Nú um dagarnar vóru tað hjúnini Susan og Bruce Taylor, sum vit hittu. Hon er “peruføroysk”, meðan hann er eins nógv kanadiari og er í Føroyum fyrstu ferð.
Upprunin til hesa søgu er, at havnarmaðurin Ove Carlson sum ungur maður í 1952, 32 ára gamal, flutti til Kanada saman við konuni Helenu. Tey vóru tá nýgift. Helenu var Óla og Helenu Toftum úr Vági.
Beinleiðis orsøkin til, at tey fóru, var, at tann eldri beiggi Ova, Evany, var farin til Kanada nøkur ár frammanundan, og var hann komin væl fyri. Tíðirnar vóru ikki so góðar í Føroyum tá, og hetta gjørdi tað jú eyka freistandi.
Ove varð føddur í Tróndargøtu í Havn tann 15. januar 1920. Hann var sonur Victor í Pæsastovu og Margretu (fødd Holm) úr Hvalba. Tey bæði fingu níggju børn, dreingirnar Evany, Carl Andreas, Mortan, Ova og Ivan. Genturnar vóru Gerda, Ella, Maria og Margit. Ove var hin seinasti av systkjunum, sum doyði, og var hetta í juni í fjør. Hann gjørdist 88 ára gamal.
Ove vaks upp í 20- og 30-árunum í lítlu Havnini, sum, undantikið nøkur fá hús úti á traðunum, bara rakk av Abbatrøð til niðastu húsini við Landavegin og av Reyni niðan á Heygsbreyt, nakað niðan Varðagøtu og Tinghúsvegin.
Her búðu eini 2.500 fólk, tætt pakkað saman, og tímiligu umstøðurnar vóru sera trongar.
Fyrsta tímalønin, Ove tjenti sum drongur, var 15 oyru. Seinni fekk hann 32 oyru, men tá var tað bert hendinga dagur, at heilur arbeiðsdagur var at fáa.
Búsettust í Trail
Tey búsettust í lítla býnum Trail í British Colombia, sum er vestasti statur í Kanada. Hann liggur út móti Kyrrahavinum. Trail er nakrar hundrað kilometur inni í landinum, tað er stutt í Kanada, og 10 kilometur norður frá markinum til USA.
Í Trail búgva um 7.000 fólk. Sum nógva staðni í Kanada eru ymiskar tjóðir, sum búgva saman. Í Trail er fimti hvør íbúgvi etniskur italienari. Tilflytingin av italienarum var fyrst og fremst fyrst í hinari øldini.
4% av íbúgvarunum er upprunafólk, indianarar. Tað er eisini eitt sløð av kinesarum.
Størsta arbeiðsplássið er Teck Cominco, sum er størsta sinkbræðarí av sínum slag í heiminum.
Her er eisini ein stór ferðafólkavinna. Her er heitt um summarið, upp til 35 hitastig, og milt um veturin.
Ta fyrstu tíðina arbeiddi Ove í einum timburhandli hjá beiggjanum Evany.
Tey blivu øll hart rakt, tá ið nakrir limir í einum fundamentalistiskum russiskum trúarbólki í mótstøðu móti framburði og nútíð brendu timburhandilin niður.
Eftir hetta búðu tey eina tíð í lítla býnum Kitimat, norðuri móti markinum til Alaska, har stórur partur av fólkinum eru indianarar. Har búðu seinni í nógv ár føroysku hjúnini Jytte og Annfinn Mikkelsen, sum arbeiddi á tí stóra aluminiumsvirkinum býnum.
Tey fóru aftur til Trail, har Ove fekk arbeiði sum timburmaður og við stoyping. Men vetrarnir eru so harðir á hesum leiðum, at tá gjørdist einki við slíkt. Ove fekk seinni arbeiði sum húsavørður hjá skúlaverkinum í økininum og starvaðist har tað mesta av lívinum.
Helena arbeiddi tað mesta av lívinum á sjúkrahúsi í Trail, at enda sum deildarleiðari.
Mundu flutt heim aftur, men…
Tað var um reppið, at tey einaferð flutttu heim aftur. Ove og Helena vóru i 1963 heima og vitjaðu saman við Susan. Tá vóru Føroyar komnar fyri seg eftir kreppuna í 50-árunum.
Men arbeiðs- og inntøkumøguleikarnir skortaðu heldur ikki vestan hav. Tá var so langt og leingi at ferðast, at Ove og Helena høvdu sagt arbeiðið upp fyri at kunna vera í Føroyum hetta summarið.
Susan føldi seg ikki so kringa í føroyskum sum í enskum, har hon gekk í Sankta Frans skúla í 1963. Endin var, at Ove valdi at ganga ynskjunum hjá Helenu og Susan á møti. Hann fylgdi teimum, og tey valdu Kanada og ivaðust ikki eftir tað.
Ove arbeiddi til 1985, tá hann fór frá fyri aldur. Hoyrnin var farin at bila. Men hann gavst ikki á hendur. Ovasa partur lá ikki eftir, tá hvítusunnusamkoman, tey hoyrdu til, smíðaðu nýggja vakra kirkju í Trail.
Ringdi heim at siga farvæl
Ove doyði sum sagt í fjør. Tað var um hesa tíðina, eg hevði eina røð í Miðvikuni við hansara ungdómsvin Johan Norðfoss.
Ein dagin fortelur Johan, at hann hevði tosað í telefon við Ova. Jú, Ove hevði sagt honum, at hetta var seinastu ferð, teir prátaðu saman. Næstu ferð hann frætti frá honum, fór tað at vera í eini deyðslýsing. Somuleiðis hevði hann ringt til onnur og sagt teimum farvæl á sama hátt. Soleiðis gjørdist tað eisini. Hetta sigur nakað um sálarliga styrki.
Johan og Ove komu saman frá barni av. Tað var jú spennandi hjá Ova at hava ein beiggja í Kanada, og tosað varð nógv um tað. Einaferð ferðamannaskipið Sleipnir kemur á redina fantasera teir, at Evany er umborð, og at hann er komin heim at vitja.
Teir taka ein bát og skulu rógva umborð. Men komnir hálva leið fáa teir maktarloysi og setast at gráta, meðan báturin rak aftur til lands.
Johan og Ove høvdu tónleikin til felags, og teir spældu saman millum annað í hornorkestrinum hjá Frelsunarherinum. Tónleikin helt Ove fast um í Kanada.
Ove ringdi annars javnan til Johan. Hann heldur, at nú saknaði Ove Føroyar, eftir at konan var deyð.
Dáma væl í Føroyum
Einkarbarnið Susan bleiv sjúkrarøktarfrøðingur og giftist við Bruce Taylor, løgreglumanni, og flutti hagar, sum arbeiði dró tey. Tey fingu døturnar Deanne og Carli, sum síðan eru giftar. Tær báðar eiga tilsamans trý børn.
Bruce og Susan láta væl at ferðini í Føroyum. Tey hava vitjað sína slekt og gamlar vinir, eisini Johan.
Í 1994 fór Bruce, tá enn í góðum árum, úr starvi hjá kanadisku løgregluni við eftirløn. Her er tann skipan galdandi, at tað ber til at sleppa frá við eftirløn eftir starvsetan í 25 ár.
Bruce greiðir millum annað frá onkrum stórum muni millum USA og Kanada, sum eisini ger stóran mun á arbeiðinum hjá løgregluni. Í USA er tað ein grundlógartryggjaður rættur at bera vápn, meðan tað í Kanada er neyðugt við vápnaloyvi.
Hesi vápn verða eisini dúgliga nýtt í USA! Hetta ger í sjálvum sær ein sera stóran mun, tá hugsað verður um øll fólkini, sum verða skotin í USA, meðan tað í Kanada ikki er stórt øðrvísi enn hjá okkum. Tað er ringt at greiða frá, hví hugburðurin er so ymiskur hjá grannafólki við sama uppruna
Bruce og Susan fluttu við døtrunum aftur til Trail, har tey bygdu hús og opnaðu eina Cappucino kaffistovu, sum lá væl fyri við vøkrum útsýni, og var hon væl vitjað. Tískil kundu Ova og Helenu hava alla familjuna um seg seinastu árini. Tey eru seinni givin við kaffistovuni, og nú arbeiðir Bruce partvíst sum jarðarferðarhjálp.
Eisini greiðir Bruce frá, at Kanada er sloppið hampiliga væl burtur úr heimskreppuni, sum leikar á. Hetta er fyrst og fremst takkað verið bankunum, sum hava víst størri ábyrgd í Kanada enn í øðrum londum.
Hann greiddi eisini frá, at í canadiskum bløðum hevur verið eitt yvirlit yvir onnur lond, har bankarnir eisini hava víst ábyrgd. Eitt av hesum londum var Føroyar!
Annars hevur verið rættuliga nógv samband millum Kanada og Føroyar. Heilt aftur til tíðliga í undanfarnu øld royndu nógvir føroyingar eydnuna í Kanada. Summir sum fiskimenn, og aðrir vóru til dømis skóghøggarar.
Summir teirra komu heim aftur, meðan aðrur vóru verandi í Kanada, og hava vit havt frásagnir frá fleirri teirra.
Hesir hava verið góð umboð fyri okkara land eins og Ove Carlsen og hansara familja hava verið tað.
Vit takka tey fyri vitjanina og prátið.