tað nú eru 3.750 løntakarar. Árligi vøksturin hevur verið millum 5,4 og 7,4%, skrivar Hagstovan. Víðari verður sagt, at bæði privatar og almennar tænastur hava umleið 200 fleiri løntakarar nú enn fyri einum [...] løntakarar hvønn mánað í ár. Seinastu trý árini hevur gongdin verið, at fleiri løntakarar eru lagstir til, og eru tað nú 2.000 fleiri til arbeiðis enn á vári 2014. Tað skrivar Hagstovan í dag. - Í mars í ár vóru [...] vóru 25.581 løntakarar, 603 fleiri enn árið fyri. Vøksturin er 2,4%. Tað er serliga byggivinna og onnur tilvirking, sum eigur ein stóran part av vøkstrinum. Í mars 2013, fyri fýra árum síðani, vóru um 2
24,24 og toskur 2, sum fekk 23,93 krónur fyri kilo. Men, nøgdirnar av toski 1 og 2 vóru smáar, stívliga 4 tons tilsamans. Á uppboðssøluni í morgun vóru ávkavist 10,7 og 13,3 tons av toski 3 og 4. Toskur [...] miðalprísin 18,75, og toskur 4 fekk miðalprísin 14,61 krónur fyri kilo. Lítið var av øðrum fiskasløgum á uppboðssøluni í morgun, 2 tons av blálongu, sum fekk miðalprísin 11,10 - og umleið 1,5 tons av longu [...] longu, sum fór fyri 12 og slakar 12 krónur fyri kilo. Eini 2 tons vóru eisini av kongafiski, har besti miðalprísur var 14,62, og síðan var minni enn eitt tons av havtasku, sum fekk miðalprísin 25,10 krónur
menningarkapping í Norðurírlandi. Og úrsltini vóru einki at reypa av. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 9-1 fyri norðurírsku vertunum, og síðani taptu vit 7-0 móti Luksemborg og 3-0 fyri Litava. Málið hjá Føroyum [...] dystirnar greitt, og megnaðu als ikki at fóta okkum á vátu og ringu grasvøllunum. Talan var um rættuliga avbjóðandi umstøður, ið ikki vóru egnaðar til fótbólt. Men soleiðis er viðhvørt, og tað mugu vit bara
-0,85 prosent. Í fjør var inntøkan 7,476 milliónir krónur, og í ár var hon 7,413 milliónir krónur. Í november hilnaðist inntøkansera væl hjá Porkeris, Hovs og Hvalbiar kommunum. Henda mánaðin var [...] prosent og 10,06 prosent. Í krónum svarar hetta til 102.675 krónur í Porkeri, 26.682 krónur í Hovi og 141.085 krónur í Hvalba. Í Sumba var vøksturin í november 4,84 prosent ella 27.1323 krónur, og á Tvøroyri [...] fyrstu ellivu mánaðirnar 110.681.535 krónur, og í ár var hon 109.641.360 krónur. Tríggjar kommunur í Suðuroy hava fingið meiri inn í skatti í ár, og fýra hava fingið minni inn í skatti í ár, enn
var ársúrslitið 12,5 millónir krónur í 2014. Tað var 4,7 milliónir krónur í 2013. Janus Thomsen, stjóri, sigur at leiðslan er væl nøgd við úrslitið og gongdina sum heild. - 2014 hevur verið eitt gott ár fyri [...] veðrið munandi betri og ongar ódnir av týdningi vóru í 2014, sigur stjórin. Janus Thomsen vísir eisini á, at felagið hevur megnað at vunnið ein størri marknaðarlut á privata marknaðinum og hevur sostatt enn [...] øll nevndin fyri vali. Janus Petersen og Jens Erik Christensen vóru afturvaldir. Rune Nørregaard er nýggjur í nevndini, meðan Jesper Rasmussen, Christian Andreasen og Tummas Hanus Dam eru farnir úr nevndini
ger, at vit nú kunnu hyggja meira eftir nýggjum útbyggingar- og framleiðslu møguleikum, sum kunnu leggjast afturat leiti- og metingarloyvunum, og sum kunnu tryggja felagnum framleiðslu nakað frameftir, sigur [...] Atlantic Petroleum hækkar metingina av framleiðslu og vinningi í 2012. Úrslitið av primerum rakstri í 3. ársfjórðingi 2012 varð 55,7 mió. kr. (í 3. ársfjórðingi 2011 var tað 32,1 mió. kr.). Úrslitið áðrenn [...] 000 940.000 tunnur (boe), og okkara EBITDAX til 375 425 mió. kr. Okkara verandi loyvir, saman við teimum loyvum, ið vit fingu tillutaði í 27. bretska loyvisumfarinum, og tað, at vit nú eru komin innum
løtuni eru tað sjey føroysk børn og ung, sum barnaverndin hevur sent á stovn uttanlands, og tað kostar sjey milliónir krónur Við árslok í fjør vóru tað sjey føroysk børn og ung, sum barnaverndin í Føroyum [...] á stovn fyri ymisk brek og sjúkur. Tað upplýsti Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Løgtinginum í áðni. Tað var Bill Justinussen, sum vildi hava at vita, hvussu nógv børn og ung eru send uttanlands á [...] 1,2 milliónir so útreiðslan hjá landskassanum er góðar 5,7 milliónir. Tað var skilligt, at tað kom óvart á tinglimir, at talið var so stórt og summi tingfólk halda eisini, at hetta er ein óvirðilig støða
kappingina hjá kvinnunum, tí nú var eingin Rebekka Fuglø og heldur eingin Rigmor N. Arge við. Unga Oddvør Josephsen er rykt upp í kvinnuunglingar og harvið opna bólkin, men hon var heldur ikki við. Beinta [...] árið, og var tí spádd at hava vinnaramøguleikar. Men so var tað eisini Súsanna Skylv, sum vit ikki hava sæð til rennikappingar í áravís. Hon umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Álandi í 2009 og vann tað [...] hana aftur, og fekk eitt lítið hol. Komnar oman á Rituvíkarvegin fer Súsanna afur at elta Beintu, sum megnar at halda stand nakað framvið rundkoyringini. Tá tekur Súsanna Beintu aftur, og rennur 18 sekund
brotskast, og tær fingu eisini eina dupult-útvísing hesa løtuna. Tað eydnaðist tó vágskvinnum at gera sær dælt av offensivu verjuni hjá Neistanum síðstu tveir minuttirnir, og tær hildu tí tørn og vunnu dystin [...] iansen, valdi at mansverja báðar útlendingarnar hjá VB, og tað gav úrslit, tí tveir minuttir fyri leiklok var munurin komin niður á trý mál, og VB var á odda 25-22. Henda góða løtan hjá gestunum kundi [...] farnar suður um fjørðin fyri at leggja rygg til eitt tap, nei teir vóru farnar fyri at vinna dystin, og hetta kom kanska eitt sindur óvart á heimaliðið, ið helst hevur ?finaludystin? móti Stjørnuni um góðan
gjørdu nógv um seg í dystinum. Hjá Stjørnuni vóru Andrijana Milodanovic og Simona Dziugyte toppskjúttar, og hjá StÍF vóru tað Alina Olaru og Ileana Manolescu, ið skutu flest mál. Annars verður sagt um dystin [...] týsdagin, og hon legði leiðina beinleiðis inn á Skála, har hon spældi seinastu fimtan minuttirnar. Og tað kann sigast, at hon var við til at avgera dystin. Hesar fáu minuttirnar skeyt hon trý mál og hevði [...] nakrar fríspælingar. Venjarin Geir Wardum sigur, at liðið bara hevur tveir veruligar skjúttar, og teir eru Simona og Joan. Tí liggur eitt størri trýst á Simonu, tá Joan ikki er við. Hann hevur annars góðar vónir