Eftir loknan aðalfund var formaðurin í føroyska flogbóltssambandinum, Magnus Tausen væl nøgdur við nýggju starvsnevndina hjá ÍSF. Fyrr í vikuni segði flogbóltsformaðurin í samrøðu við Rás2, at flogbóltssambandið fór møguliga úr ÍSF, um tað ikki gav meining at vera við í felagsskapinum, men nú er Magnus Tausen av tí sannføring, at tað gevur meining hjá flogbóltssambandinum at vera við í ÍSF.
- Eg segði, at um tað ikki gav nakra meining at vera við í felagsskapinum, so fóru vit møguliga úr. Men eftir hendan aðalfundin gevur tað munandi betri meining at vera við í ÍSF, tí at tað sær skilagott út. Eitt stórt arbeiði er fyri framman, og ongin má halda, at tað verður lætt, tí at tað verður tað ikki. Tað verður ein langur vegur at byggja nógv upp aftur, ið við tíðini er brotið niður. Eg haldi tó, at vit hava fingið eina dygdargóða starvsnevnd, segði Magnus Tausen eftir fundarlok í kvøld.
Nýggja starvsnevndin er mannað av John Kjær, Jón Hestoy, Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen.
Tá ið fundurin var um at enda gjørdi nýggi ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, greitt, at nú fer evsta vald í ítróttarsambandinum í størri mun at taka innanhýsis prát við ymsu sersambondini. Hetta er nakað, ið Magnus Tausen hevur saknað.
- Mær dámar væl, at tey taka stig til innanhýsis prát við sersambondini. Tað eru júst tey innanhýsis prátini, sum hava manglað, og hetta hevur ein stórur trupulleiki í felagsskapinum, sigur Magnus Tausen.
At enda vildi flogbóltsformaðurin ynskja nýggju nevndini alt tað besta.
- Eg skal ynskja nýggju nevndini alt tað besta, og onki mótarbeiði kemur frá flogbóltssambandinum, tað er heilt vist, vóru seinastu orðini frá Magnusi Tausen.










