r av og á tóktist alt annað enn nøgdir um dómarnar, so tóktist hetta ikki á nakran hátt at nerva teir báðar, og hetta er helst týdningarmiklasti eginleikin hjá dómarum, tá slíkir dystir eru á skránni. [...] aftur skuldi kunna rópa seg Føroyameistarar á manshondbólti. Eftir at hava skúgva alla mótstøðu til viks, hevði liðið framvegis fult stigatal, tá farið var á vøllin, og munurin niður til næstu liðini var [...] og millum annað hevði hann ilt við at seta ferð á. Hinvegin eru hondbóltsevni hansara frálík, og serliga í fyrra hálvleiki gav hann nakrar royndir upp á fríspælingar, sum tíverri nærum allar vórðu misnýttar
verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, kr. 1.700.000 Tróndur Møller Sandoy: "Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttarlig tilgongd". Verkætlan á Søgu og [...] elskipan". Ph.d. verkætlan á SEV, kr. 650.000 Karin Habermehl Cwirzen: "Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar". Ph.d. verkætlan á Náttúruvisindedeildini á Fróðskaparsetrinum, kr. 1.600 [...] smittusøguni". Ph.d. verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kr. 1.250.000 Katrin Hoydal: "Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina". Verkætlan á Umhvørvisstovuni, kr. 1.000.000
rógva við Vestmenningi. Eisini her var Rói ein sannur sprintari og var bestur á manningini á 500 metrum, men einans miðal á 2000 metrum, sum teinurin hjá 10-mannaførum jú er. - Tá fann eg út av, at eg var [...] ítrótt, Sparta. Tíðirnar á 100m-teininum eru nú somikið góðar, at hann av álvara hóttir níggju ára gamla metið hjá Heina Hátún, umframt at hann hevur runnið kravtíðina til oyggjaleikir á Bermuda næsta summar [...] gull í báðum førum og er tískil føroyameistari trý ár á rað. Venur dúgliga Rói er fyri stuttari tíð síðani fluttur til Danmarkar, har hann gongur á Danmarks Tekniske Universitet í Kongens Lyngby. Venji
eina kanning í verk, so vit fingu navnið á hotellinum, sum teir fóru á. So nú hava vit lagt eini boð á hotellið, har teir hava skrivað seg inn, tí teir eru farnir á flogvøllin at fáa nýtt pass og líknandi [...] fingu tær at vita, at tey deyðu vórðu send á eitt sjúkrahús, meðan tey livandi vóru á einum øðrum. - Vit fóru so at leita, og við góðari hjálp frá starvsfólkunum á sjúkrahúsinum, funnu vit útav, at svensku [...] sjónvarpinum á ferðamannaskrivstovuni, men tá vistu vit ikki fyri vist, um tað var teirra flogfar, ella eitt annað av teimum mongu, sum skuldi fara um somu tíð. Tað var sera vánaligt veður, toran gekk og tað
Vestmanna, hevði verið stórur munur á liðunum, meðan tað var javnari í tí seinna. Í fjórða dystinum í hesum kappingarárinum millum hesi bæði liðini (í tí allarfyrsta vann VÍF á Skála) bleiv tað aftur javnt, [...] upp á javnleik 9-9 og enntá vinna hálvleikin 12-10. Í seinna hálvleiki økti VÍF til 14-10, og bert einaferð eftir tað eydnaðist tað StÍF at koma framum aftur. Tað var tá John Petersen skoraði upp á einasta [...] einasta brotskastið, sum Eli Müller ikki fekk fatur á, og legði strandingar á odda 20-19. Sami Eli Müller átti sín stóra part í sigrinum hjá VÍF. Hann byrjaði við at taka eitt brotskast longu í fyrsta álopinum
tekningarnar á baksíðuni á Sosialinum, sum hava gjørt skipsteknaran á Skála kendan um alt landið og longri enn tað. Partur av nýhugsan Óli Petersen ella Óli P. hevur verið fastur blaðteknari á Sosialinum [...] fyrst í sekstiárunum og fór síðani á tekniska skúlan í Randers, har hann tók útbúgving sum tekniskur assistentur. Heimafturkomin fór hann at arbeiða á teknistovuni á Skála Skipasmiðju. Tað var í 1964. [...] Jupiter hjá gøtumonnum. Árini á teknistovuni vóru góð við nógvum avbjóðingum, og skipasmiðjan var eitt gott arbeiðspláss. Óli fekk júst 25 ár á skipasmiðjuni, tí í 1989 fór hon á húsagang. Hann kundi kanska
knossið og strevið. Og tankarnir leita í takksemi aftur til barndómsheim hennara, nú hon býr á Sambýlinum á Skála og hevur tíð at lata tankarnar reika. Trina fór longu sum 6 ára gomul at ganga til neyta [...] tað var bert gingið í skúla niðri á Bakka aðruhvørja viku, so arbeiðið var dastið av tí, sum bleiv fingist við hjá ein smágentu, har 2 brøður og 2 systrar vuksu upp á garðinum, sum taldi smáar 4 merkur [...] kirkjuni, um ikki hevur borið til at fingið onkran at spælt á urguna. Eisini hevur hon brúkt sítt góða mál og sterku rødd, tá farið varð upp á gólv. Hon hevur altíð havt sera stóran tokka til tann føroyska
sloppin sær umborð á Smyril, og hevði gist har í nátt. Tað var júst hetta sum var orsøkin til spenningin í luftini: Drongurin var blivin burtur, men altso afturfunnin í øllum góðum umborð á skipinum. Øll [...] mussingina. Hann vil sleppa at standa á egnum beinum. Pápin setur hann frá sær, og so ger Jónas tað, sum kanska eingin hevði væntað: Hann fer spelandi yvir móti manningini á Smyrli. Hann vil sleppa umborð aftur [...] vera har. Hann hevði snøgt sagt sníkt seg umborð á hetta flaggskip okkara, uttan at omman ella nakar annar hevði varnast nakað. Omman var til arbeiðis á Farstøðini, og í brøkpartinum av nøkrum fáum sekundum
skifta, um tað skuldi borið so á, at tey ikki fáa lent aftur í Vágum í kvøld. Tær hava so mangan bókstaviliga sannað orðataki, at »Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir.« Og mangan hava [...] sum við skal, er komin umborð. Síðan skal ferðafólkið fáast um borð og á rætta pláss at sita. Greiðast skal frá trygdarreglum umborð á flogfarinum. Príslistar til tollfrítt keyp skulu býtast út og heintast [...] heimaftur. Endað verður aftur í manningarúminum á flogvøllinum, har tikið verður samanum. Fyrireiking Manningin møtir klokkan 10.00 í manningarrúminum á flogvøllinum. Her eru flogskiparin og stýrimaðurin
hægstur og stútaði ímóti málinum. Ein svartur og reyður bjargaði á strikuni, og so var Fríðin Ziskason fyrstur á returinum. KÍ hevði fingið hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Teir høvdu havt fleiri møguleikar [...] Árting kom á miðvøllin í vinstru, og Hallur Danielsen fór í høgru, har hann avloysti Ransin Djurhuus. At Allan Mørkøre varð fluttur á framrættaða miðvallarplássið mitt fyri gjørdi, at órógv var á KÍ verjuni [...] staðið meiri upp á spæl ímillum 91 ára gomlu javnaldrarnar, so var góði seinnaparturin í Gundadali undirhaldandi. Og tað var einki at taka seg aftur í, at klaksvíkingar høvdu betri tak á. Serliga eftir