sjúkuna CTD, tí hon er so vandamikil, men løtt at staðfesta, viðgera og at liva við. Men hon roknar samstundis við, at um vaksin fólk hava CTD, so hava tey helst onkur sjúkueyðkenni, so sum manglandi orku [...] tað var hetta Olivia doyði av, so var tað ein lætti at fáa tað staðfest. Vit høvdu kanska hug at brigsla heilsuverkinum, tí vit onga frágreiðing fingu. Men nú funnu vit so deyðsorsøkina, sigur Miriann Dam [...] við at skriva greinir í vísundaligum tíðarritum. Tað vísir seg, at føroyingar eru nógv oftari berarar av CTD, enn fólk í øðrum londum. Roknað verður við at ein av hvørjum 18 føroyingum eru berarar. Hetta
eina møttøku, sum sømdi seg einum nýggjum skipið, táið hann stevndi flaggskrýddur inn á fjørðin. Nógv fólk varð komið saman á bryggjuni og hóast illfýsið veður, møtir hornorkestrið trúliga upp tá ið merkisdagar [...] eitt sindur størri, nýggj verksmiðja er sett í og stýrhúsið er nýtt. Ella stutt sagt, so er alt gjørt av nýggjum, so tað er bara skrokkurin eftir av upprunaliga skipinum. Motorurin er 525 hestar og hann [...] Ein orsøk til, at arbeiðið í Litava tók so langa tíð, er at hesa tíðina eru stórar broytingar hendar. - Teir komu upp í ES og tað hevur ført við sær, at nógv arbeiðsmegi er flutt av landinum til Vesturevropa
sambandið. Liviligari hevur hann ikki gjørt tað í Føroyum. Tá so lítið og einki fekst fyri fiskin hvar skuldi so pengarnir koma frá. Eg kendi nógv, sum høvdu havt við skip at gera, sum blivu fláaði inn á skinnið [...] húsvill, eg visti eisini um børn, sum gingu grátandi svong. Tá so fólk blivu rakt av tuberklum, sá svart út. Okkara kendi málari S. J. Mikines bleiv so rørdur av øllum sum doyðu, at hann tók pensilin í hond og [...] síggja, hvussu nógv teir vildu av við til føroyingar, soleiðis minnist eg hetta. Eg minnist eisini, tá tað hoyrdist at danski statsministarin Stauning skuldi koma til Føroyar, hvussu fólk tosaðu og settu
ein treyt fyri nýbrotum og tí, at tá avkastið eina ferð kemur, so er tað vanliga nógv, nógv størri enn samlaða íløgan. Finnar satsa nógv í samband við gransking, og verður mett, at ein triðingur av játtanini [...] vera millum størstu brøgd, nakað fólk hevur útint, tað at føroyska mentanin framvegis er so livandi og blómandi sum hon er ídag. Hugsa vit um umstøður og livilíkindi, so átti føroyska mentanin, málið, siðsøgan [...] ar, sum hava havt ans fyri at stuðla undir mentunarliga virksemið, kommunurnar hava so avgjørt kent sína ábyrgd ó so máta. Og kunnu vit siga, at Tórshavnar kommuna í mong, mong ár hevur verið ein fyrimynd
verið so lætt, men eg eri ógvuliga glað fyri lívið og heilsuna, og mær dámar væl at arbeiða. Hon sigur, at nú hon er pensjónerað, er ikki neyðugt hjá sær at dríva so nógv á. - Nú havi eg verið so forkølað [...] byrjaði Alma so at seyma: - Eg vil siga, at tað vóru foreldur míni, sum koyrdu meg út at læra at seyma, meðan eg enn var blaðung. Mamman helt, at ein genta, sum dugdi at seyma, kundi so nógv í einum húsarhaldi [...] forkølað í longri tíð, og eg havi heldur ikki havt so nógv inni, men eg seymi at kalla hvønn dag. Tá ið mest hevur verið at gera, havi eg havt onkran at hjálpa mær, men fyri tað mesta havi eg verið einsamøll
skuldu spæla, og í salinum í Norðurlandahúsinum vóru tøl sett á setrini, so fólk kundu sessast í friði og náðum, krossa beinini og so leggja oyru til harðan rocktónleik. Undirtøkan fyri tiltakinum var góð [...] spældu á Prix Føroyar finaluni. Tað er ikki ofta, at so harður tónleikur finnur vegin til finaluna, men Hatespeech hevði eitthvørt, sum hugtók fólk tá í tíðini. Og hóast bólkurin hesaferð hevði gjørt sær [...] dagar frammanundan hevði latið nýggja fløgu úr hondum. Teir vóru ikki nógv broyttir síðani seinast, og tónleikurin hjá teimum er ikki nógv øðrvísi enn hann, sum bólkar plagdu at spæla í sjeyti og áttatiárunum
eru øll stór og til nógv arbeiðsfólk. Flestu teirra trívast væl har. Men ikki øll. Av ymiskum orsøkum. Summi teirra egna seg ikki har. Onnur klára ikki at vera ímillum so nógv fólk, ella befinna seg ikki [...] størsti bústovnurin er Eirargarður, har á leið 20 fólk búgva. Umframt eru 5 smærri bústovnar við frá 4 fólkum uppí 8 fólk. Sostatt búgva umleið 45 - 50 fólk undir bústovnaforminum enn. Tað serliga við hesum [...] yvirfladiskt, so ljóðar alt hetta samanumtikið kanska ikki so galið, og tað er tað á ein hátt heldur ikki. Fleiri teirra hava jú rættiliga góðar umstøður. Men verður hugt eitt sindur nærri ella djypri, so eru fleiri
Taka føroyingar undir við fullveldinum, so kann man siga, at vit eru eitt rímiliga stolt fólk, ið vil standa á egnum beinum. Vraka vit harafturímóti fullveldi, ja so kann man siga um okkum, at vit hoyra til [...] til, fyri at fólk trivust og mentu bygdina. Ódámligt um man ikki tímir Men hetta er sjálvandi heilaspuni. Vera vit kortini eina løtu aftrat stødd í hesum heilaspunanum, hvat hevði man so svara tí skarpleidda [...] sangkórið Ljómur. Hóast hóttafall, so megnar menniskjansligi andin at hevja seg nakrar tummar uppfrá klettinum. Eitt annað svar gav fyritøkan Sirri, ið framleiðir nakað so sjáldsamt sum nýmótans pløgg úr
arbeitt leygardag eisini, so arbeiðavikan er seks dagar. - Tað kemst av, at tað er so nógvur laksur at taka í løtuni, og tí dríva vit á at taka, sigur Jóhann Mørkøre. Tað eru eini 40 fólk knýtt at Faroe Salmon [...] arbeiða eini 30-35 fólk á virkinum. Til brunnbátin hoyra fýra mans, sum arbeiða í tveimum vaktum, tveir mans á hvørjari, og teir sigla so eina viku í part, sigur Jóhann Mørkøre. So at siga øll arbeiðsfólkini [...] hóraði hetta virkið ikki undan, og so keypti Bakkafrost virkið. Hetta var í 2006. Bakkafrost er sjálvbjargið í so at siga øllum økjum. Teir eiga alibrúk, kryvjivirki og so eiga teir eisini eitt kassavirki
at taka íløgustuðulin av, hóast tað fer at føra til, at nógv av teimum nýggjaru skipunum fara á húsagang við álvarsligum avleiðingum fyri nógv fólk, sum missa arbeiðið, báði sjómenn, og fiskafólk á landi [...] ikki so heitur fyri at siga ov nógv um málið nú, meðan tað er til politiska viðgerð. Men hann sigur, at hansara sjónarmið um stuðul er alment kend. Stuðul er av tí ringa, og tað hevur verið nógv óskil [...] at henda. Og hann heldur, at tann politiska viðgerðin skal fáa frið. Sjálvur er Óli Jacobsen ikki so nógv uppi í politisku viðgerðini, tí hann hevur farloyvi frá tingarbeiðnum. Men farloyvið hevur onki at