Fosturtøkulógin fyllir 67 ár í dag

Júst í dag, 23. juni, fyllir galdandi fosturtøkulóg í Føroyum 67 ár.

Hon kom sambært logir.fo í gildi 23. juni í 1956.

Talan er um danska lóg, sum í Danmark varð tikin av, tá hon var 17 ár. Í Danmark fingu tey fría fosturtøku fyri 50 árum síðani, í 1973. So hóast tann 67 ára gamla danska lógin langsíðani er sett úr gildi í Danmark og í Grønlandi, so er hon framvegis galdandi í Føroyum.

 

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur boðað frá, at hann fer at hyggja upp lógina, sum hann skal endurnýggjast.

 

Í tíðindaskrivið segði hann soleiðis:

 

– Galdandi lóg um fost­ur­tøku er frá 1956 og er í nógv­ar mát­ar ó­tíð­ar­hósk­andi. Nógv kjak hev­ur stað­ist av lógini, og tíð­in er nú kom­in til at end­ur­skoða lóg­ina og gera hana meira tíð­ar­hósk­andi.

 

Hann segði, at fyri­reik­ing­ar­ar­beið­­ið er far­ið í gongd, og í næst­um verður farið und­ir at at lýsa málið nærri. Løg­mál­a­ráð­ið fer í hesum sam­bandi at hava fund­ir við á­huga­bólk­ar, fel­ags­skap­ir og onnur, ið kunnu met­ast at hava týð­andi vit­an ella á­huga í ar­beið­i­num, eins og ætl­anin er at kanna nærri, hvussu okkara norð­ur­lendsku grannar hava skip­að teirra lóggávu á øki­num. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu roynd­ir sum fyrimynd í okk­ara lóggávuarbeiði.

 

Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lóg­ina og at gera eitt nýtt lóg­ar­upp­skot, men hetta er nak­að, sum verð­ur rað­fest.