500 tons ígjøgnum um vikuna

Tað er Bakkafrost, sum eigur kryvjivirkið Faroe Salmon Processing í Klaksvík. Har hava tey havt nógv at gera seinastu tíðina, so nógv, at neyðugt hevur verið í tíðarskeiðum at arbeitt seks dagar um vikuna

Tað er ein drúgv og umfatandi hagreiðing, ið laksurin skal ígjøgnum, áðrenn hann verður sendur av landinum – ella í summum førum út á Bakkafrost í Glyvrum.

Jóhann Mørkøre er dagligur leiðari á Faroe Salmon Processing, og hevur arbeitt nógv ár í laksakryvjing. Virkið í Klaksvík er ógvuliga framkomið og automatiserað.

Fiskurin kemur til virkið í brunnbáti. Í løtuni verður tikið á Borðoyavík, Hvannasund suður og Árnafirði, og brunnbáturin ger tveir túrar um døgnið.

- Brunnbáturin kemur fyrra túrin klokkan hálvgum trý um náttina við umleið 40 tonsum. Allur fiskurin verður koyrdur í ein brunn uttan fyri, har hann gongur livandi, inn til hann veðrur tikin inn á virkið klokkan sjey um morgunin, sigur Jóhann Mørkøre.

- Byrjað verður so at blóðga klokkan hálvgum átta, og sjálv flamleiðslan byrjar so klokkan átta, sigur Jóhann Mørkøre.

Eftir blóðgingina fer laksurin í eitt bløðikar, har hann liggur í einar tíggju minuttir og bløðir út, áðrenn hann fer víðari í eitt kølikar. Har liggur hann so í 20 minuttir, og er nakað eftir av blóði, bløðir hann tað út har.

- Harfrá fer laksurin so í kryvjimaskinuna, har hann verður kruvdur og reinsaður. Síðani fer hann eftir bandi upp til vrakararnar, sum skilja fiskin í tríggjar bólkar, Superior, Ordinare og Secunda. Haðani fer fiskurin í sonevnda »gradaran«, sum skilir hann sundur. Umleið tveir triðingar fara so út á Bakkafrost, har fiskurin verður skorin í portiónir, meðan ein triðingur verður sendur av landinum, sigur Jóhann Mørkøre.

Laksurin til útflutnings verður síðani pakkaður í flamingokassar, ísaður og avskipaður einar tríggjar ferðir um vikuna, meðan tað, sum fer á Bakkafrost, verður koyrt út har dagliga.

 

Arbeiða fast

Jóhann Mørkøre sigur, at meginparturin av laksinum er fyrsta floks, tað, sum verður nevnt Superior.

- Tað eru eini 95% av fiskinum, sum er Superior, so tað er næstan alt. Vit koyra allan Ordinare fiskin út á Bakkafrost til portiónir saman við Secunda fiskinum, sum verður bólkaður í Secunda A og Secunda B, sigur Jóhann Mørkøre.

Tað er sum longu nevnt Bakkafrost, sum eigur kryvjivirkið, og alt, sum verður hagreitt á virkinum er fiskum hjá samtakinum.

- Bakkafrost eigur alibrúk á øllum firðum í Norðoyggjum, og tað er hesin fiskurin, sum verður arbeiddur her á virkinum. Vit hava fyrr kruvt fyri aðrar, men nógv tann størsti parturin kemur frá okkum sjálvum, sigur Jóhann Mørkøre.

Arbeitt veðrur ikki í vaktum á virkinum.

- Vit arbeiða bara dagtímarnar, men vit arbeiða nakað yvirtíð eisini. Tað fara umleið 80 tons ígjøgnum um dagin, kanska eitt sindur meiri viðhvørt. Ofta eru vit liðug klokkan 16, men tað kemur eisini fyri, at vit arbeiða yvir nakrar tímar, sigur Jóhann Mørkøre.

Í løtuni verður arbeitt leygardag eisini, so arbeiðavikan er seks dagar.

- Tað kemst av, at tað er so nógvur laksur at taka í løtuni, og tí dríva vit á at taka, sigur Jóhann Mørkøre.

Tað eru eini 40 fólk knýtt at Faroe Salmon Processing tilsamans, um brunnbáturin verður tikin við.

- Tað arbeiða eini 30-35 fólk á virkinum. Til brunnbátin hoyra fýra mans, sum arbeiða í tveimum vaktum, tveir mans á hvørjari, og teir sigla so eina viku í part, sigur Jóhann Mørkøre.

So at siga øll arbeiðsfólkini eru úr Norðoyggjum, bert onkur einstakur kemur aðrastaðni frá.

 

Framkomið virki

Tað fer rættiliga nógvur fiskur ígjøgnum á kryvjivirkinum í Klaksvík.

- Vit hava arbeitt nú í fleiri vikur 470 til 480 tons um vikuna. Tað hevur viðrað væl, so vit hava tikið ímóti fiski hvønn dag, tað skal jú viðra, annars fáa teir ikki tikið fiskin, sigur Jóhann Mørkøre.

Tað hevur viðrað væl í einar átta vikur, so arbeiði hevur verið á virkinum hvønn dag hesa tíðina.

- Arbeiði er á virkinum so at siga alt árið, men tað er ikki hvørja viku, at arbeitt verður seks dagar um vikuna. Men vit arbeiða nú fast alt árið, sigur Jóhann Mørkøre.

Sjálvt virkið er ógvuliga framkomið, og ein stórur partur verður gjørdur við ymsum maskinum, sum eru teldustýrdar.

- Eg haldi, at virkið er so framkomið, sum tað ber til. Vit hava alla tað nýggjastu útgerðina, sum finst. Vit hava gradarar, kryvjimaskinur, robott, automatiskan viklara. Vit hava mest framkomnu útgerðina, sigur Jóhann Mørkøre.

Robotturin er ein teldustýrdur krani, sum leggur pakkaðu flamingokassarnar á plattar eftir sortering, og umvegis telduna finnur robotturin út av, á hvønn platt hvør kassi skal.

Eisini er ein ísmaskina á virkinum, so teir framleiða sjálvir tann ísin, sum laksurin veðrur ísaður við, áðrenn hann verður avskipaður.

Hetta, at virkið er so automatiserað sum tað er merkir eisini, at tað krevst ein ávís upplæring til fleiri av arbeiðunum.

- Tað ber ikki til at koma beint inn av gøtuni at gera eitthvørt arbeiði her á virkinum. Men nógv av starvsfólkunum hava arbeitt á virkinum í fleiri ár, og hava tí drúgvar royndir, sigur Jóhann Mørkøre.

 

Sjálvbjargnir

Tað var ikki Bakkafrost, sum upprunaliga bygdi virkið. Tað var eitt annað felag sum fór undir hetta virksemið í Klaksvík, men tá alivinnan varð rakt av niðurgongd, hóraði hetta virkið ikki undan, og so keypti Bakkafrost virkið. Hetta var í 2006.

Bakkafrost er sjálvbjargið í so at siga øllum økjum. Teir eiga alibrúk, kryvjivirki og so eiga teir eisini eitt kassavirki, sum framleiðir flamingokassarnar, sum laksurin verður útfluttur í.

- Ja, vit nýta bæði flamingokassar og fiskakør at flyta fisk í. Tað, sum fer til útflutnings verður pakkað í flamingokassar, sum Bakkafrost sjálvt framleiðir, meðan tað, sum fer út á Bakkafrost til portiónir, verður flutt í fiskakørum, sigur Jóhann Mørkøre.

Nógv verður flutt til USA sum flogfrakt, og har verða nýttir serligir flamingokassar, sum eisini verða framleiddir av Bakkafrost.

Tað er sostatt nógvur flutningur, bæði til og frá kryvjivirkinum í Klaksvík. Livandi laksurin kemur gamaní frá brunnbátinum, men harfrá verður alt flutt við trailarum. Bæði tað, sum fer til Bakkafrost og til útflutnings, og tað, sum kemur frá Bakkafrost, nevniliga flamingokassar og kør.

- Har hevur undirsjóvartunnilin ómetaliga stóran týdning. Tá vit skuldu flyta alt um fjørðin, bíðaðu bilarnir javnan í fleiri tímar, og eg ivist í, um tað hevði borið til nú. Nú koyra trailararnir alla tíðina, bæði til og frá okkum, so tað hevði verið ótrúliga trupult, vænti eg, sigur Jóhann Mørkøre.

Hann heldur at framtíðin sær bjørt út hjá alingini í dag.

- Øll, sum hava skil fyri aling eru bjartskygd, so eg síggi bara ljóst upp á framtíðina, eisini hjá okkum her á Faroe Salmon Processing, sigur Jóhann Mørkøre, dagligur leiðari.