Tað er felags niðurstøðan á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag.
Seinnu árini hava vit sæð eina ógvuliga positiva gongd við umskiftinum til varandi orkukeldur, bæði í bústøðum og vinnubygningum. Og framhaldandi hava kommunurnar úr at gera við at geva loyvi til nýggjar boringar.
- Tó er ein álvarsom baksíða av hesi gongd.
Kommunufelagið vísir á, at summar kommunur hava spurt seg fyri hjá myndugleikunum, men eftir øllum at døma er ógreitt, hvat hetta støvið inniheldur. Ábyrgdin fyri boristøvi og dálking má staðfestast, og felags krøv eiga at verða til allar jarðhitaboringar. Annars er vandi fyri, at alsamt fleiri kommunur fara at steðga jarðhitaboringum., samstundis sum tær kunnu føra til, at ovurstórar íløgur í kloakkskipanir fara fyri bakka.
- Kommunurnar kunnu ikki bara lata standa til, tí mangt bendir á, at boristøv leggur seg varandi í áir og vøtn. Somuleiðis hevur tilfarið lyndi til at leggja seg sum betong í kommunalu kloakkskipanirnar.
Eingin veit, hvør hevur ábyrgdina av hesum, og fyrr ella seinni endar rokningin í kommunukassanum.
- Seinastu tíðina hava fleiri kommunur tí sett steðg fyri at skriva út nýggj loyvi. At kommunurnar eru komnar í hesa støðu er sera óheppið fyri teir borgarar, sum hava loyvi fyri neyðini.
Og tað er sjálvsagt ikki ein haldgóð støða.
- Vit tóku tí málið til umrøðu á stýrisfundi í dag. Eitt samt stýri heitir tí við hesum á landsstýrið og viðkomandi myndugleikar um at fáa skil á hesum øki.
Kommunufelagið hevur ynski um, at kommunurnar kunnu seta felags krøv um hesar boringar.
- Hetta er eisini besta loysnin fyri bæði umhvørvið, borgarar, veitarar, tryggingar og aðrar aktørar. Men vit hava tørv á, at landið er við í hesum arbeiði – bæði viðvíkjandi fakligu viðurskiftunum og fyri at útgreina, hvørjar heimildir og skyldur ávikavist land og kommunur hava.
Stýrið heitir tí á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um alt fyri eitt at skipa so fyri, at gongd verður sett á arbeiðið at fáa skil á hesum økinum.
- Luturin hjá kommununum skal ikki liggja eftir í hesum sambandi, sigur felagið.
Stýrið viðgjørdi eisini onnur mál á fundinum í dag. Millum annað varð gjørt av at heita á landsstýrið um at leggja ætlaða brekumboðið undir Løgtingsins umboðsmann heldur enn at stovna ein nýggjan og lítlan almennan stovn.
- Tær uppgávur, sum ikki kunnu leggjast til umboðsmannin, kunnu land og kommunur lyfta í felag í styrktum samstarvi við aðrar áhugapartar.
Stýrið gjørdi eisini av at velja Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestamanna kommunu, sum umboð í Demokratia. Borgarstjórin í Fámjins kommunu, Jóannis Lisberg, tók við vali sum varaumboð.