Føroysk klamydia hagtøl finnast

Eg hoyrdi áhugaverda ungdómssending í Útvarpi Føroya hósdagin 8. mai, har tey ungu og heilsusystirin Bjørghild Djurhuus tosaðu um kynssjúkur. Tey meintu, at tað ikki finnast føroysk hagtøl fyri kynssjúkuna klamydia, men tað gera tað, og tí skrivi eg hetta lesarabrævið. Burtursæð fra tí, so skulu tit hava rós fyri at taka slík álvarsom evni upp í ungdómssendingini

Heilsulýsing Landslæknans

Landslæknin savnar hvørt ár heilsuhagtøl úr Føroyum og gevur tey út í árligu heilsulýsingunum. Heilsulýsingarnar eru skrivaðar á donskum, av tí at Landslæknastovnurin er danskt málsøki enn, men hagtølini eru føroysk hóast tað. Klamydia hagtølini eru frá Landssjúkrahúsinum og vísa tali av fólkum sum lata seg kanna og tali av teimum sum bera smittuna - bæði í tølum og prosent, sí talvuna.

 

Tey smittaðu eru undir 35 ára gomul

Í heilsulýsingini, sum er at finna á heimasíðuni HYPERLINK "http://www.landslaeknin.fo" www.landslaeknin.fo eru eisini nýggjari tøl frá fyrra helmingi av 2007. Hesi eru býtt upp eftir kyni og aldri (síða 36), og har sæst, at ongin av teimum smittaðu eru yvir 34 ár. Yngsti smittaði persónurin eru tvey pinkubørn - gentur - undir eitt ár. Burtursæð frá pinkubørnunum eru smittaðu persónarnir millum 15 og 34 ár. Landslæknin hevur í 2005 sent tíðindabræv til føroysku fjølmiðlarnar um støðuna í Føroyum viðvíkjandi klamydia, tíðindaskrivið er eisini at finna á heimasíðuni.

 

Barnleys av klamydia

Klamydia kann fáa álvarsamar fylgir fyri fólk sum hava sjúkuna men ikki koma í viðgerð. Hetta er serliga galdandi fyri kvinnur, tí tær kunnu fáa sjúkuna í undirlív ella eggjaleiðararnar og síðan gerast sterilar (lívssørar). Hjá monnum kann klamydia bakterian geva infektión í pungin og um tað hendir, er vandi fyri, at hesir menn gerast sterilir, men um bara annar pungurin verður raktur kunnu menn tó framvegis fáa børn. Vandin er størri hjá kvinnum. Ein barnakona sum er smittað við klamydia kann smitta barnið undir føðingini. Barnið kann so fáa eygnabruna orsakað av klamydia bakteriuni 1-2 vikur seinni. Tað er lætt at viðgerða klamydia, tað tekur 7-10 dagar í antibiotika viðgerð, so er sjúkan lekt.

 

Heimaroynd til ung í Danmark

Í Danmark hava tey tikið trupulleikan við klamydia í størsta álvara og hava koyrt kampanjur í fjølmiðlum fyri at røkka út til serliga tey ungu. Danska Heilsustýrið hevur upprættað eina heimasíðu um klamydia HYPERLINK "http://www.klamydia.dk" www.klamydia.dk har ein kann kunna seg um sjúkueyðkenni, kanning og viðgerð. Har stendur m.a. at lesa, at tey í flestu støðum hava innført ein urintest til menn, sum er nógv lættari enn tann gamla mátin, har vatpinnur bleiv førdur inn í urinrørið. Um hesin royndarmátin ikki er innfødur í Føroyum enn, so átti hann at veri tað sum skjótast. Tey hava eisini gjørt kanning í nøkrum økjum í Danmark, har ung millum 18 og 22 ár hava fingið heimaroynd fyri at vita, um tey hava klamydia. Heimaroyndin gekk út uppá at pissa í eitt glas, sum síðan bleiv sent við posti til royndarstovu. Áðrenn ein vika var farin, skuldi tann ungi persónurin so fáa svar frá sínum egna kommunulækna. Eg haldi, at hetta kundi veri vert at roynt í Føroyum eisini.

 

Kunning um klamydia á føroyskum

Á heimasíðuni hjá Apoteksverki Føroya ber til at lesa á føroyskum um sjúkueyðkenni og annað viðvíkjandi klamydia, sí HYPERLINK "http://www.apotek.fo" www.apotek.fo og skriva orðið klamydia í leitaran ovast høgrumegin ella leita undir “Tíðindi”. Fyribyrgingarráðið sum nú eitur Fólkaheilsuráðið hevur kunning um klamydia á heimasíðuni HYPERLINK "http://www.folkaheilsa.fo" www.folkaheilsa.fo, leita undir leinkjuni “Tíðinidasavn”. Eg hevði tó ringt við at finna fram til hesa kunning á heimasíðuni, eg fann tað við at “googla”. Fólkaheilsuráðið ger eitt stórt arbeiði við at upplýsa um ymisk heilsuviðurskifti, men kynssjúkur eru ikki raðfestar enn. Á heimasíðuni upplýsa tey, at evnini sum serligur dentur verður lagdur á eru: “Tubbak”, “Matur og rørsla” og “Rúsevni og rúsdrekka”. Vónandi verða eisini kynssjúkurnar raðfestar í nærmastu framtíð. Gott hevði verið við kunnandi faldarum, sum heilsusystrar, læknar og onnur kundu givið ungdóminum.

 

 

 

Talva: Tal av klamydia royndum í Føroyum 1997-2006.

 

Ár

Tal av royndum

Positivar royndir

Positivar royndir í %

2006

1108

112

10,1

2005

1068

111

10,4

2004

988

146

14,8

2003

603

87

14,4

2002

724

80

11,0

2001

589

74

12,6

2000

503

36

7,2

1999

513

43

8,2

1998

428

32

7,6

1997

389

20

5,1

Kelda: Heilsulýsing Landslæknans 2006, sí HYPERLINK "http://www.landslaeknin.fo" www.landslaeknin.fo