Varafútin Finn Ougaard og onnur fólk frá ákæruvaldinum høvdu eina torføra uppgávu at loysa í gjár. Á fundi í Havn fingu politistarnir at vita, hvussu nýggja ferðslulógin skal skiljast og handfarast. Men hetta var heldur lættari sagt enn gjørt.
Politistarnir eru nevniliga rúkandi ósamdir. Serliga eru teir ónøgdir við broytingina í sambandi við brot á mest loyvdu ferð. At ein bilførari bert fær treytaða frádøming av koyrikortinum, um hann koyrir 175 km/t, er heilt óskiljandi, halda politistarnir.
Eftir verandi lóg eru reglurnar greiðar. Koyrir tú skjótari enn 30 km/t oman fyri loyvdu hámarksferð, missir tú koyrikortið. Nýggja lógin gevur tær treytaða frádøming av koyrikortinum. Tú missir ikki kortið, um tú næstu trý árini heldur tær í skinninum.
Kommiserurin ósamdur
Uni Vestureið, politikommiserur, hevur ikki sama illgruna til nýggju lógina.
? Nýggja lógin er eitt gott amboð, sum avgjørt er vert at royna. Hon er eisini nógv meira pedagogisk. Verandi lóg konsentrerar seg um hvørt einstakt brot, meðan nýggja lógin sær meir upp á heildina hjá hvørjum einstakum førara, sigur Uni Vestureið.
Politikommiserurin ivast ikki í, at henda nýggja lógin fer at hjálpa til, soleiðis at ferðsluhugburðurin hjá føroyingum fer at broytast til tað betra.
Dýrar bøtur
Hóast tú ikki spælir av við koyrikortið, um tú verður tikin at koyra ov skjótt, so kanst tú spæla av við fitt av pengum. Tað er nevniliga soleiðis, at nýggja lógin ásetur bótina í mun til, hvussu nógv tú hevur koyrt ov skjótt.
Vit kunnu taka tvey dømi.
Loyvda hámarksferð er 50 km/t, og tú verður tikin at koyra 72 km/t við persónbili. Tú mást rinda1000 krónur í bót.
Loyvda hámarksferð er 80 km/t, og tú verður tikin at koyra 125 km/t við persónbili. Tú mást rinda 1500 krónur í bót.
Á talvuni niðanfyri sært tú, hvat tú skalt rinda, um tú verður tikin.es Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«