- Illveður alla vikuna

- Tað verður í øllum førum illveður restina av vikuni, sigur Hanus Kjølbro.

Føroyingar mugu heldur viðurkenna, at vit neyvan fáa eini hvít jól, uttan so okkurt púra óvæntað hendir. 

 

Tað er tó ikki nakað óvanligt í tí, tí sambært Hanusi Kjølbro, sjómansskúlalærara, so hava vit sera sjáldan hvít jól, hóast vit hava eina ímynd av, at tað eigur at vera so. 

 

Heldur kunnu vit vænta okkum illveður alla vikuna og ivaleyst nakað inn í næstu viku. 

 

- Tað verður nógvur vindur í øllum førum teir næstu nógvu dagarnar, sigur hann í morgun. 

 

Sambært DMI verður nógvur vindur nú teir næstu dagarnar, tó stendur ringast til jólaaftan, tá ið hann sigur upp í 28 m/s. 

 

Myndina hevur Ingi Sørensen tikið.