisini ein føroysk familja, sum eins og donsku ferðafólkini høvdu keypt ferðina gjøgnum ferðaskrivstovuna TUI. Familjan, sum ikki [...] myndugleikunum. – Vit eru á einum øðrum hotelli, so vit hava ikki merkt nakað til hatta, hóast vit eru í sama øki, sigur tey. – Og vit hava heldur ikki frætt nakað, hvørki frá myndugleikunum ella frá TUI,
úrslit v.m. Í sambandi við forkanningina hava umboð frá Hagstovu Føroya vitjað Hagstofu Íslands og Danmarks Statistik fyri at leita sær vitan. Í Danmark hava tey ment GMN-hagtøl í næstan 30 ár og í Íslandi [...] liðug í september. Treytað av, at Landsstýrið gevur grønt ljós til at halda fram, verður næsta stig at sniðgeva spurnabløð og innsavningarskipan. Síðan verður vónandi farið undir innsavningina í 2023. [...] sum vilja luttaka í evropiskum granskingarverkætlanum. Eitt annað – og kanska týdningarmeiri – er tørvurin hjá okkum sjálvum á einum nøktandi avgerðargrundarlagi, tá ið umræður GMN í Føroyum. Fyri at kunna
tað er ov dýrt. Stuðulstiltøk muna Kanningin er gjørd í tveimum umførum: fyrst í 2019 og síðan í november 2023. Ein greið broyting er farin fram í hugburðinum hjá fólki til eitt nú møguleikan at skifta [...] hitapumpum í føroysku húsarhaldunum er munandi økt í hesum tíðarskeiðnum. Ein av orsøkunum tykist vera, at í hesum tíðarskeiðnum hava ymisk stuðulstiltøk verið í gildi, eitt nú avsláttur í elprísinum og [...] og mvg-frítøka av elbilum og hitapumpum. Kanningin vísir eisini, at ársinntøkan í 44 prosentum av húsarhaldunum, sum hava lagt um til hitapumpu, liggur yvir 1 millión krónur.
tað tekur 7-10 dagar í antibiotika viðgerð, so er sjúkan lekt. Heimaroynd til ung í Danmark Í Danmark hava tey tikið trupulleikan við klamydia í størsta álvara og hava koyrt kampanjur í fjølmiðlum fyri at [...] lesa, at tey í flestu støðum hava innført ein urintest til menn, sum er nógv lættari enn tann gamla mátin, har vatpinnur bleiv førdur inn í urinrørið. Um hesin royndarmátin ikki er innfødur í Føroyum enn [...] hava eisini gjørt kanning í nøkrum økjum í Danmark, har ung millum 18 og 22 ár hava fingið heimaroynd fyri at vita, um tey hava klamydia. Heimaroyndin gekk út uppá at pissa í eitt glas, sum síðan bleiv
ikki. Í dag roynir sama felag, sum tá legði alt í eina kurv og fekk tað tá "besta" loyvið í "Gullhorninum" at finna heilt onnur umráði á landgrunninum at bora í. So skjótt kunnu tingini broytast í oljuleiting [...] olja nú er staðfest í bretskum øki. Tí tað var nettup út frá staðfestum oljufundum í bretskum øki har suðuri, at oljufeløgini mettu møguleikan fyri at gera fund í liknandi jarðfrøði í føroyskum øki, at vera [...] Oddagrein Tað vóru kærkomin tíðindi, sum vórðu almannakunngjørd í farnu viku, tá stóra amerikanska oljufelagið ChevronTexaco, boðaði frá einum stórum oljufundi skamt frá føroyska markinum, í bretskum øki. Hóast