Flogvanlukkan í Milano sunnudagin setti eisini síni spor í Føroyum. Mánadagin bórust tíðindi úr Italia, at ein føroyingur eisini var millum tey 118 fólkini, ið lótu lív í syndarligu flogvanlukkuni. Talan er um havnarmannin Eiler Sonna Danielsen.
Eiler Sonni Danielsen arbeiddi sum flogterna hjá SAS, og hann var til arbeiðis henda lagnutunga dagin.
Eiler Sonni búði við familjuni í Føroyum inntil einaferð fyrst í nítiárunum, tá hann saman við familjuni flutti til Danmarkar at búgva.
Foreldrini hjá Eiler eita Bjarni og Sofía Danielsen, og hann átti eisini ein systir, ið æt Beinta. Familjan býr í Strib á Fyn. Eiler búði í Keypmannahavn, men hann hevði júst keypt hús á Lollandi. Hann var ógiftur.
Lærdi hjá Maersk
Eiler Sonni Danielsen lærdi sum flogterna hjá Maersk Air, men stutt eftir lokna lærutíð fór hann til SAS at arbeiða. Hann hevur verið starvsfólk hjá norðurlendska flogfelagnum í nøkur ár.
Eiler gekk á Handilsskúlanum í Havn, har hann fekk FHS-prógvið. Síðani fór hann á handilsskúla niðri í Danmark, har hann tók prógv á Hægri Handilsskúla.
Eiler Sonni Danielsen var eisini virkin tónleikari. Fyri einum líltum ári síðani gav hann eina fløgu út við tíggju løgum. Tað var serliga country-tónleikur, sum hann fekst mest við. Fløgan nevnist ?Sonni?, og plátufelagið Tutl hevur staðið fyri søluni av hesi fløgu í Føroyum.
Hóast Eiler Sonni Danielsen var búsitandi í Danmark, so vitjaði hann mangan heima í Føroyum. Friður verið yvir minninum um Eiler Sonna Danielsen.