ikki vanliga ganga eftir prísinum, men heldur, hvussu eitt nú hotel, tey skulu búgva á, liggja í mun til ráðstevnuhøli, flogvallir ella hvat nú kann vera avgerandi í slíkum førum. Eisini fer skrivstovan [...] forrætningsfólk, sjómenn ella onkur heilt annar, ið eru stødd ymsastaðni á knøttinum, har avgreiðslutíðir okkara ikki passa við tær arbeiðstíðir, ið har eru. Tá skal kundin bara kunna ringja og altíð fáa svar [...] Djurhuus. Nýggja ferðasskrivstovan Alpha Travel, liggur væl fyri. Hon húsast í ovaru hæddini á farstøðini á Bursatanga í Havn, har rættiliga nógv fólk kemur og fer, bæði í samband við flogrutur og aðrar
viðurskifti í felag. Tað eru tær báðar orsøkirnar til, at vit hava sæti her í býráðnum: · Vit eru her, tí at vit vilja gera viðurskiftini betri fyri sum flest av okkara borgarum. · Og vit eru her, tí at fólkið [...] sum nú fara at taka við evsta valdinum í Tórshavnar kommunu, til lukku. Eg – og vit, sum nú eitt skifti ikki fáa høvið at vera við í allar fremstu røð í Tórshavnar kommunu, vit eru errin av, at vit lata [...] um; vit skylda kommununi, skipanini og landinum, at vit taka okkum saman og semjast um at gera eina fasta mannagongd um, hvussu vit kunnu skipa býráðssamgongur eftir kommunuval. Ikki sum nú, men á ein
krónur í bót. Á talvuni niðanfyri sært tú, hvat tú skalt rinda, um tú verður tikin.es Eidesgaard: »Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur« »Vit kunnu ikki [...] uppgávu at loysa í gjár. Á fundi í Havn fingu politistarnir at vita, hvussu nýggja ferðslulógin skal skiljast og handfarast. Men hetta var heldur lættari sagt enn gjørt. Politistarnir eru nevniliga rúkandi ósamdir [...] ósamdir. Serliga eru teir ónøgdir við broytingina í sambandi við brot á mest loyvdu ferð. At ein bilførari bert fær treytaða frádøming av koyrikortinum, um hann koyrir 175 km/t, er heilt óskiljandi, halda
eitt tá ókent ókrút, krúpandi dúnurt uppi á Kleynisvarða. – Hendan plantan sæst nú nógvastaðnis. Hon er helst komin við hoyggi úr útlondum langavegis frá. Hon stendur ikki í norðuratlantisku floruni. Av [...] Av plantum í urtagarðinum, sum hon nevnir, meðan vit tosa við hana, eru eitt nú veitarbládepla, fransagras, eingjarflatbjølgur, lundararmingi, baraldur, tálgasteinbrá, litingarsortugras og fleiri. At Annleyg [...] og nærløgd í arbeiði sínum, skilst á øllum brøgdum, tí meðan Sosialurin er á vitjan, ringir telefonfonin fleiri ferðir, og ta einu ferðina er tað onkur, sum hevur tørv á ráðgeving í sambandi við drotnin
. Seinastu jól var so góður kavi, at vit fóru niðan á Kleynisvarða at skreiða. Vónandi verður kavi aftur í ár, so vit kunnu fáa ein frískligan túr í kavanum oman á góða jólamatin, sigur Allan Skaalum. [...] álvarsligur á málinum. Allan Skaalum helt, at onkur var deyður. - Eg grunaði als ikki, at eg skuldi úr starvinum, og eg trúði tí ikki. Eg var púra paff, tí eg helt, at tað, vit høvdu gjøgnumført á Landss [...] árini hjá honum á Landssjúkrahúsinum. Hann var komin í sessin í 2006, tá Poul Geert Hansen, ið var maðurin, ið gav honum óvæntaðu boðini umvegis telefonina, var farin úr stjórasessinum á Landssjúkrahúsinum
árini. Tey eru seinni givin við kaffistovuni, og nú arbeiðir Bruce partvíst sum jarðarferðarhjálp. Eisini greiðir Bruce frá, at Kanada er sloppið hampiliga væl burtur úr heimskreppuni, sum leikar á. Hetta [...] Nú um dagarnar vóru tað hjúnini Susan og Bruce Taylor, sum vit hittu. Hon er “peruføroysk”, meðan hann er eins nógv kanadiari og er í Føroyum fyrstu ferð. Upprunin til hesa søgu er, at havnarmaðurin Ove [...] 30-árunum í lítlu Havnini, sum, undantikið nøkur fá hús úti á traðunum, bara rakk av Abbatrøð til niðastu húsini við Landavegin og av Reyni niðan á Heygsbreyt, nakað niðan Varðagøtu og Tinghúsvegin. Her búðu
okkum, so kunnu vit fegnast um, at vit nú fyri fyrstu ferð í langa tíð hava megnað at hildið tætt í verjuni. Nú gleða vit okkum at fáa vitjan av EB/Streymi. Dystirnir ímóti teimum í Klaksvík eru altíð sera [...] sigurin á stokkinum á Argjum. Tað kendist vera stórt vónbrot: -Vit kendu okkum snýttar, tí bólturin var ikki innanfyri strikuna, tá ið linjuverjin dømdi mál, og vit harvið mistu tvey stig. Hóast vit fingu [...] røkka út í Europa næsta ár. Í landskappingini eru vit langt aftanfyri B36 og HB, men vit eru framvegis við í kappingini um bronsuplássið. Tað kostar orku at spæla so tætta og avgerandi uppgerð sum hana
framborðið við t-ljóði, sum ætvent, hóast á skrift báðir formarnir hava verði brúktir, atvent og advent. Orðið atvent, framborðið æt-, liggur eisini betur á tunguni, tí tað eru so nógv gomul føroysk orð, ið hava [...] hava henda framburðin, meðan øll orðini, ið byrja við ad- eru komin seinni í málið. Øll orðini, ið sipa til orðið atvent, t.d. atventsljós, atventskransur, hava í dagligari talu altíð verðið framborðin við [...] Jógvan Ravnsfjall Komandi sunnudagur er fyrsti sunnudagur í atvent, og við honum fara vit inn í atventina og nýggja kirkjuárið byrjar. Eg skrivi hesar reglur, tí tað er vorðið alt meira vanligt, bæði í
tey livað í útlegd á bonaðum gólvum. Eg hugsi, at um eg ikki hevði hetta, hevði tað bara verið okkurt annað. Er tað ikki altíð so? Ja, okkurt annað... Eg haldi eisini, at tíðin er komin til at broyta henda [...] Tosa um grøna orku, meðan loftrúmið er fult av privatflogførum. Fyrimyndirnar í Hollywood eru ringar; har eru so nógv disfunktionell menniskju. Soleiðis hevur tað verið í alt ov langa tíð. Eg hugsi ikki [...] so oyðileggjandi fyri mong ung menniskju. Tey síggja hesi sokallaðu perfektu ella lítarleysu kendis á netinum, har nógv er falskt. Tey sokallaðu lítarleysu lúgva eisini, at tey einki hava gjørt. Tað er
Føroyar og Grønland. So á ráðharrastigi eru vit longu umboðað, men nú eru vit eisini umboðað parlamentariskt. Tað er at meta sum eitt framstig, at vit eru umboða á báðum støðum, tí tað eru tingfólk, ið taka [...] - Vit hava lagt dent á, at útnorður er eitt tungt fólka og ovurstórt øki, og halda vit, at tað er rætt og rímiligt, at tá avgerðir verða tiknar, ið umfata gerandisdagin í útnorðri, so skulu umboð fyri [...] Útnorðurráðnum, nú Arktiska ráðið hevur veitt Útnorðurráðnum støðu sum eygleiðarar í Arktiska ráðnum. Frammanundan hevur Útnorðurráðið havt samstarv við ymiskar altjóða felagsskapir, ið eru knýttir til arktiska