Tey vóru átta systkin, harav Tróndur er næstyngst, og hann er yngstur av 5 brøðrum. Tað má sigast at vera sjáldsamt fyri hesar 5 brøður, at teir hava hvør sítt eftirnavn. Jóhan er tann einasti sum ikki hevur fingið sær nýtt navn, so hann eitur framvegis Petersen, um enn flestøll munnu kenna hann betur sum Bella-Jóhan! Líggjas, sum búsettist í Klaksvík, fekk sær navn haðani og eitur Vágslíð, Mikkjal, sum fekk sær konu úr Svínoy, fekk sær navn haðani og eitur Miðalberg, Andrass var uppkallaður eftir abbanum á Eiði og fekk sær tískil tað navnið, sum abbin vanliga varð kallaður við Andrass úr Pállstovu, og Tróndur vildi minnast heimstaðin við sínum navnið, Eystursteinur dagandi móti luftini uttast á Eystfelli. Systrarnar giftust og búsettust aðrastaðni við, Solveig í Svínoy, Malan í Hvannasundi og Signy í Vági.
Barnaárini í Hattarvík er ein tíð sum Tróndur minnist við gleði og takksemi, og tað er fragd í hjá okkum í dag at hoyra um lívið á útoyggj millum kríggini. Bjørgini vórðu røkt til lítar, hann sat sum 14 ára gamal einsamallur í Urðini og fleygaði heilar dagar, útróðrarbátur setti hann av á morgni og tók hann við aftur um kvøldið. Torvið varð alt skorið og flutt av Svínoynni, einasta samband við útheimin varð radiouppkall til Viðareiðis tvær ferðir um dagin ... ja, nógv er at siga frá og nógv er hjá nútíðin at undrast á, vit sum ganga við telefonini uppi á okkum og koyra úr oyggj í oyggj undir firðunum, meðan oljupallurin stingur borin fleiri kilometrar niður í havbotnin, leitandi eftir svarta gullinum, sum langt síðani hevur avloyst torvið av Svínoynni. Ríkur er arvurin, sum tey gomlu lótu eftir seg, um jørðiska góðsið í smáttuni á Fløtti var lítið. Frásagnirnar, orðafellini og skemtið liva enn. Styrkina, fimleikan og dirvi fekk hann frá fedrasíðini í Fugloy. Mamman av Eiði hevði góða sangrødd og musikaliteturin er eyðsýndur, hóast atgongd til skúling og ljóðføri var eingin.
Beiggjarnir hjá Tróndi fóru sum allir dreingir tá í tíðini tíðliga til skips, men teir høvdu so ringar royndir av hesum og vóru so góðir við lítlabeiggjan, at teir settu seg ímóti at hann fór tann vegin. So var at finna sær annað yrki, og 18 ára gamal gekk leiðin til Havnar at læra til timburmann hjá Lamhauge og Waagstein. Tá lærutíðin í Havn var av, hevði hann møtt lívsunnustini Elisabeth, dóttir Olgu og Dánjal á Longini í Leirvík, tey giftust í 1955, búðu fyrsta árið í Klaksvík og fluttu síðani til Leirvíkar. Tá varð fyrsti alvin Dánjal komin í verðina og síðani kom Axel í 1959, Maria í 1965 og sum rosinan (!) í pylsuendanum Olga í 1975. Húsabyggingin í Leirvík tók dik á seg í sekstiárunum og meginpartin av sínum arbeiðslívi hevur Tróndur bygt hús, og tey flestu av teimum í Leirvík. Av og á hava aðrar uppgávur verið á skránni, serliga tá gomlu arbeiðsgevarnir Lamhauge og Waagstein høvdu størri arbeiði í Eysturoynni.
Frítíðarítrivið hevur verið seyðurin. Tað byrjaði sum fjallmaður hjá Jákup Olaf Eysturi í Hjøllum, men uml. 1968 tørvaði Ólabónda ein nýggjan røktingarmann og tað gjørdist Tróndur. Hetta starv hevur hann røkt síðani, og hóast árini eru komin og ættarliðskifti langt síðani er farið fram í Innistovu, er enn pláss fyri honum í fjallskipanini hjá Ólabónda.
Tróndur kom sum ungur til trúgv á Hin Stóra Hirðan, og fylgi sum kom at vera hansara, var samkoman í Hebron. Har hevur hann havt sína trúføstu gongd øll árini og eisini verið ein aktivur partur, mong ár sum sunnudagsskúlalærari, forsangari í mong ár, tá eingin tónleikari var og altíð klárur við einum orði. Salurin, sum samkoman savnast í, og sum stóð liðugur í 1968, er eisini eitt av hansara bygningsverkum, hann bæði teknaði og stóð fyri byggingini. Mangur vitjandi hevur viðmerkt tað væleydnaða sniðið á salinum og hválvinum.
Sunnudagin hildu vit dagin saman við honum. Tey 10 abbabørnini vóru øll við uttan Bruno, sum er á listaskúla í París. Vit ynskja honum framhaldandi blíðan byr og Harrans signing í komandi tíðum.
børnini










