Hon er fødd og uppvaksin í Elduvík og hevur búleikast har meginpartin av lívi sínum. Hon er ættað úr Pálsstovu, sum er eitt av teimum 4 kongsfestunum, sum liggur til markatalsbygdina har norðuri. Og elst er hon av 4 systkjum, hjá teimum báðum Andreasi og Lenu í Pálsstovu, og er hon einsamøll eftir á lívi av systkjunum.
Kathrina er uppvaksin í eini ein tíð, sum er ógvuliga fjart frá tí samfelagi, sum vit kenna í dag. Bygdin livdi so at siga sítt egna lív, sum hon hevði gjørt í øldir, órørd av nýggju tíðini, sum smátt um smátt hevði gjørt um seg á nýggju vinnuplássunum kring landið, og fiskivinnusamfelagið líkasum trokaði gamla lívsháttin burtur – men gamla bóndasamfelagið livdi við sítt fríska lív í hesi bygd, enn sum áður, eisini tá Trina vaks upp í 1920-unum, har tað sum jørðin gav var tað berandi og var grundarlagið fyri lívi og trivnaði í bygdini, sum lá so avbyrgd og so langt av alfaraleið, og har útróðurin bert kundi røkjast, tá veðurlíkindini vóru so fræg, at til bar at flota bát, tí Elduvík er av ringastu brimplássum. Vinnuliga menningin annnars í Føroyum gekk fram við risafetum – men í Elduvík var alt annarleiðis – har stóð tíðin mest sum í stað og livað varð, sum fedrarnir altíð høvdu livað.
Trina minnist enn hesa verð, uttan elektrisitet ella veg og so mangt annað, sum vit halda er ein sjálvfylgja í dag, sum eina góða verð, sum hon vaks upp í, tá børnini har vóru nógv í tali, og lív og gaman var um geilar og tún, hóast alt knossið og strevið. Og tankarnir leita í takksemi aftur til barndómsheim hennara, nú hon býr á Sambýlinum á Skála og hevur tíð at lata tankarnar reika.
Trina fór longu sum 6 ára gomul at ganga til neyta saman við mammuni, og hevði stokkarnar við. Sjálvandi fór hon í skúla 7 ára gomul, men tað var bert gingið í skúla niðri á Bakka aðruhvørja viku, so arbeiðið var dastið av tí, sum bleiv fingist við hjá ein smágentu, har 2 brøður og 2 systrar vuksu upp á garðinum, sum taldi smáar 4 merkur og har orðið frítíð mestsum var púrasta ókent fyribrigdi.
Tá hon var konfirmerað og skúlin var liðugur, so fór hon nakað seinri, sum so mangar aðrar gentur um hetta mundið, út at tæna á stórplássinum, og har um leiðir var tað tað sama sum Klaksvíkin, sum var høvuðssambandið við umheimin við Britons Pride, sum sigldi eina ferð um vikuna norður í Eysturoynna. Trina tænti hjá Olafi á Stongunum, og tey, sum minnast Klaksvíkina um hetta mundið, vita, at tað var eitt sermerkt hús í allar mátar, har var bíðað eftir postbátinum, har var bakarí o.s.fr. Og ikki at gloyma, kríggið var byrjað og bretskir soldatar at síggja allastaðni, eisin hjá Olafi. Ein nýgg verð opnaðist fyri Trinu – hon sum bert kendi til kvøðing og dans undir
roykstovubitunum í Elduvík, tók við opnum ørmum av tjansinum at royna enska dansin, saman við ensku sjamørunum, sum vóru í hesum flottu uniformunum! Og seinri fór hon at tæna í Fuglafirði hjá Haraldsen, og har var ikki minni lív í, plagdi hon at fortelja við droymandi og glógvandi eygum...
Eingilskmenn ella ei. 17. dec. 1945 giftust tey bæði Clement (Kalli) Clementsen ættaður úr Anfinnstovu í Elduvík og Trina. Kirkjan hjá elduvíksingum tá, var Oyndarfjarðar kirkja, tí Elduvíkarkirkja bleiv ikki bygd fyrrenn 1951 – og hóast farast skuldi um Elduvíkslíð, sum er brattlendi, og heim til Oyndarfjarðar, til allar kirkjuligar handlingar, so var trúgvin klettaføst – børnini vóru borin um Líðina til doypifuntin, eisini á vetrardegi! Og kærleikan til kirkjuna, og hin Altvaldandi, hevur altíð ligið Trinu frammaliga í huga, hon var í mong ár limur í Meinigheitsráðnum og eisini forkvinna har, m.a. í 1978 tá Margretha drotning og Heindrikur prinsur, vitjaðu Elduvík á fyrsta sinni, tá tók Trina ímóti hennara hátign og førdi hana inn í kirkjuna til hátíðargudstænastu. Trina hevur altíð havt eina góða sangrødd, og tí hevur hon eisini sungið fyri í kirkjuni, um ikki hevur borið til at fingið onkran at spælt á urguna.
Eisini hevur hon brúkt sítt góða mál og sterku rødd, tá farið varð upp á gólv. Hon hevur altíð havt sera stóran tokka til tann føroyska dansin, heilt frá ungum árum av, og seinru árini, tá dansurin bleiv troddur í dansifeløgunum, var Trina sjálvsagt at finna har. Hesin lívshátturin, sálmasangurin og kvøðingin, vóru í Trinu´sa verð als ikki mótsetningar, men heldur eitt framhald av aldargamlari føroyskari eindarmentan, sum var henni púrasta sjálvsøgd.
Trina og Kalli fingu 6 børn, eina gentu og 5 dreingir. Jóhanna, Kjartan og Leivur búgva í Havn, Eivind í Hósvík, Kári á Toftum og Anfinn, sum bleiv verandi í Elduvík hjá jørðini. Ommubørnini eru 13 í tali og langommubørnini 7.
Trina hevur altíð verið sera barngóð, og tað hava vit í Torfinsgøtu í Havn mangan sannað. Hóast umstøðurnar ikki altíð vóru tær bestu – m.a. vóru 3 av dreingjunum á Skála skipasmiðju í senn, og tað kravdi nógv av mammuni, tá ketildraktirnar o.a. skuldu vera vaskaðar, áðrenn vikuskiftið var av – men ongantíð bar hon seg undan, í hvussu víkti og vendi, tá talan varð um børnini. Nógv var at takast við á einum 6 marka garði, men hon fekk tíð til alt, bæði úti og inni, hús, børn, vask, kríatúr, mjólking, hoygging o.s.fr. Og at fara norður til ommu at ferðast, var altíð frammaliga í huganum á okkara børnum - og eisini hjá okkum vaksnu, tá rætt skal vera sagt frá – skúlaferiurnar vóru ikki meiri enn byrjaðar, so avstað til hesa vøkru bygd við teimum ótømandi møguleikunum hjá børnunum. Og hon hevur við sínum lívshátti, og stuttliga máta at vera uppá, megnað at givið okkara børnum ein andaligan førning við á lívsleiðini - tað veri seg, meðan hon sat við stokkunum og kvøddi eina vísuna fyri
og aðra eftir, ella tey lýddu á kvæðabondini saman við ommuni, ella tá farið varð fram í kirkjuna sunnudag eftir sunnudag við ommu, har hon sang fyri, við síni
vælljóðandi og klingandi rødd – tað hevur sett síni spor, og tað, umframt alt hitt hvønndagsliga í spæli og arbeiði, sum tú fekst tíð til saman við ommubørnunum, tað siga vit – bæði stór og smá - tær stóra takk fyri.
Tað kundi verið so mangt at lagt afturat um Trinu, nú hon fylir 85 ár tann 11. mars, men lat okkum enda her, og ynskja tær ein góðan dag norðuri í Elduvík, saman við tínum kæru, og hjartaliga tillukku við 85 ára føðingardegnum. Og hóast sólin stendur í vestri, so ynskja vit tær mong góð ár, nú tú ert komin út á Skála, og trívist væl á sambýlinum har. Takk fyri alt, góða mamma, vermóðir, omma og langomma.
Jóhanna og Johan.










