Fimm nýggjar bøkur frá Bókadeildini

Bókadeildin gevur fimm bøkur út í ársins fjórða bókaumfari

Bøkurnar eru sum altíð til allar aldursbólkar og sera ymiskar. Les meira um allar bøkurnar niðanfyri.

Hvat hendir, tá tú trýstir á nøsina? Hvør eigur ein fittan buggiling? Hvør eigur lekkrar bibbur og nøs, sum larmar? Og hvør eigur roksutar hendur?

Stór og stuttlig bók, sum leggur upp til at kitla og klemma.

Sally Nicholls hevur skrivað, Gosia Herba hevur myndprýtt, og Turið Kjølbro týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 20 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.

##med2## 

 

At vera hjá ommu

Mamma noyðist at fara onkustaðni, og Marita skal vera eftir hjá ommu. Maritu dámar væl at spæla við ommu, men tá ið hon skal fara í song, fer henni at leingjast ...

Mirjam van Houten hevur skrivað og myndprýtt. Niels Jákup Thomsen hevur týtt til føroyskt. Bókin er innbundin, 44 bls. og til børn, sum eru uml. 2-4 ár.

##med3##

 

Georg er horvin

Georg er kettan hjá mær. Men nú er Georg horvin. Hví kemur hann ikki heim? Er Georg deyður?

Deyðin er býttur. Hann bara tekur. Vakra myndabókin egnar seg væl til eitt prát við børn um deyðan.

Georg Aalbu hevur skrivað og teknað. Sanna A. Dahl týddi úr norskum.

Bókin hevur harða permu, 44 bls. og til børn, sum eru uml. 5-7 ár.

 

##med4##

 

Hvør uppfann hetta?

Hvør uppfann bilin, ljósperuna ella kovboybuksurnar, sum tú ert í? Einki, sum er rundan um teg, kemur úr ongum. Evnaríkir uppfinnarar, vísindafólk og verkfrøðingar hava uppfunnið tað! Hvør uppfann hetta? vísir, hvussu fólk fyri langari tíð síðani slóðaðu fyri øllum tí, sum vit brúka í dag í modernaðari tøkni, mentan og læknavísindum.

Anne Ameri hevur skrivað, Becly Thorns myndprýddi, og Jónas Tórmóðarson týddi úr enskum. Bókin eru innbundin, 100 bls. og til børn, sum eru uml. 8-12 ára gomul.

##med5## 

Heimurin hjá Suffíu 1

„Hvør ert tú?”

„Hvaðani kemur heimurin?”

Ein dagin fær Suffía eitt bræv við hesum løgnu spurningunum, og hon verður blakað út í eitt ævintýr.

Kenda og elskaða ungdómsbókin hjá Josteini Gaarder frá 1991 um heimspekiligu søguna hjá vesturheiminum í nýggjari útgávu sum grafisk skaldsøga í tveimum bindum.

Nú kunnu nútíðarlesarar hitta eina sms’andi, feministiska, veðurlagsaktivistiska Suffíu.

ZABUS og NICOBY hava umskrivað og myndprýtt. Bára Svabo Persson týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 264 bls. og til UNG.