Ole Nattestad váttar í kvøld fyri in.fo, at hann og konan, Ann-Dorith umhugsa at seta pening í Sandoy Seafood.
- Jú, eg eri áhugaður. Eg fekk eitt prei um støðuna, og valdi at hugsa seriøst um tað. Vit eru bæði úr oynni, og tá ið man hevur møguleika fyri at hjálpa, so má man eisini gera tað, sigur Ole.
Fyri tey er tað ikki við fíggjarligum vinningi fyri eyga, at tey eru áhuga í flakavirkinum.
- Um kostnaðarstøði kemur á eitt støði, so tað kann bera seg, so eru vit áhugað. Tað er ikki ein verkætlan sum skal geva okkum vinning, men bara so virki kann bera seg, sigur hann.
Les eisini: Møgulig hjálp til Sandoy Seafood
Í løtuni eru bæði Ole og Ann-Dorith í Føroyum, har tey hava tosað við bankar, eigarar, kommununa og aðrar íleggjarar.
- Hetta er eitt lógvatak, sum nógv mugu vera um. Vit eru eitt sindur spent, men tað verður ikki ein avgerð, sum liggur leingi á láni. Hjá mær er tað antin tummil upp, ella tummil niður, og eg vænti ikki at vit koma langt framvið vikuskifti áðrenn ein avgerð fyriliggur, sigur Ole Nattestad.