reklamuvirkinum liggur í at vera fyrst við tí nýggjasta, at vera fyrst at hugsa tankan, at vera fyrst við hugskotinum og at fáa brúkaran at velja tað virkið kann bjóða. - Fyrst er alt, næst er næstan einki [...] sum borgarstjóra í Havn, og fingu eina kvinnu sum løgmann, og aðrar komu framat. Hví? Tí kassarnir vóru tómir og tí konufólk duga so væl at taka upp. Men tá ið skelkurin var av og vit komu fyri okkum aftur [...] Nolsøe. At vera fyrst Stephansons Hús var fyrsta reklamuvirkið í Føroyum, sum fór undir at arbeiða við internetinum. Og hetta at vera fyrst við nøkrum hevur ein serligan týdning fyri virkið og tað virkið stendur
eru bidnir og grenja ikki so illa sum danir, siga teir tríggir. Heimurin bíðar eftir hesum trimum dreingjum. Sjúrður fer avstað fyrst í januar. Leiðin gongur til Amerika og fjareystur. Samson og Bárður fara [...] Tað er fríggjadagur, og klokkan er farin av trý. Staðið er Maskinskúlin við Oyggjarvegin. Við borðini situr nógv fólk stemningurin er sera góður, skemtisøgurnar flúgva um borið, og tað verður einki sagt [...] maskinmonnum, og um tað var onkur, sum manglaði arbeiði, so var tað bara at ringja, so skuldi hon nokk finna okkurt til teirra. So ikki kann sigast annað enn, at tað er stuttligt at verða útlærdur, og ikki at
eru livandi, leskilig og ofta fylt við dramatiskum metaforum, og einum humori, ið ein og hvør tekniseriumaður ella aspirerandi Óli P onki hevði havt ímóti at havt í viðførinum. Og donsku setningarnir hava [...] liva í roynd og veru enn betur, um vit fáa pengarnar aftur. Tað er ein myta, at her manglar fígging. Men her hava manglað og her mangla framvegis rentablar ætlanir. Og her hevur manglað og her manglar framvegis [...] 96 og 343 mió. kr. í 1997. Nú 98 skjótt fer í kav, dylir bankastjórin ikki fyri, at hann metir, at uppgávun, hann varð settur at loysa í 1993, er loyst. Bankin er bjargaður, og bankin er sunnur. Og soleiðis
Hann var í roynd og veru tann síðsti. Áðrenn hetta høvdu fyrst Ringo og síðan George sagt farvæl við The Beatles, men báðir komu kortini aftur. Í 1969 fór John Lennon so úr The Beatles og kom ongantíð aftur [...] løturnar ikki var førur fyri at úttrykkja, hvat hann helt og føldi. Aftan á eina upptøku minnist eg, at vit stóðu og lenaðu okkum upp móti vegginum, og hugdu út gjøgnum vindeygað yvir Oxford Circus, tá eg sá [...] Hóast hart raktur og skelk-aður, hevur McCartney kortini ongantíð úteftir víst sínar kensl-ur og mangt kundi bent á, at Paul rætt og slætt ikki dugir at takla tilveruna, tá fólk, ið eru honum nær doyggja
tanka. »At hvør letur eftir evni og nýtur eftir tørvi« ber slettis ikki til, sigur Rolf Guttesen. Og so nevnir hann dømir um, at onkur tørvar shampagnu at drekka og at øðrum tørvar summarhús á Mallorca [...] enn »Marx-Engels: Udvalgte Skrifter« og fyri tað næsta hevur landsstýrismaðurin egið heilavirksemi, sum kann leggja afturat ella trekkja frá hugsanum hjá øðrum og til tíðir kanska eisini framleiða onkran [...] fínt, men tær tørvar tað ikki! Tí ber tað væl til at lata eftir evni og at nýta eftir tørvi, men tað ber ikki til at lata eftir evni og at nýta eftir ynski. Spurningurin er tí um ikki maðurin viltist í
royndu og vælkvalifiseraðu fólkum ikki bert hevur sagt ja og amen til VMS. Tað er tiltrongt, at onkur sigur sína hugsan við VMS. Vit hava sæð avgerðirnar seinastu árini. Fyrst var tað SL-stjórin og ikki [...] politisku avhøvdingina av táverandi SL-stjóra. Alt prátið um liberalisering og rakstrarbúskaparligar fortreytir loypir høgt og flott rundanum, hví roknskapurin fyri SL í 96 varð broyttur frá vanligum r [...] ikki átti at verið nýttur í einum stovni sum SL. Hetta veit núverandi SL-stjórin og VMS, so um FA ikki veit av tí, eiga VMS og SL-stjórin at átalast fyri ikki at kunna landsstýrismannin nóg gjølla. HETTA er
landinum. Herfyri vóru havnargentan og fyrrverandi starvsfelagin hjá Elsu, Malan Mikkelsen og vestmenningurin Petur Frank Joensen og vitjaðu Elsu. Tey hava verið og fjakka, og móti endanum av teirri fjakkaraferð [...] orsøk arbeiddi Elsa nógv og savnaði sær harvið pening til at gjalda fyri eitt slíkt uppihald, sum kostar rættuliga fitt av peningi. Elsa fór til Australia fyrst í juli mánaða, og tað var ætlanin, at hon [...] tónleiki, sølubúðum, sjónleiki og nógvum øðrum tiltøkum. Meðan tey standa og hyggja at einum bási, har ein maður tekur myndir av ungum gentum, vendir hesin myndamaðurin sær til Elsu og spyr, um hann kann sleppa
ting, og at annað stigið verður at útgreinað og kanna virksemið at vita, hvar tað ber til at spara? ? Ja, men haldi, at hetta er at arbeiða eftir reyv. Fyrst verður tann stóra avgerðin tikin. Og so verður [...] eru so ymiskir, sum Strandferðslan og Landsverkfrøðingurin eru. ? Annar stovnurin er ein tænastustovnur burturav, og hin stovnurin er ein tekniskur stovnur burturav, og eg dugi ikki at síggja, hvussu tey [...] fráboðaður í tinginum í gjár og tað verður atkvøtt um hann hósdagin 7. januar. Jóannes Eidesgaard skilir nevniliga ikki, hvørjir fyrimunirnir eru við at siga Henning Jacobsen, og at seta ein fíggjarfrøðing
eins og nýggjar sjónleika- og tónleikaframførslur um jólini. Fólk hava frí og tí stundir at ganga til ymiskt saman við familju og vinum. Vanliga er stongt og myrkt í Smiðjuni í Lítluvík millum jól og nýggjárs [...] á at gera myndir av Føroyum og serliga Havnini. Tað sum fyri ferðamannin er so hugtakandi við Føroyum er fyrst og fremst havið. Tað er havið, sum hevur formað oyggjarnar og fólkið sum býr her. Hugtakandi [...] stórbýum er alt slættað og undir í betong, ? her kennir tú, hvussu tað var, tá ið okkara tíðaraldur byrjaði. Her er enn heyggjut og bratt, gøturnar eru kringlutar og fylgja landslagnum, og húsini liggja sjáldan
mong ár og vinnumálastýrið tók hana fram aftur beint fyri seinasta val. Stovnurin var konstruktivur sum altíð, og roknaði fyri vist við, at ætlanin var at taka málini eitt fyri og annað eftir og finna [...] sigla alt árið at gera. Hóast ákærur og óhumsku, so royndi stovnurin at fáa sum frægast burturúr hesum boðum og skifti ferjurampuna út so lítið og so bíliga sum til bar og hevur boðið sær til at hjálpa St [...] m, leiðara og stovni. Aðrar maktmidlar liggja í fjølmiðlum, fakfeløgum o. ø., har mannagongdir og stýring eru av øðrum slag. Landsstýrismaðurin hevur sostatt møguleika til at bróta niður og kann so verða