Ítróttasamband Føroya hevur sett Lindu Klein í starv sum samskipara til Føroyaleikir 2024. Linda Klein er 28 ára gomul, ættað úr havn og varð í januar 2023 útbúgvin innan Sport Management á UCN í Aalborg, boðar ÍSF frá.
Afturat hesum starvinum, loysir Linda Klein aðrar uppgávur fyri ÍSF. Hon hevur altíð verið virkin innan ymiskan ítrótt og dámar væl umhvørvið.
- Eg trívist væl í einum livandi umhvørvi har uppgávur og fólk eru ymisk. Eg havi sagt ja til hesa uppgávuna, tí ítróttaumhvørvið gevur meir enn tað krevur – alt ber til og øll kunnu vera við, sigur Linda Klein.
Hon byrjaði í starvinum 1 apríl 2023.












