sótu alla tíðina á beinkinum, og Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic vóru leikbannaðir. Tað bar við sær, at eina stóra løtu fram ímóti dystarenda vóru Steinbjørn Olsen og Dávid Langgaard á sentrala miðvøllinum [...] 2-0 heimasigri ímóti AB hevur KÍ í kvøld lyfti seg fram á triðja plássið. Heilt avgerandi var tað, at klaksvíkingar longu í triðja minutti fingu hol á. Jonn Johannesen stútaði bóltin í málið eftir upplegg [...] luftspælinum, og sum tíðin leið, hevði KÍ betri tak á tí, og tað vóru møguleikar at økja um leiðsluna. Eitt nú sendi Patrik Johannesen bóltin í innaru síðu á stólpanum. Patrik hevur ofta rakt stong og tvørtræ
sum eru við í verkætlanini, eru Leif Sørensen, kokkur á Hotel Føroyum, Pál Weihe, granskari, Mortan í Hamrabyrgi, sum við Tórshavnar Matfestivali á vinnudegnum seinast vann heiðurin fyri Ársins Átak 2009 [...] 2009. Aðrir, sum eisini eru við í verkætlanin, eru bøndurnir, Óla Jákup í Dímun og Gutte Guttesen, eins og fiskaframleiðarin á Norðfra í Norðdepli, Jógvan Høj. Turkað svínakjøt Verkætlanin, ið Johan Mortensen [...] komu tjógvini ella skinkurnar til Føroya. Tær eru saltaðar á ymiskan hátt. Teir komandi dagarnar verða hesi leskiligu og stóru kjøtstykki hongd upp á ymiskum støðum í Føroyum. Johan Mortensen sigur, at kjøtið
ongum. Fyrsta lítla korterið á dystinum prógvaðu teir veruliga, hví teir á stigatalvuni liggja sum reitt. Á miðvøllinum høvdu Bárður Olsen og Mikkjal Thomassen tamarhald á tí mesta, og so gekk ofta skjótt [...] møguleika. Leikaði hart á Og dystargongdin helt fram eftir steðgin. Kanska við undantaki av, at EBS/treymur tók seg enn longur aftur á vøllin. Men longu eftir 10 minuttum gekk galið. Jákup á Bog varð sendur avstað [...] framum. Eftir leiðslumálið løgdu teir seg longur aftur á vøllin. Og tá hælsinan hjá Mikkjali Thomassen skjótt mátti geva upp, mistu teir eisini takið á miðvøllinum. Og so kom HB veruliga ígongd. Fyrstu løtuna
Húsabyggingin í Leirvík tók dik á seg í sekstiárunum og meginpartin av sínum arbeiðslívi hevur Tróndur bygt hús, og tey flestu av teimum í Leirvík. Av og á hava aðrar uppgávur verið á skránni, serliga tá gomlu [...] abbanum á Eiði og fekk sær tískil tað navnið, sum abbin vanliga varð kallaður við Andrass úr Pállstovu, og Tróndur vildi minnast heimstaðin við sínum navnið, Eystursteinur dagandi móti luftini uttast á Eystfelli [...] dag at hoyra um lívið á útoyggj millum kríggini. Bjørgini vórðu røkt til lítar, hann sat sum 14 ára gamal einsamallur í Urðini og fleygaði heilar dagar, útróðrarbátur setti hann av á morgni og tók hann við
játtanin varð á leið við okkara grannalond. Niðurstøða mín í dag er tann sama sum eg hevði í 2002. Nevniliga at: »Tað er nógv sum bendir á, at tað neyvan fer at geva nakað, at pumpa pening blint inn í okkara [...] at sovorðin peningur fer at hækka um støði og framleiðslu. Hinvegin er tað nógv sum bendir á, at vit hava tørv á strukturbroytingum í kanning og viðgerð. At tann samlaða kanningar- og viðgerðarketan eigur [...] stórvegis sást aftur í støði og framleiðslu. Tíðin er helst komin til at leggja á annan bógv. Landsstýrismaðurin rakar seymin á høvdið Tað varð tí hugvekjandi at lesa greinina hjá landsstýrismanni Hans Paula
morgun. Úti á Høgabóli. Vit báðir barberurin tosaðu um gamlar dagar. Intensu valfundirnar í Glyvra Bio. Einaferð var hann komin at sita væl fyri, ímillum Jóhan Lamhauge, sála, gamla deknin á Nesi, og Leon [...] Leon Joensen í Gøtu. Og táið bróðursonurin Jákup var komin væl áleiðis, við sínari røðu, legði Jóhan seg inn yvir Jógvan og mutlaði upp í andlitið á Leon: Eitt sterkt evangelium. Hann visti hvar Leon fleyt [...] fundir, har vit bæði tóku lut, í Odense, í Føroyahúsinum, á militera akademinum í Keypmannahavn o.s.fr., fullu verjugarðarnir, og eg hoyrdi, at hon á einum landsfundi hjá Sambandsflokkinum skuldi hava lýtt
undir galvaniseringsvirkið Rógv úti á Skarðhamri. Hansara seinasta stóra tiltak var á sjónum. Í 1978 smíðaði Jógvan hjá Axeli 50 tonsaran Jøkul til hansara norðuri á Grótrætt. Hann hevði egningarmaskinu [...] Snørisvirkið á einum neystalofti í Víkunum í Klaksvík. Føroysk skip keyptu alla línu og alt snøri frá umboðsmonnum í Føroyum fyri 8-10 fyritøkur í Noreg, Danmark, Týsklandi og Portugal. Sámal legði dent á góðskuna [...] Miðskeiðis í fimmtiárunum var hann inni á einum snørisvirki í Reykjavík, og har fekk hann mangt og mikið at vita um raksturin av slíkum virki. Trý tey komandi árini var hann á hesum virkinum í Reykjavík og lærdi
ætlanini Í sjónvarpinum skiltist á venjaranum, Albert Ellefsen, at uppskriftin til eitt stig var at leggja dent á verjupartin, men hetta var so á ongan hátt nakað, sum sást aftur á vøllinum, tá dysturin varð [...] ikki tað stóra uppi á talvuni við tennisvøllin. HB hevði fleiri heilt stórar møguleikar, men leikararnir kappaðust um at misnýta møguleikarnar. Hol kom tó á, eftir at Eyðun Samuelsen kom á vøllin fyri Róa [...] eitt sindur um taktiska medvitið (ella mangul upp á hetta) hjá niðurflytarunum, at teir heldur ikki eftir leiðslumálið løgdu nakran serligan stóran dent á verjupartin. Heldur royndu teir framhaldandi at
pláss fyri Sámali Joensen á miðvøllinum. Johan B. Hansen hevur ikki verið á superligu liðnum hjá OB í ár, men hann er kortini væl fyri. Í mai mánað hevur hann spælt tólv dystir á talentliðnum hjá OB. [...] skuldu halda okkum so frammarlaga á vøllinum, sum tað bar til. Av beinkinum royndu vit at rópa liðið fram, men leiðslumálið hevði við sær, at alt liðið datt langt aftur á vøllin. Sveisararnir dugdu væl at [...] at gera nyttu burturúr tí støðuni. Teir spældu flatar bóltar á fremstu menninar. Um teir høvdu verið úti á vøllinum, tá teir fingu bóltin, so hevði talan ongantíð verið um meiri enn fríspørk. Nú royndu
lætt av stað – Katrin býr á strondini, og hon er altíð glað”. undraðist eg stórliga á, hvussu skaldið mundi kenna henda floksfelaga mín úr Víkunum. Onkuntíð mintust vit aftur á tíðina, tá ið vit gingu [...] varð farið við bussi niðan um býlingin á Uppsølum. Har varð steðgað, og Andras Sólstein greiddi frá grevstrinum niðri á Toftum við Borðoyavík og vísti okkum á allar nýggju útstykkingarnar, sum gjørdar [...] men tað man vera í 2. ella 3. flokki. Sjálvur standi eg undir liðini á pápa. Í aftastu røð eru hinir dreingirnir: Hjørleif, Jákup Petur, Idar, Jógvan Martin, Andrias og Petur Jacob, róptur Piddi. Í