Við í sangløtuni eru tónleikarar og sangfólk úr Vestmanna, og úr øðrum bygdum. Eitt nú verða tónar frá Magna Christiansen, Paula Magnussen, Búgva Joensen og Peturi Hermansen at hoyra, fyri bara at nevna nakrar burtur úr evnaríku rúgvuni.
Sjálv gospel-country sangløtan leygarkvøldið verður skipað við felagssangi, og sangi frá tónleikarum og sangfólkum. Eins og Mogens T. Petersen, prestur, verður við á tiltakinum.
Annars verður hesin dagurin skipaður sum hugni og venjing fyri tónleikararnar og sangfólkini, og byrjar venjingin klokkan 10.00.
Seinnapartin er aftur venjing á skránni, og kl. 18.00 verður boðið til nátturða. Sjálv sangløtan verður sum nevnt klokkan 20.00 og eftir hesa verður boðið til ein drekkamun í Missiónshúsinum.










