støðuna, og valdi at hugsa seriøst um tað. Vit eru bæði úr oynni, og tá ið man hevur møguleika fyri at hjálpa, so má man eisini gera tað, sigur Ole. Fyri tey er tað ikki við fíggjarligum vinningi fyri eyga [...] kommununa og aðrar íleggjarar. - Hetta er eitt lógvatak, sum nógv mugu vera um. Vit eru eitt sindur spent, men tað verður ikki ein avgerð, sum liggur leingi á láni. Hjá mær er tað antin tummil upp, ella tummil [...] at tey eru áhuga í flakavirkinum. - Um kostnaðarstøði kemur á eitt støði, so tað kann bera seg, so eru vit áhugað. Tað er ikki ein verkætlan sum skal geva okkum vinning, men bara so virki kann bera seg
oddagrein í málgagni teirra “Trúboðanum” er hesin: - Hvat er tað, tey vilja, sum ynskja at fáa kynsliga orientering inn í revsilógina? - Tað vanliga, vit hoyra, er, at vit skulu verja tey samkyndu frá at [...] tey likamliga. - Hetta er jú als ikki í tráð við kristna siðalæru, slær Vagn fast. Men so leggur hann aftrat: - Aftanfyri hesa grundgevingina liggur ein duld dagsskrá – ella kanska er hon ikki so duld kortini [...] Tá kemur kravið um skrásett parlag. - Um vit ikki hava skrásett parlag, so gera vit jú mun á, og tað er ólógligt. Síðani mugu vit heldur ikki í kirkjuni gera mun á, tá ið pør skulu vígast. Tá mugu samkynd
á netinum, sum sigst hava kostað tannáringum lív í Russlandi, Spania og Belgia, tó tað enn ikki er staðfest, at tað er samanhangur millum ungdómssjálvmorðini og spælið Blue Whale Challenge. Tó verður spælið [...] tveimum ungum gentum fyri at vita, um tað hevur samband við spælið. BBC skrivar, at tað eru nógvar óváttaðar søgur um Blue Whale Challenge spælið, men at tað tó er so mikið av álvara í tí til, at evropeisk [...] Tó man ikki reiðiliga veit, hvat vendir upp og niður í hesum spælinum, ella um tað yvirhøvur finst, so er illgruni um, at tað situr ein bólkur av umsitarum handan spælið, sum fáa hesi ungu fólkini at gera
okkurt púra óvæntað hendir. Tað er tó ikki nakað óvanligt í tí, tí sambært Hanusi Kjølbro, sjómansskúlalærara, so hava vit sera sjáldan hvít jól, hóast vit hava eina ímynd av, at tað eigur at vera so. Heldur [...] Heldur kunnu vit vænta okkum illveður alla vikuna og ivaleyst nakað inn í næstu viku. - Tað verður nógvur vindur í øllum førum teir næstu nógvu dagarnar, sigur hann í morgun. Sambært DMI verður nógvur vindur
aðalfundin gevur tað munandi betri meining at vera við í ÍSF, tí at tað sær skilagott út. Eitt stórt arbeiði er fyri framman, og ongin má halda, at tað verður lætt, tí at tað verður tað ikki. Tað verður ein [...] úr ÍSF, um tað ikki gav meining at vera við í felagsskapinum, men nú er Magnus Tausen av tí sannføring, at tað gevur meining hjá flogbóltssambandinum at vera við í ÍSF. - Eg segði, at um tað ikki gav nakra [...] flogbóltsformaðurin ynskja nýggju nevndini alt tað besta. - Eg skal ynskja nýggju nevndini alt tað besta, og onki mótarbeiði kemur frá flogbóltssambandinum, tað er heilt vist, vóru seinastu orðini frá Magnusi
forstrektir, bæði í ørmum, bringu og beinum. Eg eri eymur um allan kroppin, og hálsurin er trekur, men sálarliga havi eg tað gott. Soleiðis greiddi Hans Magnus Hansen frá eftir hendingina á Norðhavinum, 22. [...] Nógvur sjógvur stóð um hann, og viðhvørt var hann omaná vatnskorpuni og viðhvørt var hann undir. Tað var undir hesum umstøðum, at hann slapp úr oljuklæðunum og tungu trygdarskónum. - Tíbetur hevði ol [...] smoygt troyggjuna av mær. Eg sá onga sum helst vón um bjarging, men kortini vildi eg stríðast til tað seinasta. Meðan eg royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið.
Malan Eyðunsdóttir er lærari og hevur mangan skrivað um viðurskifti, sum hava við kynslívið at gera. Hon heldur tað er frálíkt, at Marjun Arge Simonsen hevur tikið stig til uppslagið, sum in.fo skrivaði [...] "pittur - Eg skilji væl, at tað hevur verið sera torført at finna fram til, júst hvørji orð skulu brúkast, tí tey flestu orðini eru kanska ikki so neutral. Og spurt tú fólk, so er tað óivað sera ymiskt, hvørji [...] um hatta eru tey bestu orðini. Persónliga dámar mær betur orðið "lingur", har er tó einki líknandi kvennkynsorð, men "gina er nú nokk so fitt eisini, heldur Malan Eyðunsdóttir.
álvara av málinum, og um hann ger, so er Jan sannførdur um, at tey stevndu ikki kunnu dømast fyri nakað. Jan Lamhauge verður gestur í seinnapartssendingini á Rás2, sum er frá klokkan 13.00 til 16.00 í dag [...] - Eg ivist stórliga í, at stevningin frá Jørgen Niclasen endar í rættinum. Men sjálvt um tað ger, so dugi eg als ikki at síggja, at vit kunnu blíva dømd fyri nakað, sigur Jan Lamhauge, tíðindamaður í
og eg eiga børn, og er tað nakað, sum børnunum dámar, er tað at spæla sær í einari vátdrakt í ánni ella í sjónum. Hann vísir á, at sum føroyingar eru vit umgyrd av havi, og tí er tað heldur ikki so løgið [...] eigaranum, og nethandilin er opin alt samdøgnið. - Tað var meira av tilvild, at eg keypti handilin. Mær hevur altíð dámt væl at fingist við tað, sum kann rópast vatnsport, og soleiðis er eisini við børnunum [...] konan hann, um hann hevði keypt allan handilin. - Tað hevði eg faktiskt, tó at endaliga avtalan millum meg og Janus Rein tó ikki varð gjørd júst hesa løtu. Tað gekk tó ikki long tíð, so hevði eg keypt Vatnsport
grundleggjandi jalig mótvegis ætlanini at útbyggja Tórshavnar Havn. - Tað er eingin loyna, at tað til tíðir merkist plásstrot sum nú er, sigur Jóhanna á Bergi. Samrøðan við Jóhonnu á Bergi kann hoyrast við [...] Faroe Ship er grundleggjandi jaligt mótvegis ætlanunum at útbyggja Tórshavnar Havn. Talan er um eina rættiliga umfatandi útbygging fyri áleið 350 milliónir krónur. Tað skal tryggja, at verandi vinnuøki [...] 170.000 fermetrar. Altso skal øki meira enn tvífaldast í stødd. Millum annað er ætlanin at leingja molan á Skansabryggjuni. Tað hevur fest í atfinningarsamar røddir, sum føra fram, at verkætlanin ikki eigur