U21 HM: Grønland hevur latið 251 mál inn í fimm dystum

Grønlendska U21-landsliðið hevur havt tað sera torført í HM-endaspælinum í Týsklandi og Spania

Frá dystinum millum Grønland og Bahrain (Mynd: IHF)

Meðan vit í Føroyum kunnu fegnast um at vera millum átta tær fremstu U21-tjóðirnar í hondbólti í heiminum er støðan ein heilt onnur í Grønlandi.

 

Grønlendska U21-landsliðið hevur í fimm dystum latið 251 mál inn. Í hesum fimm dystunum hevur Grønland skotið 89 mál.

 

Úrslitini hjá Grønlandi higartil eru hesi:

 

Grønland-Slovenia 23-48 (10-24)

 

Grønland-Svøríki 12-50 (5-24)

 

Grønland-Bahrain 13-63 (5-33)

 

Grønland-Noreg 21-47 (10-24)

 

Grønland-Argentina 21-43 (13-21)

 

13-63 tapið fyri Bahrain er met fyri stórtap í einum HM-endaspæli í hondbólti. 

 

Stóri grønlendski miðilin, Sermitsiaq hevur ikki umrøtt grønlendska U21-landsliðið síðani 12-50 tapið fyri Svøríki. Aftaná dystin móti Svøríki gjørdu teir eina samrøðu við landliðsvenjaran, Angutimmarik Kreutzmann sum staðfesti: - Vit hava nógv at læra.

 

Eingin umrøða er at síggja í Sermitsiaq av dystunum móti Bahrain, Noregi og Argentina.

 

Grønland møtir Kuba fyrrapartin í morgin klokkan 11. Fyri einum ári síðani leikti grønlendska A-landsliðið javnleik 27-27 móti Kuba, og vónandi kann U21-landsliðið hjá Grønlandi fáa eitt líkinda úrslit í morgin.

 

##med2##

 

Frá dystinum millum Grønland og Bahrain (Mynd: IHF)