Í B36 andaðu tey lættan tá Haverfordwest úr Wales sendi favorittarnar úr Norðurmakedonia, Shkëndija úr Europa Conference League undankappingini.
Hetta merkti, at B36 slapp undan nógva hitanum á Balkan, og sleppur ístaðin at ferðast til Wales at møta Haverfordwest.
Um B36 megnar at knógva Haverfordwest yvir tveir dystir í øðrum undanumfarinum má liðið kortini ferðast til Balkan í triðja undanumfarinum.
Í triðja undanumfarinum bíðar antin krútsterka kroatiska liðið, HNK Rijeka sum í 2014 vann 5-1 og 4-0 á Víkingi ella KF Dukagjini úr Kosovo.
HNK Rijeka er greiður favorittur at vinna seg víðari móti KF Dukagjini.
B36 sleppur tó at byrja uppgerðina á heimavølli.
HER sæst hvussu tað gekk í 2014, tá HNK Rijeka vann 5-1 á Víkingi Í 3. umfarinum í Europa League undankappingini í 2014. Talan er um eitt tað sterkasta felagsliðið, ið hevur vitjað í Føroyum:
##med2##











