Greiða frá um húsini hjá Nólsoyar Pálli

Í sambandi við Føroya Sjómannadag verður almennur fundur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík í kvøld klokkan 19, har Archibald Black fer at greiða frá um endurbyggingina av garðinum hjá Nólsoyarpáll á Bispupstøð.

 

Nólsoyar Páll virkaði stóran part av sínum vaksna lívi í Klaksvík, og í umleið 1804 bygdi hann bóndagarð á Biskupstøð. Garðurin var bygdur eftir føroyskum byggisiði, men var kortini øðrvísi enn aðrir føroyskir garðar.

 

Garðurin hjá Nólsoyar Páll varð bygdur við fýra lonum kring eitt væl vart steinsett tún og stóð í 120 ár á Biskupstøð.

 

Nú verður garðurin endurbygdur nærindis har, sum upprunaliga garðurin stóð.

 

Archibald Black hevur fyrr sagt við in.fo, at ætlanin verður gjørd fyri at varðveita minnið um Nólsoyar Páll, og at eitt Nólsoyar Pálssavn fær innivist í húsinum, sum harumframt verður nýtt til onnur serlig høvi.

 

Í kvøld fáa fólk høvi at seta spurningar og fáa svar um ætlanina, sum er farin í gongd.

 

--------------

 

Skráin fyri Sjómannadagarnar er annars hendan:

 

SKRÁ:

 

MÁNADAGIN 15. AUGUST

 

19.00

Archibald Black greiður frá endurbyggingini av garðinum hjá Nólsoyar Páll á Biskupstøð.

Framløgan verður í Norðoya Sparikassa

 

TÝSDAGIN 16. AUGUST

 

19.00

Símun Absalonsen, sum starvast hjá grannskoðanarvirkinum NUMO, fer týskvøldið kl. 19:00, at hava fyrilestur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík um búskaparligu gongdina hjá útvaldum skipabólkum í føroyska veiðiflotanum og um møguleika teirra í sambandi við eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

MIKUDAGIN 17. AUGUST

TEMAdagur fyri sjómenn og onnur áhugaði - trygd hjá sjófólki

 

Skrá:

09.00 Vælkomin

 

09.05 Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur dagin.

 

09.20 Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur leggur fram úrslit um vanlukkur hjá sjómonnum meldaðar til vanlukkutryggingarráðið frá 1972 -2014 og greiðir frá, hvat hesi tøl siga okkum.

 

10.00 Pausa við morgunmati

10.30 Trygd á sjónum innan Føroysku sjóvinnuna – Ragnar Ludvig, leiðari á Sjónám.

 

11.00 Fyribygging av arbeiðsvanlukkum í fiskivinnuni – Tað ger mun! Jørgen Møller Christiansen, seniorforsker, Center for Maritim Sundhed og Samfund, Syddansk Universitet, Danmark.

 

11.30 Helse og arbeidsmiljø i fiskeflåten - Seniorforsker Ingunn M. Holmen, SINTEF Fiskeri og havbruk, Norge. 12.00 Døgurði á staðnum - ókeypis

 

13.00 Trygdar venjingar – ger tað nakran mun í lívinum hjá einum sjómanni? Hilmar Snorrason, skipari og skúlastjóri á Maritime Safety and Survival Training Centre ICE-SAR, Ísland.

 

13.30 Frágreiðing frá Grími Hammer, ið er blivin avlamin vegna arbeiðsskaða, sum kundi verið umgingin, um trygdin og arbeiðsumstøðurnar vóru betur.

 

14.00 Kaffi støðgur

 

14.15 Høgni Hoydal, Minestry of Fisheries

 

15.45 Annbjørg á Høvdanum endar dagin.

 

19.00 Pallborðsfundur við yvirskriftini “Trygdar- og heilsu politikkur fyri føroyskar sjómenn anno 2016”. - Í panelinum sita Anfinnur Garðalíð vegna manningarfeløgini, eitt umboð fyri reiðarafeløgini, Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs – og Almannaheilsu, Høgni hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Ragnar Ludvig leiðari á Sjónám.

Eisini verða borð við upplýsandi tilfari frá luttakandi londunum og ein sølubásur við persónligari trygdarútgerð.

 

HÓSDAGIN 18. AUGUST

 

Kl. 19.00

Politisk hólmgonga millum Høgna Hoydal og Jacob Vestergaard um fiskivinnupolitikkin í dag og í framtíðini. Jón Brian Hvidtfeldt er vertur.

Teir kjakast um fiskivinnupolitikkin í dag og fráboðaðu nýskipanina. Eisini viga teir royndaruppboðssøluna í summar.

Hólmgongan verður í Skúlanum á Skúlatrøð.

 

FRÍGGJADAGIN 19. AUGUST

 

18.00

Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni.

Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti.

Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 20. august.

 

19.00

Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip

Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.

ØLL SKULLU VERÐA Í BJARGINGARVESTI.

 

Kaptain Gardar Vatnkríggj

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggið fyri smærri børn og tey sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.

Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar krógva seg inni í eini stórari borg á bryggjuni og verja seg móti børnum við eini stórari vatn kanón.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj, er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa kring um í landinum. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. august kl. 15:00.

Tey sum tekna seg í høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík, fáa eina vatn-sproytu (avmarkað nøgd)

Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at hava heit klæði við.

22.00

Bólkar frá Dávavirkinum hava

Konsert í Klaksvíksgarðinum

DJ Jóan Magnus Magnusson

Quarter to Three

Jens Marni Band

Vinir

LEYGARDAGIN 20. AUGUST

09.00

Føroysku træseglskipini og timbur motor- og útróðrarbátar hittast á Pollinum og seta segl. Stóru útróðrarbátarnir og onnur før sigla aftaná.

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við langu-kaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin.

Útróðrarbátar úr Svínoy

Í kjalarvørrunum av sluppunum, koma gomlu útróðrarbátarnir úr Svínoy rógvandi. Teir verða drignir upp á kajuna og standa til framsýning niðan fyri gomlu smiðjuna ”Ídni”.

11.00 – 17.00

UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføring, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggj lodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.

10.30

Merkið vundið á stong

Manningin sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, gongur í tigandi skrúðgongu við Merkinum millum sín. Tjóðsangurin sungin og Merkið vundið á stong.

Eftir tjóðsangin bjóðar Føroya Sjómannadagur til

Stórt kaffiborðið.

10.45

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.

11.00 – 18.00

Listaframsýningar.

Lydia Petersen, Magna Auðunsson, Maria Mørkøre og Hanus Lind Sørensen sýna fram málningar í Spaniastovu.

Edward Fuglø hevur opið atelier í gomlu Sýslumannshúsunum.

11.00 - 17.00

Framsýning av gomlum motorum hjá Norðoya Motorsavnið.

Framsýning av gomlum Bensinmotorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50ini

Vardi verkstaðurin á Brekku og virkis- og tilhaldsstaðið Gloym meg ei, sýna fram í kjallaranum hjá Berglon.

11.00-18.00

Norðoya Fornminnasavn opið

11.00 – 19:00

Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

 

12.30 – 16.00

FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ

JFK bjóðar Fish & Chips: Fiskurin er fyrstaflokksvøra frá GADUS, og Chips verður framleitt úr nýggjum eplum úr Skotlandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið.

Kokkarnir, Gavin og Craeg, frá matstovuni, Papas Barn í London, sum seinastu árini hava verið støðugt millum topp 10 av bestu Fish&Chips kokkunum í Stórabretlandi, standa fyri matgerðini.

Grillaður laksur frá Bakkafrost

Grillaðir grindabúffar

Fiskasúpan

Tari – Grønmeti úr sjónum

Á sjómannadegnum hevur tú møguleika fyri at sansa smakkin av tara og læra, hvussu lættliga tú kanst brúka grønmeti í sjónum í matgerðini.

Húsarhaldsskúli Føroya saman við TARI við Agnes Mortensen bjóða spennandi smakkiroyndir við tara.

ALT ÓKEYPIS.

 

13.00 – 17.00

Opið skip umborð á Brimli. Manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao.

13:00 – 17.00

Kaptain Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR .

Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.

Øll, sum klára royndirnar, fáa eitt diplom frá Kaptain Gardar & Stampi.

13.00 – 17:00

Føroyameistarakapping – Kassastabling

Norðoya MC skipar fyri

13.00 - 17.00.

Opið hús á Looknorth.

Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast.

Víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.

13.00 - 17.00

Ókeypis kramarísar.

Føroya Sjómannadagur bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin.

13.00 – 17.00

Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

13.00 – 17.00

Blái króssur deilir ókeypis ballónir út til børn.

13.00 – 17.00

Tryggingarfelagið Føroyar, Fólkaheilsuráðið og Klaksvíkar Sjúkrahús skipa fyri heilsuátakið, har tað millum annað verður møguleiki hjá fólki at fáa máta feittprosent, BMI, blóðtrýst og lungnaorku, inni í stóra tjaldinum.

13.00 – 17.00

Kendi havrógvarin, Liver Nysted, flótar Royndina Fríðu, hjá Nólsoyar Páll, og siglur á Vánni við børnum.

13.00-17.00

Action á sjónum:

Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin -Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. …. ÓKEYPIS!!!

13.00 – 17.00

Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum.

13.15

Skera upp grind

Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp.

Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.

13.15

Føroyameistarakapping - køkukapping

Kakurnar kunnu latast inn í stóra tjaldinum ímillum kl. 12 og kl. 13.15.

Kakukappingin byrjar við at tríggir bakarar í Klaksvík døma kakurnar og geva stig sum telja ávikavist 30, 20 og 10 atkvøður.

Nr. 1, 2 og 3 fáa medalju umframt ein flottan vinning.

13.30

Bjargingarroynd við Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.

Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing.

Kl. 14:00 til 18:00

Listaframsýningin við Eyðun av Reyni er opin í Gamla Seglhúsinum

14.00 – 19.00

Silja-Star siglir frá Langu-kaj til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara.

Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík.

Siglt verður frá Langu-kaj kl. 14:00, kl. 15:00, kl. 17.00 og kl. 19:00!

14.00

Klaksvíkar Dansifelag

skipar fyri føroyskum dansi á bryggjuni.

14.30

Norðoya Sparikassi skipar fyri Familjukonsert

við Rakul Ró frá bólkinum ”Kular Røtur” og Mariu á Lakjuni. Eisini vitjar Silvi.

15.00

Skipalista-Quizzin – spurnarkapping

15.25

Svimjikapping á Vánni

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.

Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

15.45

Føroyameistarakapping – Trolbøting

16.30

Togtogan millum skipsmanningar

Tilmelding á pallinum, 8 persónar pr. lið.

17:00

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør

17:30

Føroyameistarakapping – Halda dregg

17.45

Mr. Country

Jens Lisberg, Georg eystan Á og Sámal Lindenskov, syngja og spæla sjómannsvísir

18.15

Føroyameistarakapping – Sjómannstak

18.45

Føroyameistarakapping - Agnskering

19.00

Føroyameistarakapping í Egning

Eftir egnikappingina skipar Hans Hjalti Skaale fyri felagssangi við sjómansvísum í stóra tjaldinum

 

22.00 – 02.00

ALMENNUR DANSUR Í STÓRA TJALDINUM Á BRYGGJUNI

 

SUNNUDAGIN 21. AUGUST:

11.00

Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni.

Marjun Lómaklett, prestur prædikar.

14:00 til 18:00

Listaframsýningin við Eyðun av Reyni er opin í Gamla Seglhúsinum