Oddagrein
Tað vóru kærkomin tíðindi, sum vórðu almannakunngjørd í farnu viku, tá stóra amerikanska oljufelagið ChevronTexaco, boðaði frá einum stórum oljufundi skamt frá føroyska markinum, í bretskum øki. Hóast óváttað tíðindi hava gingið um hetta oljufundið, so var gott at fáa hetta staðfest. Tí hetta gevur okkum vónir um, at møguleikar at finna olju her hjá okkum eru til steðar. Tað kemur eisini sera væl við, júst nú tá okkara myndugleikar eru farnir undir at viðgera umsóknirnar til oljuleiting í 2. útbjóðing. Ein kann sjálvandi siga, at tað hevði nú verið betri, um upplýst hevði verið um hetta fundið, áðrenn útbjóðingin lat aftur. Tí so hevði verið hugsandi, at kanska uppaftur fleiri feløg høvdu verið við.
Men tað er so farið. Lat okkum heldur fegnast um, at eitt stórt fund er gjørt so tætt upp at okkara egna landgrunni. Og hvør veit, kanska er her talan um eina keldu, sum gongur inn á føroyskt øki. Undirgrundin kennir jú ikki til politisk mørk. Um so er, og tað fæst at vita næsta ár ella árið eftir, tá nakrir avmarkingarbrunnar eru boraðir, so kann man siga, at føroyska oljuøldin í veruleikanum byrjaði, tá ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV boraðu niður á 3600 metra dýpri 9 fjóðringar frá føroyska landgrunninum í august mánað 2004 og raktu við olju og gass. Spurningurin er so bara, hvussu langt vestureftir henda kelda røkkur.
Tað er tó rætt ikki at selja skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Tvs. at vit mugu vera varin við ikki at gera ov skjótar niðurstøður. Hetta er ein lærdómur, sum vit eiga at læra frá teimum fyrstu fýra brunnunum í 1. útbjóðing. Tá vóru vónirnar, her serstakliga hjá bretska oljufelagnum BP, sera bjartskygdar. Táverandi leitistórin kendi seg rættiliga vísan í, at eitt fund fór at vera gjørt, men so varð ikki. Í dag roynir sama felag, sum tá legði alt í eina kurv og fekk tað tá "besta" loyvið í "Gullhorninum" at finna heilt onnur umráði á landgrunninum at bora í. So skjótt kunnu tingini broytast í oljuleiting.
Sjálvandi kundi verið spurt nú, um ikki sami vandi er til steðar longur norðari, har olja nú er staðfest í bretskum øki. Tí tað var nettup út frá staðfestum oljufundum í bretskum øki har suðuri, at oljufeløgini mettu møguleikan fyri at gera fund í liknandi jarðfrøði í føroyskum øki, at vera góðan. Ein kolvetnisskipan var so staðfest. Men feløgini hava ikki somu vónir til tað økið í dag.
At olja og gass nú verða funnin longur norðuri og heilt upp at markinum og tað í einum øki, sum okkara myndugleikar hava boðið út í 2. útbjóðing, kann vera kærkomið. Ikki minst tí, at somu feløgini, sum hava gjørt fundið í bretskum øki, øll hava boðið uppá teigar beint hinumegin markið. Hóast feløgini hava kunngjørt, at tey hava gjørt eitt fund, so er ikki vist, um tey harvið hava latið út allar upplýsingar. At tey søkja um øki við Føroyar og tað í nánd av nýggjasta oljufundinum, kundi bent á, at tey hava vitan og eina positiva metan av føroyska økinum.
Ein áhugaverd tíð stendur fyri framman. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri góðum tíðindum sum hesum, nú tað vísir seg at ganga niður á bakka á so mongum økjum. Eitt fund sum hetta ? hóast tað enn ikki er fullgreitt, um talan verður um eina framtíðar framleiðslu, fær altjóða oljuheimin at seta ljóskastaran á aftur hetta økið.
Sosialurin