39 námsfrøðingar aftrat

Tørvurin á námsfrøðingum í Føroyum er sera stórur, og júst nú eru 39 komin í útbúna hópin aftrat.

Avbera stórur gravgangur er eftir útbúnum námsfrøðingum, og á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava tey av hesum sama úr at gera við at fyrireika tvífaldaða upptøku á hesi útbúgvingini næsta lestrarár.

 

Tí er tað so gleðiligt, at vit júst nú hava fingið ikki færri enn 39 nýggjar námsfrøðingar, sum við góðari fakligari barlast kunnu geva sítt íkast til námsfrøðiøki.

 

Útbúgvingin, sum tekur fýra ár, hevur givið teimum førleika at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og vaksnum.   

 

Tann 23. juni verður stóra árliga prógvhandanin hjá Fróðskaparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum, tá vit fagna øllum teimum, sum hava fingið Setursprógv hetta seinasta árið, skrivar setur.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.