Tað hevur ikki verið eins nógv rok á Argjum, sum tað var í fjør, men merkir ikki at tað ikki verður arbeitt við at fáa útlendskar spælarar inn. AB hevur nú kunngjørt, at finski vinstri vongurin, Jacob Gottberg, er nýggjur spælari í felagnum.
- Við frágongdini í vetur og skaðastøðuni hjá Mariusi Kryger Lindh í huga hevur tað verið eitt ynski hjá venjara okkara, Henrik Larsen, at fáa ein nýggjan vongspælara til hópin, og hesin styrkurin er nú funnin í Jacobi Gottberg. Jacob, ið er 20 ára gamal, var fyri fyrstu ferð at síggja í AB-blusuni í dag í venjingardysti ímóti B71, sum AB vann 2-1. Til tíðir vísti Jacob glottar við sínum kvikleika og góða vinstra beini. Talan er um ein spælara, sum avgjørt ikki er bangin fyri at bjóða av, skrivar AB.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri kappingarárið 2023.











