Skinkuframleiðsla kann ríka og fjøltátta føroyskt vinnulív

Í løtuni fer ein spennandi og forvitnislig royndarverkætlan av bakkastokki í Føroyum. Verkætlanin skal staðfesta, um tað er møguligt at turka svínatjógv úti í føroyskari luft, sum síðan kann framleiðast til unikkar og kostnaðarmiklar skinkuvørur. Kiloprísurin fyri bestu skinkuna liggur heilt uppi á 600 krónum fyri kilo

Alternativ

Johan Mortensen, sum er kendur slóðbrótari á nógvum økjum og serliga innan føroyskt vinnulív av ymiskum slagi, hevur eisini stóran áhuga fyri tí gastronomi. Hetta hevur hann prógvað við partvís at fyriskipa og taka lut í ymiskum tiltøkum, sum hava við føroyskan og norðurlendskan mat at gera.
Vit á Sosialinum hava áður havt samrøður við slóðbrótaran um týdningi av norðurlendska ”køkinum” eins og føroyskum rávørum í síni heild.

Forvitnislig verkætlan
Slóðbrótarin hevur nú saman við øðrum tikið stig til eina spennandi og ógvuliga forvitnisliga verkætlan.
Samstarvspartarnir hjá honum eru ikki hvørjir sum helst. Stóri danski svínaframleiðarin, Danish Crown, ið letur rávøruna til verkætlanina, er ein, eins og kendi danski slaktarin, Jens Munch, sum rekur Slagter Munch í Skagen, er ein annar. Síðst nevndi er við í verkætlanini sum ráðgevi.
Aðrir partar, sum eru við í verkætlanini, eru Leif Sørensen, kokkur á Hotel Føroyum, Pál Weihe, granskari, Mortan í Hamrabyrgi, sum við Tórshavnar Matfestivali á vinnudegnum seinast vann heiðurin fyri Ársins Átak 2009. Aðrir, sum eisini eru við í verkætlanin, eru bøndurnir, Óla Jákup í Dímun og Gutte Guttesen, eins og fiskaframleiðarin á Norðfra í Norðdepli, Jógvan Høj.

Turkað svínakjøt
Verkætlanin, ið Johan Mortensen, sum stigtakari er farin undir, snýr seg um eina roynd at turka svínatjógv ella svínalær í Føroyum til skinkuframleiðslu.
Hann er sannførdur um, at tað saktans ber til at turka annað enn seyðakjøt, fisk og tvøst í Føroyum og heldur, at okkara veðurlag við vindferð og bakteriologi eigur at geva okkum unikkar umstøður og møguleikar at fáa nakað meiri kommersielt burtur úr.
- Skinkuframleiðsla er sera áhugaverd og kann geva nógvan pening hjá teimum, sum duga at síggja møguleikarnar. Ber tað til at turka svínatjógv í Føroyum til skinkuframleiðslu, kunnu stórir møguleikar gevast slíkari vinnu. Hetta kann snøgt sagt gerast ein nýggj vinnugrein og soleiðis eisini ein nýggj og týðandi útflutningsvinna, heldur hann.
Nú um dagarnar komu tjógvini ella skinkurnar til Føroya. Tær eru saltaðar á ymiskan hátt. Teir komandi dagarnar verða hesi leskiligu og stóru kjøtstykki hongd upp á ymiskum støðum í Føroyum.
Johan Mortensen sigur, at kjøtið soleiðis verður hongt upp í Stóru Dímum, vesturi í Bø og í Norðdepli.
- Talan er um 16 svínatjógv tilsamans og roknað verður við, at tey koma at hanga uppi tað mesta av einum ári. Men hetta vita vit ikki, fyrr enn fyrstu royndirnar eru gjørdar, men eitt ár er vanligt í eitt nú í Spania, har tjógvini verða turkaði úti í náttúrligu luftini, leggur hann aftrat.
Tey fyrstu tjógvini fara ætlandi út í Stóru Dímun í dag.

Veldugur marknaður
Johan Mortensen sigur, at skinka verður gjørd úr tjógvinum ella lærinum á svíni, og marknaðurin kring um heimin fyri hesi ymiskum útgávum og framleiðslum av hesi vøru er velduga stórur.
- Í Spania hava tey ta finu serrano-skinkuna. Hon verður hongd upp og verður turkað sum hon er eftir umleið einum ári. Í Italia hava tey parma-skinkuna, eins og Sveits og Týskland hava sínar skinkur.
Stigtakarin endurtekur, at altjóða skinkumarknaðurin soleiðis er ófatiliga stórur, og bara Italia turkar umleið 50 miljónir svínatjógv um árið til sína skinkuframleiðslu og Týskland og Spania turka helst umleið somu nøgd.
- Í Danmark turka tey svínatjógvini til skinkuframleiðslu í sonevndum skinkuhúsum, tí veðurlagið loyvir ikki turking uttandura, leggur hann aftrat.
Johan vísir á, at tað eru nógvir ymiskir prísir á skinkum, bæði bíligari og dýrar. Skinkan, sum Slagter Munch ger, verður seld fyri umleið 600 krónur fyri kilo, og í hansara verð eru tað avgjørt luksusskinkurnar, sum vit føroyingar eiga at leggja okkum eftir, um verkætlanin røkkur so langt.
- Um henda verkætlan fer at slóða fyri, at Føroyar kunnu gerast framleiðarar av eini unikkari skinku, kann henda vøra, sum í dag er ókend í føroyskri matvøruframleiðslu, í framtíðini gerast ein partur av føroyska gastronomiska samleikanum, heldur slóðbrótarin, sum er rættiliga spentur um hesa nýggju royndarverkætlan.
Í gomlum døgum var nógv svínahal í Føroyum.
Johan Mortensen vísir á, at í víkingaútgrevstrinum á Sandi eru nógv bein av svíni funnin, eins og fleiri staðarnøvn kring um í Føroyum siga okkum, at her hevur áður verið stórt svínahald.

Turrkjøtakvøld
Til várs verður stórt turrkjøtakvøld á Hotel Føroyum, sum hotellið saman við Bóndafelagnum skipa fyri, og tá verður sjálvandi eisini skinka á skránni.
Ætlandi verður hetta stóra og áhugaverda tiltak leygarkvøldið 27. februar.