Fyrst er at gleðast um, at vit í hesum samgonguskeiðinum hava longt barsilstíðina til 52 vikur - tað er sera gott fyri familjuna. Tað hevur sera stóran týdning fyri barnafamiljurnar, at barsilsskipanin [...] n verður meira fleksibul, soleiðis at fólk sjálvi kunnu leggja barsilstíðina til rættis. Loftið hækkast til 27.000 kr. Loftið á barsilsgjaldinum skal hækkast úr 25.000 kr. til 27.000 kr beinanvegin, og [...] gerast, tá talan er um meira enn eitt barn, eitt nú tvíburðar. Tá er veruliga brúk fyri, at bæði kunnu fara í barsil í senn tað fyrstu tíðina. Tá er gott við fleksiblari skipan, sum tekur hædd fyri tí
eru fleiri ting, ið eg haldi, at land og kommuna eiga at gera betur. Tað er alt avgerandi, at vit í hesum tíðum hava fokus á at gera tað lættari hjá okkara ungu at seta búgv, trygt hjá familjuni at liva og [...] og virka í samfelagnum, og tryggja okkara gomlu eitt gott og innihaldsríkt lív. Fyri at náa hesum málum er tað umráðandi, at vit hava fíggjarligt skilvísi, og at vit gera langtíðar ætlanir við framtíðini [...] barnabørn. Tað er okkara ábyrgd og skylda at fara væl um okkara umhvørvi, tilfeingi og samfelag, so vit kunnu lata tað víðari, ið vit hava fingið í arv, í betri standi enn áðrenn vit fingu tað litið upp í hendur
sigur hann. – Áhugavert er at vita, um hann tilvitað er komin fram við hesum upplýsingum, vitandi um, at teir ikki eru í ordan. Tað kunnu vit pástanda, at hann hevur gjørt tilvitað, tá aðrir upplýsingar fyriliggja [...] sagt alment. – Men fyri tað er tað álvarsamt. Tí hetta er alt annað enn álitisvekjandi, tí hvussu kunnu vit taka tað í álvara, sum landsstýrismaðurin sigur? Og um hann eisini hevur logið fyri Løgtinginum
familjum í hesum ørindum er hetta langt frá gott nokk. Tað, sum hesar familjurnar hava brúk fyri, eru hølir og viðurskiftir sum minna so nógv um eitt vanligt heim sum til ber. Eitt heim, har børnini kunnu spæla [...] minst: tíðarhóskandi. Onkuntíð er bara tann eina familjan har norðuri, onkuntíð 2 og 3 ísenn. Tey kunnu saktans búgva saman, bara fleiri kømur eru í húsunum. Nú jólini nærkast Komandi vikurnar eru familjur [...] Tey hava ongan verðins kjans at gera sær tað hugnaligt, tí umstøðurnar nú eru ikki til tað. Hesi kunnu heldur ikki velja at fara heim til familju og vinir at halda jólini, tí fjarstøðan er ov long. Ogor
førleikar og útbúgvingar. Vit skulu hava eina smidligari skipan fyri at fáa greiðu á, hvussu tilflytarar kunnu brúka teirra útbúgvingar í nýggja heimlandinum. Vit skulu taka væl ímóti børnunum úr fremmandum londum [...] atkomu fyri tilflytarar til samfelagið, so at tey fáa javnbjóðis atgongd til teirra nýggja heimland. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir løgtingsvalið 8. desember. X við Javnaðarflokkin X við
út i Hest má økjast, so tey hava møguleika at sleppa til arbeiðis og heim eftir arbeiðstíð, annars kunnu familjur ikki búgva har. Fyri at nøkta neyðuga tørvin, hava tey brúk fyri at fáa 5 túrar dagliga, [...] fólk í løtuni, men eini 150 fólk eru nær tilknýtt at oynni, og brúka farleiðina regluliga. Fleiri av hesum vilja búgva styttri ella longri partar av árinum í Hesti, tá nøktandi ferðasamband aftur verður til
eftir tørvi, men at gjøldini verða ásett eftir nøkrum objektivum kriterium, sum bæði vinna og land kunnu fyrihalda seg til. Misskiljing 2: “Alifyritøkurnar í Føroyum hava seinnu árini brúkt meira pening [...] milliónir bara í Havn síðstu fáu árini, men yvirskotini hjá hesi vinnu hava tó ikki verið nær námind hesum hundraðtals milliónum. Tí er hetta ein virðisleys, onkisigandi og villeiðandi útsøgn. Misskiljing [...] sum rinda húsaleigu. Hava fyritøkurnar í alivinnuni tørv á meiri fígging til at gera íløgur, so kunnu tær gera sum allar aðrar fyritøkur: Taka lán ella fremja eina kapitalhækking. Tá tað er sagt, hevur
fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum næstu tvey árini. To [...] og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Føroyabanka. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri. Toskur á Landgrunninum Hýsa
Soleiðis kunnu vit tryggja eina rímiliga húsaleigu, sum ikki fer beint til privatar útleigarar. Skulu vit gera nakað munagott, hava vit tørv á fleiri almannagagnligum bústaðarfeløgum í Føroyum, sum kunnu virka [...] royndir í londunum rundan um okkum, og tí er ikki neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum. Tá kunnu fleiri aktørar, landið, kommunur, sjálvsognarfeløg og privat, bjóða seg fram at byggja almannagagnligar [...] virka samstundis og saman loysa uppgávuna. Bústaðir er eitt av hesum feløgum, og skal sjálvandi styrkjast til at lyfta uppgávuna. Men Bústaðir kann ikki standa einsamalt við uppgávuni. Rógvi Nybo Tjóðveldi
serligan tørv. Hesi kunnu hava torført við at megna vanliga skúlatilboðið. Tí skulu vit hava fleiri serflokkar og sálarfrøðing í skúlanum, so at øll kunnu rúmast, og avbjóðingarnar, ið eru, kunnu loftast fyrr [...] Trøðni skal styrkjast. Hetta so at øll kunnu fáa eitt tilboð, ið svarar til teirra tørv, so at skúlin verður eitt trygt, rúmligt og mennandi stað fyri øll. Hesum ynski eg at arbeiða fyri. Eyðgunn Samuelsen