Heimligt miðlarúm til føroysk børn

Kringvarpið vil geva føroyskum børnum lætta atgongd til móðurmálið á talgildum pallum og kunnu spegla sær í heimligari mentan og viðurskiftum

Vit eitur nýggj app hjá Kringvarpi Føroya. Talan er um app við føroyskum framleiddum tilfari ella tilfari við føroyskari talu og er stílað børnum.

 

Við nýggju appini er heimurin víðopin til alt sjónvarpað barnatilfar hjá Kringvarpi Føroya.

 

Barnaredaktiónin á stovninum fegnast.

 

– Hesum degi hava vit bíðað leingi eftir. Hetta er eitt risastórt framstig og vónandi bara tað fyrsta stigið á leiðini at gera alt barnatilfar á føroyskum meiri atkomuligt, siga starvsfólkini á barnaredaktiónini, Elin á Rógvi, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.

 

Á appini ber til at finna allar barnasendingar í sjónvarpinum, sum Kringvarp Føroya eigur ella hevur rættindi til at leggja á netið. Millum føroyskt framleiddu røðirnar kunnu nevnast Sakin, Látiløtan og Angela og Hannibal, bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni. Grísa Peppa og heimurin hjá Astrid Lindgren eru millum væl umtóktu útlendsku framleiðslurnar við føroyskari talu. Annars er tilfarið á appini bæði nógv og fjølbroytt. Eitt nú teknirøðir, djórarøðir, spurnarkappingar, sangir og mangt annað.

 

– Okkara uppgáva er at skapa eitt miðlarúm, har føroysk børn kenna seg aftur í tí heimliga, og føroyskt er samleikin og málið. Nýggja appin er avgjørt eitt stig á teirri røttu kósini, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.

 

Longi grein um Vit appina kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.