Í Vági eru gomlu og tiltiknu grindabátarnir. Teir eru meira enn bert fornminni, og í morgin tíðliga er ætlanin at fara við bátunum av Eiðinum í Vági og til Fámjins Í Vági er tvírøtt. Fyrr var útróður av [...] av Eiðinum, eins væl og av fjørðinum. Í Vági eru eisini gomlu grindabátarnir, og í morgin (2. hvítusunnudag) tíðliga kl. 8:00 er ætlanin at rógva av Eiðinum og til Fámjins. Har verður gudstænasta kl. 11 [...] 11.00, har Jónsvein Bech, prestur, prædikar. Í bygdarhúsinum fæst kaffi og ábit. Gomlu grindabátarnir hava søguligt virði, og onkur teirra er yvir 100 ára gamal. Bátarnir eru fingnir vestur á Eiði og standa
at siga “tvøst og spik”. Her kann verða trivið í reglu í yrking eftir Rasmus Effersøe: “Gev mær bara tvøst og spik og seið”. Orðið “grind” er at finna í nógvum samansettum orðum. Best kenda orðið man [...] frættist skjótt, fer sum rótasúpan. Eitt annað orð er grindatrøll; tað verður sagt um ein, ið er prestur ella sýslumaður í tíðarskeiði, tá ið ongar grindir koma. Flogkyktið grindalokkur kenna vit øll; [...] “Vit fingu grind og spik til døgurða”, siga nógv. Eisini stendur at lesa í tilmæli frá einum stovni, at vaksin fólk í mesta lagi skulu eta grind og spik til døgurða 1-2 ferðir um mánaðin. – Hetta er
Í sambandi við Føroya Sjómannadag verður almennur fundur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík í kvøld klokkan 19, har Archibald Black fer at greiða frá um endurbyggingina av garðinum hjá Nólsoyarpáll á Bispupstøð [...] Nólsoyar Pálssavn fær innivist í húsinum, sum harumframt verður nýtt til onnur serlig høvi. Í kvøld fáa fólk høvi at seta spurningar og fáa svar um ætlanina, sum er farin í gongd. -------------- Skráin fyri [...] Framløgan verður í Norðoya Sparikassa TÝSDAGIN 16. AUGUST 19.00 Símun Absalonsen, sum starvast hjá grannskoðanarvirkinum NUMO, fer týskvøldið kl. 19:00, at hava fyrilestur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík um
sum er ein prestur og fylgi, ið standa og hyggja niður á roykjararnar frá gravarbakkanum. Um hugurin er at fáa sær eina sigarett aftrat, ber til at keypa hana í gravsteininum, ið stendur inni í gravkamarinum [...] Á einum hotelli í Cape Town í Suðurafrika er roykirúmið doypt til "Coughinroom" - beinleiðis umsett kisturúmið. Tey, sum fáa sær ein guv á Protea Fire & Ice gistingarhúsinum, sita á polstraðum líkkistum [...] gravkamarinum. Er hetta ikki eitt fínt hugskot til hotellini í Føroyum? Í staðin fyri at koyra roykjararnar út, so heldur innrætta eitt gravkamar til tey. Hotellfyritøkan Protea, ið stendur aftanfyri hugskotið
skipavanlukkum í Gøtu, har Arnleyg Jacobsen eisini er ein kelda. Fyrst skal tó lýsast gongdin í húsa- og fólkatali í Norðragøtu frá fólkateljingina í 1801 til 1911. Í 1801 vóru 16 hús við 68 fólkum í Norðragøtu [...] við Gjónna í Kollafirði. Pápi Pola doyði, tá ið hann var 9 ára gamal. Tey fluttu tá. Mamman og ein systir fóru til Fuglafjarðar, og Poli kom í Blásastovu. Ein beiggi, Tummas, fór út í Toftir í Fuglafirði [...] roykstovuna er ein køkur, róptur niðri í køk, við fýrstaði, brík og trappum upp á loftið. Ein rúmligur kovi er í samband við køkin. Eitt kamar er við himmalsong, skápi og bíleggarovni, sum lagt verður í úr komfýrinum
fara í jólaferiu. Hesi høvi eru til staðar, nú skúlabørnini sleppa til gudstænastur í føroysku kirkjunum. Eitt slíkt høvi var í kirkjuni á Viðareiði mikumorgunin 21. desember, tá skúlabørn og børn í dagrøktini [...] , sum í roynd og veru er granni hjá kirkjuni. Hetta kundi kortini ikki forða teimum í at ganga teir fáu 100 metrarnar, tí nú stóð ein av serligu hendingunum í skúlaárinum fyri framman, jólagudstænastan [...] børnini sjálvandi í skúlum og ansingarstovnum, men so eru tað eisini ávís høvi, tá tey sleppa at syngja, júst har sum kirkjuklokkur ringja. Slík høvi hava børn í føroysku skúlunum í hesum døgum, nú tað
leygarkvøldið verður skipað við felagssangi, og sangi frá tónleikarum og sangfólkum. Eins og Mogens T. Petersen, prestur, verður við á tiltakinum. Annars verður hesin dagurin skipaður sum hugni og venjing [...] til nátturða. Sjálv sangløtan verður sum nevnt klokkan 20.00 og eftir hesa verður boðið til ein drekkamun í Missiónshúsinum. [...] Við í sangløtuni eru tónleikarar og sangfólk úr Vestmanna, og úr øðrum bygdum. Eitt nú verða tónar frá Magna Christiansen, Paula Magnussen, Búgva Joensen og Peturi Hermansen at hoyra, fyri bara at nevna
arbeiðis úr Fuglafirði til Oyndarfjarðar. Seinnu árini vóru tað postmaður, lærari, prestur og lækni, sum gingu hesa leið bæði í góðum og ringum veðri. Stutt er av Skarðinum og niðan á Rustakamb. Tí er ætlanin [...] Kunningarstovuni í gamla skúla á Bugnum. Kostnaður: 50,- kr. Børn upp til 14 ár 25,- kr. Túrurin er ikki so trupul at ganga og tekur uml. 3 tímar Tilmelding til túrin hjá: Eysturoyar Kunningarstovu í Fuglafirði [...] At hetta er ein gomul gøta, veit søgnin at siga okkum. Við gøtuna undir Skarðinum Oyndarfjarðarmegin er Gullbrandsleiðið. Har gróvu teir líkið av fuglfjarðarbóndanum, sum Oyndri hevði dripið á Skarðarætt
tað, ið ein best leggur merki til, tá ein situr uppi í Gásadali. Her í einastu bygd í landinum, sum ikki hevur vegasamband, er friðurin eitt tað besta, ferðamanninum verður boðið. Ein spógvi og ein kálvur [...] at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi. Lundar og íbygdur steinur Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt [...] átti at verið at hildið sjúkum burtur. Ein spildurnýggj húsagrund er komin at standa í bygdini, Men her er talan um summarhús, sum býarfólk eru í ferð við at byggja í Gásadali. Eitt frálíkt stað hjá fólki
framvegis í byrgingini í Havnardali, men lítið er eftir í Villingardali. Har hevur ongantíð verið so lítið vatn, síðani goymslan var tikin í nýtslu á sumri í 1988. Hóast nóg mikið av vatni er í Havnardali [...] framvegis tað stað har deknur lesur lestur ella tænari er prestur. Har tú á hvørjum halgidegi í sorg sum í gleði kann finna linna ugga, og megi í Harrans orði og við altarborðið. ? ? ? Latum okkum at enda [...] kirkjan ikki helt føðingardag, men hetta kom tíanverri ikki í lag, orsøkir vóru av ymiskum slag. Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda vit mong í Hattarvík lenda at minnast dagin henda. Vit leggja serliga