eins nógv rok á Argjum, sum tað var í fjør, men merkir ikki at tað ikki verður arbeitt við at fáa útlendskar spælarar inn. AB hevur nú kunngjørt, at finski vinstri vongurin, Jacob Gottberg, er nýggjur spælari [...] venjara okkara, Henrik Larsen, at fáa ein nýggjan vongspælara til hópin, og hesin styrkurin er nú funnin í Jacobi Gottberg. Jacob, ið er 20 ára gamal, var fyri fyrstu ferð at síggja í AB-blusuni í dag í [...] við sínum kvikleika og góða vinstra beini. Talan er um ein spælara, sum avgjørt ikki er bangin fyri at bjóða av, skrivar AB. Sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri kappingarárið 2023.
eiði. Teir koma møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu. - Annar er bretskum sjógvi, og hin er í føroyskum sjógvi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Í løtuni eru tveir av teimum [...] skipini á havtaskuveiði hava brúkiligan fiskiskap. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni. [...] Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í hesi vikuni. Partrolararnir, sum fiska upsa, hava smáligan fiskiskap. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pa
Pelagic á Tvøroyri hevur, umframt sínar dagligu uppgávur, ta týdningarmiklu uppgávu at vera hjálpi-roykkavarar. Hetta merkir, at teir hava teoretiskar og praktiskar førleikar innan roykkaving og eldsløkking [...] kunnu vera lokala sløkkiliðnum til hjálpar í tí ólukkuligu støðu, at eldur kyknar á virkinum. Teknikararnir hava tann fyrimunin, at teir kenna hvønn krók á virkinum og kunnu tí virka sum týdningarmiklir [...] Floghavn, undirvísti í venjingini og letur sera væl at okkara dugnaligu hjálpi-roykkavarum, skrivar Varðin á sínum facebook vanga, har fleiri myndir eisini eru at síggja. ##med2## ##med3##
fyri, at kavbátar síggjast kring Føroyar. Fólkatingsmaðurin hevur nú fingið svar frá verjumálaráðharranum. Í svarinum sigur verjumálaráðharrin, at tað síðani 2012 – burtursæð frá í ár – bert er komið fyri [...] verið í Grønlandi seinastu áratíggjuni. Av svarinum framgongur tó eisini, at danska sjóverjan ikki hevur serliga góðar møguleikar at varnast møguligt kavbátavirksemi kring Føroyar. Svarið frá verjumálaráðharranum [...] Eftir at tveir amerikanskir kavbátar við stuttum millumbili vitjaðu í Nólsoyarfirði í mai mánaði, spurdi Sjúrður Skaale danska verjumálaráðharran um ørindini hjá kavbátunum. Og um tað fyrr er komið fyri
eyga lat upp, er greitt at Marius Hagen úr Noregi og Mads Winther úr Danmark gevast í 07 Vestur. Marius Hagen spældi nakrar dystir í fjør summar, og væntað varð, at hann kom at gera stóran mun í kappingini [...] fyrstu dystunum, men hevur síðan verið darvaður av skaða. Tískil hevur 07 Vestur avgjørt ikki at bjóða honum at halda fram, hóast hann er leysur av sáttmálanum við SønderjyskE. 07 Vestur takkar báðum leikarunum [...] illa darvaður av skaðum og hevur bert leikt tveir dystir fyri felagið í ár. Semja er komin í lag um at slíta sáttmálan, og hann er tískil farin heim aftur til Noregs. Mads Winther bleiv leigaður í SønderjyskE
varð lýst 6. juli at koma í gildi 12. juli. Broytingin í kunngerðini snýr seg um, at reglan um at »fiskiskip eru ikki fevnd av hesum kapitli« verður strikað. Í staðin stendur nú, at »forboðið er ikki galdandi [...] galdandi fyri fiskiskip, sum hava ørindi í føroyskari havn, ið er knýtt at fiskiskapi, sum er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Ørindi, eru umskiping og landing av veiðu frá [...] fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, umframt onnur ørindi, beinleiðis knýtt at fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni.« Sambært kunngerðini kunnu til dømis umvælingar av russiskum
Hentze Niclasen fyri at taka samanum føroysku avrikini. Tað eydnaðist at fáa øll fýra føroysku pørini víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, og tað var í sær sjálvum gott. Tó var vónað, at Henrietta Nielsen [...] úr Grønlandi. Í einmansleiki eydnaðist at fáa seks av átta leikarum víðari í kappingini, men har gjørdist fjórðingsfinalan hjá Henriettu Nielsen endastøðin. At enda sum nummar sjey av 15 liðum í liðkappingini [...] Tó er talan um ein ungan hóp. Tí hevur Peter góða vónir um framtíðina. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra ljóðsamrøðuna Miðlahúsið gjørdi við Peter Hentze Niclasen.
Umhvørvisstovan hevur latið úr hondum, vísa, at útlátið av vakstrarhúsgassi minkaði í fjør. “Hetta vísir, at vit eru við at koma á rætta kós. Nú fara vit undir at gera fleiri og størri átøk, so vit síggja [...] verða orsøkirnar til minkingina greinaðar. Millum annað sæst, at høvuðsorsøkin er størri el-framleiðsla frá varandi orkukeldum, umframt at oljunýtslan hjá bilum og húsarhaldum minkaði. Les alla frágreiðingina
League undankappingini. Hetta merkti, at B36 slapp undan nógva hitanum á Balkan, og sleppur ístaðin at ferðast til Wales at møta Haverfordwest. Um B36 megnar at knógva Haverfordwest yvir tveir dystir [...] á Víkingi ella KF Dukagjini úr Kosovo. HNK Rijeka er greiður favorittur at vinna seg víðari móti KF Dukagjini. B36 sleppur tó at byrja uppgerðina á heimavølli. HER sæst hvussu tað gekk í 2014, tá HNK Rijeka
ungdómshúsið hava tørv á fleiri og nútíðarhóskandi hølum, so at til ber at savna alt virksemið. Haraftrat hevur skótafelagið ætlanir um at byggja skótahúsið út. Eisini er ynski um almenn høli og uttandura [...] Kunnað verður eisini um heitu kelduna á Lygnesi. Síðan verður hugt at bústaðarmøguleikunum og útstykking í Kollafirði. Hugt verður at, hvørjar ætlanir kommunan hevur viðvíkjandi grundstykkjum í Kollafirði [...] kommuna. Ein spennandi framløga erður um demografisku gongdina í Kollafirði. Ein serfrøðingur fer at vísa á og greiða frá demografisku gongdini í Kollafirði í mun til restina av landinum. Hvat merkir