Strævið at vera flogterna

Tað er spennandi men strævið arbeiði at vera flogterna. Tað er einki »glamourøst« yvir tí, sum tað av uttan fyri standandi viðhvørt verður gjørt til. Annahvørt dámar tær arbeiðið, og tú verður verandi, ella gevst tú beinanveg, tú hevur roynt tað, siga royndu flogternurnar hjá Atlantic Airways

Reportaga
1. partur

Ráðleggjast skal fyri túrin, áðrenn farið verður inn í flogfarið at kanna eftir, um øll útgerðin, sum við skal, er komin umborð. Síðan skal ferðafólkið fáast um borð og á rætta pláss at sita. Greiðast skal frá trygdarreglum umborð á flogfarinum. Príslistar til tollfrítt keyp skulu býtast út og heintast innaftur, áðrenn øll ferðafólkini skulu hava mat og drekka á stutta túrinum til Danmarkar. Alt skal ganga skjótt, og tær skulu vera væl upplagdar alla tíðina. Ein tíma í Kastrup til at gera klárt av nýggjum og so sama túrin heimaftur. Endað verður aftur í manningarúminum á flogvøllinum, har tikið verður samanum.

Fyrireiking
Manningin møtir klokkan 10.00 í manningarrúminum á flogvøllinum. Her eru flogskiparin og stýrimaðurin umframt tær fýra flogternurnar, sum skulu við á túrinum til Keypmannahavnar í dag. Bergtóra, Annika, Eyðgerð og Marianna eru tær, sum skulu ganga teimum umleið 70 ferðafólkunum, sum skulu við hvønn veg í dag, til handa.
Flogskiparin greiðir frá rutuni, og hvussu veðrið væntandi verður í dag. Tað sær gott út, og eftir eitt sindur av tosi og skemti, verður farið umborð.
Allar hava tær hvør sítt kuffert við sær. Klæðir at skifta, um tað skuldi borið so á, at tey ikki fáa lent aftur í Vágum í kvøld. Tær hava so mangan bókstaviliga sannað orðataki, at »Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir.« Og mangan hava tær gist aðrastðani, enn tær høvdu ætlað og væntað.
Farið verður umborð á tóma flogfarið, sum júst er komið úr Keypmannahavn. Tað hevur um náttina verið ein sjúkraflutningstúr í Danmark.
Ein maður frá Atlantsflogi er í ferð við at reisa nøkur setur aftur, sum hava verið niðurløgd fyir at gera pláss fyri sjúkrabøruni, sum farið varð við í nátt.
?Hetta er rímilga vanligt, greiðir Bergtóra frá. Hon er tann við teimum drúgvastu royndunum hjá felagnum yvirhøvur. Og hon er eisini kabinuchefur í dag.
Kannast skal eftir, at alt er í flogfarinum, sum skal vera har. So sum matur. bløð tollfríar vørur og so framvegis. Og tað skal vera til báðar vegir. Tó verður provianterað í Keypmannahavn til heimferðina.
Ferðafólkini koma umborð og verða víst upp á pláss. Hurðarnar afturlatnar, og flogfrið rullar spakuliga út á vøllin.
Bergtóra setist fremst i flogfarinum, beint uttan fyri cockpittið, við eini telefon í hondini og býður feðafólkinum vælkomnum umborð. Síðan sigur hon frá, at nú verða trygdarreglurnar gjøgnumgingnar, og Eyðgerð fer at vísa ferðafólkunum, hvussu tey skulu bera seg at, um brúk verður fyri iltmaskum ella bjargingarvesti.
Tá tað er liðugt, setir hon seg niður, og meðan flogfarið fer á flog úr Vágum, sita tær fýra flogternurnar hvør í sínum setri umborð.

Strævið
Hetta er so einasta løtan, tær fáa sett seg niður at hendan túrin. So skjótt, tær hava reist seg aftur, byrjar serveringin og avgreiðslan av teimum tollfríu vørunum, fólk hava biðið um, síðan Marianna gekk við listanum, beinanveg, fólk vóru komin umborð.
Nú er at bera skjótt at. Bláu jakkarnir verða skiftir út við reyðar kitlar. Bergtóra fer at gera kaffi og annað, sum skal á tann fyrra serveringsvognin, ið stendur har frammi. Afturi í reyv er Annika í ferð við at gera tann seinna vognin kláran, meðan Marianna og Eyðgerð eru farnar at savna keypslistarnar innaftur.
?Vit plaga at roynaat fáa hetta avgreitt, áðrenn farið verður at servera, greiðir Marianna frá. So tað skal ganga skjótt. Hetta fyri ikki at koma í kløtur hvør av øðrum, tí trongt er.
Tær bera skjótt at. Eyðgerð leggur listarnar fyri Marionnu, so hvørt, hon hevur savnað saman. Marianna hevur tikið fram kassar við slíkum, sum selt verður og fyllir í og setir aftur á dúrkið. Hetta tekur Eyðgerð so við aftur fram í flogfarið, tá hon fer aftur eftir fleiri seðlum. Av handahógvi verður tað gjørt. Hvør veit, hvat hon skal, og tað tykist so leikandi lætt.
Men tað er strævið at standa so, siga tær. Tú skal bukka teg rættiliga ofta og samanlagt lyfta rættiliga nógv.
Og tað er at fáa hetta frá hondini sum skjótast, tí so títt og knapt, hetta er liðugt, fara tær at hjálpa hinum báðum við serveringini.
Tær báðar, Annika og Bergtóra, eru nú komnar nakað aftur í flogfarið hvør við sínum serveringsvogni. Annika hevur bakkarnar við matinum, meðan Bergtóra kemur við drykkjuvunum. Teimum køldu. Hinar, kaffi og te, sum hon byrjaði at gera, beinanveg komið var í luftina, eru við at vera lidnar nú, og tað er hetta, Eyðgerð og Marianna fara at bjóða ferðafólkunum.
Hetta gongur skjótt, og fólk gera eisini skjótt av við matpakkarnar. So er at fáa alt innaftur og fáa vognarnar beindar av vegnum. Hetta gera tær Annika og Bergtóra, meðan hinar báðar er í ferð við at krevja pening inn frá teimum, sum keypt hava umborð.

Ferðafólkið
Nú er so mikið liðið av túrinum,at teir kendu »flúgvarasjussarnir« virka onkunstaðni her og har. Men einki, sum er til ampa fyri flogternurnar soleiðis kortini.
Onkrir kátir unglignar frammi í flogfarinum stuttleika sær við at vita, hvussu nógvar av hesum smáu klemmunum, sum halda serviettunum saman, kunnu heingjast up í kitlarnar hjá flogternurnum. Onkur teirra gongur við einum fimm ella so afturút. Men tí flenna tær bara at.
Fólk, sum keypa umborð, leggja dent á at gera tað so lætt og lagaligt hjá teimum, sum krevja inn. Tey vita, hvat tey skulu gjalda, og tey flestu gjalda við taldum peningi. Tó nú verður ein stórur partur avgreiddur við gjaldskorti. Tað gongur skjótt og væl.
Hetta er strævið, sigur Annika. Serliga, tá tú hevur flogið fleiri túrar ein dag. Og tað kann sjálvandi meira enn so koma fyri. Tað er einki »glamourøst« í hesum, sum onkur kanska gongur og billar sær inn. Tað blívur ikki við at vera stutligt at sova á hotelli. Og serliga ikki, tá tú kanska illa nokk veitst, hvussu hotelið eitur, tí tú ert afturvendur orsakað av veðrið ella øðrum umstøðum.
Lisið er um eina danska flogernu, sum greiddi frá, at hon hevði fingið so nógvar »heilsur« og tilboð frá mannligum ferðafólkum í síni arbeiðstíð, at hon hevði valt at tapetisera veggin á wc'num heima við øllum hesum visitkortunum.
Annika smílist eitt sindur, tá hon hoyrir hesa søguna.
?Jú, tað kemur fyri, at onkur heldur okkum vera lætt offur. Men soleiðis gongur tað ikki fyri seg. Vit smílast bara aftur og lata slíkar fýrar vita, at eingin áhugi er.
?Vit kenna nógv fólk, sum flýgur aftur og fram. Bæði í stuttligum og eisini í minni stutligum ørindum, greiðir Bergtóra frá. Ofta eru tað fólk, sum ferðast regluliga niður á eitt nú Ríkissjúkrahúsið til viðgeðrar. Vit síggja tey og familjur teirra og kenna tey sum ein part av okkara egnu familju við tíðini. Og vit føla við teimum, tá tey so koma aftur ein dag, og tann, sum hevur veirð á sjúkrahúsinum, kanska liggur í lastini.
?Tað er vist, at tað ávirkar, leggur Annika afturat. At sita við døgurðaborðið har heima ein dag og hoyra eitt andlát. Tú hvøkkur við, tá tað so er eitt av heusm fólkunum, tú hevur havt so nógv og títt samskifti við.