Ein nýggj vinnulig ferðaskrivstova verður væntandi latin upp í Havn um einar tvær vikur. Nýggja fyritøkan fer at eita Alpha Travel, og fer at leggja seg eftir at handla við vinnufyritøkur og almennar stovnar.
Tommy Næs Djurhuus, ið eigur Alpha Travel, sigur, at ætlanin er at lata upp eina ferðaskrivstovu, sum fer at leggja seg eftir at selja ferðaseðlar og tænastur, til fólk, sum ikki vanliga ganga eftir prísinum, men heldur, hvussu eitt nú hotel, tey skulu búgva á, liggja í mun til ráðstevnuhøli, flogvallir ella hvat nú kann vera avgerandi í slíkum førum.
Eisini fer skrivstovan sum nakað nýtt í Føroyum at hava avgreiðslu alt samdøgurði, sigur hann.
Hetta er júst ein liður í teirri tænastu, ein slík vinnulig ferðaskrivstova skal geva kundum sínum, sum kunnu vera forrætningsfólk, sjómenn ella onkur heilt annar, ið eru stødd ymsastaðni á knøttinum, har avgreiðslutíðir okkara ikki passa við tær arbeiðstíðir, ið har eru. Tá skal kundin bara kunna ringja og altíð fáa svar, sigur Tommy Næs Djurhuus.
Eisini í aðrar mátar er ein slík vinnulig ferðaskristova eisini øðrvísi enn tær, har fólk vanliga fara inn at keypa sær ein feðraseðil til Gran Canaria ella Kreta. Her fara kundarnir at hava konto, sigur Tommy Næs Djurhuus.
Nýggja ferðasskrivstovan Alpha Travel, liggur væl fyri. Hon húsast í ovaru hæddini á farstøðini á Bursatanga í Havn, har rættiliga nógv fólk kemur og fer, bæði í samband við flogrutur og aðrar rutur.
Flestu ferðaseðlarnir skulu fyrr ella seinni um flogvøllin, sigur Tommy Næs Djurhuus, so í so máta er tað høgligt at hava bussarnar standandi í túninum.
Hann roknar við at kunn lata upp um eina fjúrtan dagar ella so. Í løtuni verður bíðað eftir eini IATA góðkenning, sum skal koma úr Svøríki. Har verða settar strangar treytir, og tí er tað eitt sindur umstendiligt at fáa hesa góðkenninginga. Men tá hon er komin, er klárt at fara í gongd, sigur Tommy Næs Djurhuus, sum sjálvur annar fer at arbeiða á Alpha Travel.










