Tað, sum serliga upptekur Wagner-leiðaran, Jevgenij Prigozjin (mynd), í løtuni, er, at russiskt álop við rakettum og tyrlum er framt á støðir hjá hansara herdeildum, har nógvir hermenn lógu eftirá.

Russisk trygdartænasta vil handtaka Wagner-leiðara

Tað prutlar álvarsliga undir lokinum hjá russiska hersetingarvaldinum í Ukraina í løtuni, og í Moskva koyra fleiri hernaðarakfør í gøtunum, tí stúrt verður fyri trygdini.

Tað, sum serliga upptekur Wagner-leiðaran, Jevgenij Prigozjin (mynd), í løtuni, er, at russiskt álop við rakettum og tyrlum er framt á støðir hjá hansara herdeildum, har nógvir hermenn lógu eftirá.

Í fleiri umførum hevur russiski herleiðarin, Jevgenij Prigozjin, sum ræður yvir privata heri sínum, sonevndu Wagner-herdeildunum, hartað russiska verjumálaráðið og russisku herleiðararnar í Ukraina fyri bæði líkt og ólíkt. 

 

Seinastu ákærurnar, sum hava fingið ilt í russiskar myndugleikar, eru móti russiska verjumálaráðharranum, Sergej Sjojgu, sum verður lagdur undir at hava biðið russiskar herdeildir lopið á og dripið nógvar Wagner-hermenn.

 

Privati herleiðarin hevur lovað hevnd og eggjar nú russisku hermonnunum sum heild at halda seg til hansara. Kortini vil Jevgenij Prigozjin ikki viðganga, at hann eggjar til eitt hernaðarkvett í Russlandi.

 

Wagner-leiðarin verður eisini lagdur undir at eggja til vápnaðan uppreistur í Russlandi, og hetta verður eftir øllum at døma tikið ógvuliga alvorligt av russisku myndugleikunum.

 

Nú hevur so russiska trygdartænastan FSB latið við seg koma og sigur, at tey hava reist eina kriminaksøk ímóti Wagner-leiðaranum fyri at mæla til vápnaðan uppreistur. FSB biðir eisini um, at Jevgenij Prigozjin verður handtikin.

 

Russiskur verjuovasti heitir samstundis á Wagner-hermenninar um at "steðga" og biðir teir um ikki at fylgja boðum frá sínum leiðara, sum altso er Jevgenij Prigozjin.

 

Wagner-herdeildirnar berjast annars á russiskari síðu í Ukraina, men nú vil Wagner-leiðarin hava hevnd fyri, at russiski verjumálaráðharrin - eftir hansara tykki - hevur heitt á sínar hermenn um at leypa á Wagner-hermenn.

 

- Vit eru 25.000 hermenn, og vit vilja finna út av, hví lógloysi hendir í landinum, sigur Jevgenij Prigozjin sambært ukrainsku ávísini, Kyiv Post.

 

Wagner-leiðarin sigur, at óskilið má fáa ein enda, samstundis sum hann eggjar fólki í Russlandi til at halda seg til Wagner-deildirnar.

 

Jevgenij Prigozjin sigur, at hann snakkar ikki um eitt hernaðarkvett, men tað, hann sipar til, er ein "rættvísisgonga", samstundis sum hann sigur, at "óndskapurin, sum hernaðaleiðslan ber við sær, má steðgast..."

 

Russiskir myndugleikar hava ikki latið hesar seinastu útsagnirnar hjá Wagner-leiðaranum farið aftur við borðinum, tí tey halda, at tær kunnu tulkast sum ein eggjan til uppreistur innanhýsis í Russlandi.

- Neyðug tiltøk verða sett í verk, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, Dmitrij Peskov, sambært russisku tíðindastovuni, Ria Novosti.

 

Sambært tíðindastovuni Tass eru trygdin kring fleiri bygningar og flutningsmiðstøðir í høvuðsstaðnum Moskva skerpaðar í kvøld. Reuters hevur eisini víst video, sum vísa, at fleiri hernaðarakfør koyra í gøtunum í Moskva í nátt.

 

Eisini hernaðargeneralurin fyri russisku herdeildunum í Ukraina, Sergej Surovikin, hevur lagt boð út til Wagner-hermenninar, har hann heitir á teir um at fylgja viljanum hjá forsetanum, Vladimir Putin - og ikki at líða boð frá Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin.

 

Generalurin heitir eisini á Wagner-herliðini um at fara aftur til sínar støðir. 

 

Tað, sum serliga upptekur Wagner-leiðaran í løtuni, er, at álop við rakettum og tyrlum er framt á støðir hjá Wagner-herdeildunum, har nógvir hermenn lógu eftirá, og Jevgenij Prigozjin sigur verjumálaráðharran at hava ábyrgd av hesum.

 

Tað er norska tíðindastovan Verdens Gang, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

 

 

Tað, sum serliga upptekur Wagner-leiðaran, Jevgenij Prigozjin (mynd), í løtuni, er, at russiskt álop við rakettum og tyrlum er framt á støðir hjá hansara herdeildum, har nógvir hermenn lógu eftirá.