- Vit hava lagt dent á, at útnorður er eitt tungt fólka og ovurstórt øki, og halda vit, at tað er rætt og rímiligt, at tá avgerðir verða tiknar, ið umfata gerandisdagin í útnorðri, so skulu umboð fyri tey fólkavaldu í økinum sita við borðið.
Tað sigur Kári P. Højgaard, føroyska umboðið í formansskapinum í Útnorðurráðnum, nú Arktiska ráðið hevur veitt Útnorðurráðnum støðu sum eygleiðarar í Arktiska ráðnum.
Frammanundan hevur Útnorðurráðið havt samstarv við ymiskar altjóða felagsskapir, ið eru knýttir til arktiska økið, men føroyski løgtingslimurin fegnast nú um, at ráðið hevur fingið atgongd til týdningarmesta felagsskapin í økinum.
- Arktiska ráðið er flaggskipið fyri allan arktiskan politikk. Tí hava vit lagt so nógva orku í at fáa hesa eygleiðarastøðu. Út av 21 umsóknum, vóru vit ein av sjey, ið blivu góðkend.
Kári P. Højgaard upplýsir, at tað verður forsetin fyri Útnorðurráðnum, ið fer at umboða ráðið í Arktiska ráðnum. Í løtuni eru tað íslendingar, ið eiga formannin, men í august taka føroyingar yvir.
Og við nýggju støðuni hjá Útnorðurráðnum metir Kári P. Højgaard, at føroysk áhugamálini í Arktiska ráðnum hava fingið eina sterkara umboðan.
- Í løtuni luttaka við í Arktiska ráðnum gjøgnum danska kongaríkið, har Danmark umboðar Føroyar og Grønland. So á ráðharrastigi eru vit longu umboðað, men nú eru vit eisini umboðað parlamentariskt. Tað er at meta sum eitt framstig, at vit eru umboða á báðum støðum, tí tað eru tingfólk, ið taka avgerðirnar, meðan ráðharrarnir útinna tær.










