Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í hesi vikuni.
Partrolararnir, sum fiska upsa, hava smáligan fiskiskap. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði, nú vit eru mitt í gulllaksavertíðini.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á svartkalvaveiði. Teir koma møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu.
- Annar er bretskum sjógvi, og hin er í føroyskum sjógvi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Í løtuni eru tveir av teimum smáu trolbátunum á landleiðini, og ein er norðanfyri.
- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Allir koma inn at landa í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Skipini á svartkalvaveiði hava smáligan fiskiskap, meðan skipini á havtaskuveiði hava brúkiligan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni.