Í dag er kunngerðin um broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina – herdar reglur um havnarstongsul, komin í gildi. Kunngerðin varð lýst 6. juli at koma í gildi 12. juli.
Broytingin í kunngerðini snýr seg um, at reglan um at »fiskiskip eru ikki fevnd av hesum kapitli« verður strikað. Í staðin stendur nú, at »forboðið er ikki galdandi fyri fiskiskip, sum hava ørindi í føroyskari havn, ið er knýtt at fiskiskapi, sum er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Ørindi, eru umskiping og landing av veiðu frá fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, umframt onnur ørindi, beinleiðis knýtt at fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni.«
Sambært kunngerðini kunnu til dømis umvælingar av russiskum skipum, sum eru avtalaðar fyri 7. juli avgreiðast næstu tríggjar mánaðirnar, tað vil siga fram til 7. oktober. Eftir tann dagin kann einki russiskt skip koma til Føroyar til umvælingar.