avleiðing av hesum er so, at ósemja kann vera um fíggingina og hvør hevur ábyrgdina av at hjálpa barninum nær. Hvar skal rokningin fyri hjálpina til barnið sendast? Stóri taparin í hesum ósemjum er tíverri [...] trivnaðin hjá hesum børnum. Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at arbeiða fyri, at alt barnaøkið verður hugsað av nýggjum og savnað í eina og somu eind, so børn við avbjóðingum kunnu fáa eina [...] fyrsta verður høvuðsuppgávan “at hjálpa barninum” pettað sundur, har ein stovnur skal hjálpa við hesum, ein annar við hasum og tann triði við onkrum triðja. Men talan er hóast alt um sama barn og somu
lærupláss ella aðra skúlagongd. Nógv av hesum ófaklærdu hava hollan kunnleika og drúgvar royndir teirra arbeiðsøki vegna mong ár í arbeiði. Sjálvstýri vil arbeiða fyri, at hesum fólki stendur í boði at fáa neyðuga [...] neyðuga ástøðiliga partin til teirra starv, soleiðis, at tey eftir stutta tíð kunnu hava eina veruliga útbúgving innan teirra væl kenda og tænta arbeiðsøkið. Við Sjálvstýris kvøðu X við Andrias Jacobsen
hampiliga væl og hevur tað eisini mín stóra áhuga. Eg fari her heilt stutt at taka trý viðurskifti fram á hesum stóra og víttfevnda øki og tey eru: Starvsfólk Ein stór stór avbjóðing er, at starvsfólkaorkan er [...] dagstovnaøkið og í minni mun sjúkrahúsverkið. Fakbólkar, ið verða viðgjørdir, eru fakbólkar, ið kunnu nema útbúgving í Føroyum. Nakrar av loysnunum eru: Fjarundirvísing, lønarviðurskifti, størri geirasamstarv [...] á økinum. Íløgur Vit hava tøl fyri, hvussu stórur tørvurin er á vardum bústøðum næstu 10 árini. Í hesum samgonguskeiðnum er ferð komin á bygging, men langt er eftir á mál og neyðugt er við stórum íløgum
skipaði fyri politiskum fundi við denti á umstøðurnar hjá hesum fjøltáttaða bólki. Okkara land er gott, eingin ivi um tað, og flestu okkara kunnu enn njóta tað persónliga frælsið í ávísan mun og nýta tað
ikkur er sera sera týdningarmikil fyri eitthvørt land. Tað er har, vit kunnu vinna Føroyum týðandi rættindi og møguleikar. Kunnu samstarva við onnur lond um handil, fiskiveiðuavtalur, um limaskap í altjóða [...] onnur avbjóðing í hesum sambandi, tí serliga lond, ið hava sjálvstøðugar ríkispartar, eru varin at gera fríhandilssáttmálar við lond, sum ikki eru fullveldisríki. Okkara val So kunnu vit velja: Støðuna [...] okkara egnu viðurskiftum. Vit hava vitanina og sjálvsálitið til at taka fulla altjóða ábyrgd. Tað kunnu vit ikki í verandi skipan. Troyggjan er ov trong, uttanríkispolitiska (ó)heimildarlógin, heimastýrislógin
orkuskiftinum. SEV skal ikki privatiserast, men verða verandi á kommunalum hondum. Bert á hendan hátt kunnu vit framhaldandi tryggja rímiligar prísir á el-orku fyri øll í Føroyum. Tað er gott, at privat feløg [...] atgongd til framtíðar orkukeldur. Hetta gera vit einans við at varðveita SEV á kommunalum hondum. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleikan eftir løgtingsvalið 8. desember. X við Javnaðarflokkin X
at keypa, er órealisitiskt og er at fortelja ósannindir - so ongar luftkastellir meira, sum ikki kunnu gjøgnumførast Við rímiliga góðum kunnleika til, hvat tað kostar at byggja, má eg siga, at tá eg hoyri [...] har hesin kapitalur verður umsitin og plaseraðar til mest møguligt avkast. Hví ikki lata nakrar av hesum pengum arbeiða á heimliga marknaðinum - og gera gagn her fyri øll tey í Føroyum, sum eiga feløgini
floygdum pisum av landinum at nema sær eina útbúgving, og væl minni enn helvtin kom tá heim aftur. Tað kunnu vit kalla brain drain – við lít. Tíbetur vóru fleiri átøk sett í verk, sum vendu gongdini. Nú hava [...] øguleikarnar hjá komandi ættarliðum er besta trygdin fyri stabiliteti, vøkstri og fyri trivnaði. Hesum fari eg at leggja alla mína orku í – verði eg valdur tann 8.desember. Gott val. Terji Beder, valevni
barsilsútgjaldinum. Í Føroyum er studningur til lesandi ikki at rokna sum A-løn. Ein avleiðing av hesum er, at studningurin telur ikki við, tá barsilsgjald verður útroknað. Ítøkiliga merkir hetta, at um [...] fáa tvey børn er tríggjar ferðir so strævið. Spyr eina og hvørja tvíburamammu ella -pápa, og tey kunnu fortelja tær, at tað er himmalvíður munur á at hava eitt og tvey smábørn. Eg havi sjálvur fýra børn [...] ella 33. viku, og tí haldi eg, at man eigur at hava eina yvirgongd, at er barnið føtt í 33. viku, kunnu foreldrini t.d. fáa 6 vikur eyka, í 34. viku fáa 4 vikur eyka o.s.fr. Somuleiðis áttu foreldur at
Tað vísir seg, at tá Landskassin manglar pengar, kemur tað oftani fram, at vit kunnu selja okkurt. Nú er gongd á at selja partabrøvini í Tjaldur, alt gott um tað MEN, tað eru nøkur feløg, sum ikki mugu [...] stovnar eru so sentralir fyri samfelagið, at vit tola als ikki at missa tamarhaldið á teimum. Vit kunnu bara hyggja til Danmarkar, nú gassprísurin er farin so nógv upp. Vit vita ikki, hvat framtíðin hevur [...] tað um tað almenna hevur fult tamarhald, ja so má tað bera til hjá privatum at vera ein partur av hesum. Eitt dømið er SEV, har privatir framleiða streym á neti og SEV hevur leveringstrygd til alt landið