Nýtt gamalt skip
- Nú eru allir møguleikar fyri at hetta verður eitt av teimum góðu skipunum í flotanum.
Hetta var niðurstøðan hjá Marner Lisberg, eftir at hann hevði verið runt á Hoyvíkingi og hugt.
Hoyvíkingur hevur verið burtur í næstan eitt heilt ár, har hann er umvældur í botn og gjørdur av nýggjum.
So hóast pappírini siga, at skipið er 46 ára gamal, var í veruleikanum talan um eitt spildurnýtt skip, sum flaggskrýtt stevndi inn eftir Trongisvágsfirði seinnapartin í gjár.
Og hann fekk eisini eina møttøku, sum sømdi seg einum nýggjum skipið, táið hann stevndi flaggskrýddur inn á fjørðin. Nógv fólk varð komið saman á bryggjuni og hóast illfýsið veður, møtir hornorkestrið trúliga upp tá ið merkisdagar eru
Alt spildurnýtt
Tað er nú meiri enn eitt ár síðani, at Hoyvíkingur varð sendur til Litava til umvælingar og har varð hann tikin í botn.
- Nú er tað bara sjálvur skrokkurin sum er eftir av upprunaliga skipinum. Alt hitt er nýtt, sigur Marner Lisberg, reiðari.
Men hann sigur, at hetta var eitt neyðugt stig at taka.
- Hoyvíkingur varð bygdur í 1960 og umstøðurnar umborð vóru ikki av slíkum slagi, sum vit kunnu bjóða eini skipsmanning nú á døgum, sigur hann.
Hann nevnir sum dømi, at tað var bara eitt wc og ein brúsa umborð til alla manningina og slíkar umstøður ber ikkii til at bjóða fólki.
Hann sigur, at kappingin um sjófólkið er stór og skal eitt skip standa seg í kappingini og fáa fólk, er tað neyðugt at manningin hevur góðar umstøður umborð.
Og Marner Lisberg sigur, at tað hevur manningin fingið nú.
Hann sigur, at hesa tíðina, Hóyvíkingur hevur verið í Litava, er allur yvirbygningurin skorin omanav.
Bæði hekkan og síðurnar eru lagdar út og tað hevur gjørt skipið eitt sindur størri. Nýggjur motur er settur í hann og øll manningarrúmini eru nýggj og manningin hevur fingið fleiri wc. Lastin er gjørd eitt sindur størri, nýggj verksmiðja er sett í og stýrhúsið er nýtt. Ella stutt sagt, so er alt gjørt av nýggjum, so tað er bara skrokkurin eftir av upprunaliga skipinum.
Motorurin er 525 hestar og hann lastar 1000 kassar.
Tað vera 14 mans við skipinum.
- Samstundis er skrokkurin kannaður og hann er eisini í sera góðum standi og er sum nýggjur.
Alt hetta ger, at Hoyvíkingur er í dag klassaður sum eitt nýtt skip, sigur reiðarin, og hann heldur, at teir hava fingið nógv fyri íløguna.
Allir møguleikar til staðar
Hann sigur, at nú hevur Hoyvíkingur eisini allar møguleikar fyri at vera eitt av teimum góðu skipunum í flotanum.
- Vit seta stórar vónir til skipið nú og verður fiskarí og prísir eftir vild, skuldi hann havt allar møguleikar.
Marner Lisberg sigur, at gongst sum ætlað, fer Hoyvíkingur at fiska fyri eina góða millión um mánaðin og tað heldur hann at øll útlit eru fyri. Men hvar hann fer at avreiða, veldst nógv um prís.
Alt hetta arbeiðið er gjørt í Litava.
Annars heldur hann, at nú talan er um eitt nýtt skip, skuldi útreiðslurnar til røkt minka munandi. Við einum nýggjum motori skuldi oljuútreiðslurnar eisini minka og tað skuldi uppviga ein part av teimum útreiðslum, sum umbyggingin og umvælingin hevur kostað.
- Somuleiðis vísir tað seg ofta, at nýggj skip fiska betri enn gomul skip, so alt í alt eru vónirnar góðar.
Reiðarin sigur, at alt arbeiðið í Litava kostar átta milliónir. Tað er realurin, sum fíggjar, men Suðuroyar Sparikassi hevur fíggjað arbeiðið í byggitíðini.
Hinvegin metir reiðarin, at eitt nýtt skip av hesum slagnum hevði kostað 30 milliónir at bygt, so teir hava í veruleikanum fingið eitt nýtt skip fyri ein góðan fjórðing av tí, sum ein nýbygningur kostar.
Gott tilboð
Men hví fara til Litava at gera eitt slíkt arbeiði?
- Tað gjørdu vit, tí vit fingu eitt sera gott tilboð, sum eg meti var var bíligari enn hetta arbeiði kundi gerast fyri í Føroyum. Tilboðið var so gott, at at vit kundu ikki siga nei.
Annars tók arbeiðið nakað longri enn ætlað. Hann hevur verið burtur í 10 mánaðir og tað hevur sjálvsagt gjørt, at vit hava mist inntøkur.
Annars vísir hann á, at føroyskt skipasmíð er rættiliga kappingarført.
- Tá ið eldur kom í Suðuroying, hevði Tórshavnar Skipasmiðja besta tilboðið og tað arbeiðið varð gjørt bæði skjótt og væl.
Ein orsøk til, at arbeiðið í Litava tók so langa tíð, er at hesa tíðina eru stórar broytingar hendar.
- Teir komu upp í ES og tað hevur ført við sær, at nógv arbeiðsmegi er flutt av landinum til Vesturevropa. Mær er fortalt, at bara úr Klaipeda, har Hoyvíkingur var á Skipasmiðju, eru 2000 hondverkarar fluttur í onnur lond og tað merkist, sigur Marner Lisberg.
Men hóast arbeiðið er gjørt í Litava, er talan um eitt samstarv ímillum fleiri lond, sigur hann.
-Tórshavnar Skipasmiðja hevur projekterað og tekna og tað eru teir komnir sera væl frá. Eitt danskt felag í Litava hevur staðið fyri umbyggingini. FJM hevur gjørt tekningarnar til verksmiðjuna og Tórshavnar Skipasmiðja hevur sett motorin í.
Nakrar vikur afturat
Marner Lisberg sigur, at nú skal egningarútgerð og annað, setast í skipið og at tað fer at ganga ein slakur mánaður til hann fer til fiskiskap.
Eisini skiparin, Jóin Ellingsgaard av Eiði, er væl nøgdur við skipið.
Hetta er nakað heilt annað enn eitt upprunaliga skipið, tí nú eru umstøðurnar munandi batnaðar.
Hann sigur eisini, at hoyvíkingur ber seg rættiliga væl í sjónum.
- Tað einu tíðina høvdu vit nógvan vind inn á síðuna, men tá lá hann púra stillur.
Eisini hann hevur vónir um at skipið fer at fiska væl.
- Men vit kunnu so ikki annað enn royna okkara besta. Meiri kunnu vit ikki gera og so fáa vit at síggja, hvussu gongur, sigur hann.
Annars hevur Hoyvíkingur havt eina umskiftiliga lagnu.
Hann er bygdur í Noregi í 1960 og tað var Johan í Hoyvík, sum bygdi hann. Í 1987 seldi Demmus Nicodemussen hann fyri Páll, sum sakk vestanfyri. Í 1999 keypti so Delta samtakið hann. Tey fyrsti árini hevði hann heimsstað á Sandi, men nú er hann heimahoyrandi á Tvøroyri. Upprunaliga var Hoyvikingur snelluskip, men í 1999, varð hann umbygdur til línuskip.
Saman við Kúrberg, er hetta einasta línuskip, sum er eftir í Suðuroy.
Hoyvíkingur fekk eina móttøku sum eitt nýbygningur, tá ið hann flaggskrýddur stevndi inn á Tvøroyri í gjárkvøldið. Og tað er ikki nógv galið, tí nú er bara sjálvur skrokkurin eftir av tí gamla skipinum










