Stjørnan greiddi sína skyldu, tá klaksvíkskvinnur møttu StÍF á Skála. Favorittarnir úr Klaksvík vunnu 20-18, eftir at tær høvdu verið frammanfyri 8-6 við steðgin.
Við sigrinum fer Stjørnan framvið Neistanum á stigatalvuni. Tær hava sostatt endurvunnið annað pláss, sum tær mistu til Neistan eftir javnleikin um vikuskiftið. Stjørnan liggur nú til at endurvinna silvurið frá í fjør.
Javnur dystur
Tað leikti javnt á allan dystin, og StÍF gav Stjørnuni harða mótstøðu allan vegin. Stjørnan hevði annars munin fyri steðgin í einum sera málfátækum fyrra hálvleiki.
Stjørnan fekk eina vánaliga byrjan, har tær bara megna at skora eitt mál tað fyrsta korterið, men síðani vendi liðið gongdini.
Andrijana Milodanovic var sera væl uppløgd týskvøldið. Hon skeyt helmingin av málunum hjá Stjørnuni fyri steðgin, tá kvinnurnar úr Klaksvík førdu við tveimum.
Eftir steðgin royndi heimaliðið at bíta frá sær, men hóast dysturin var javnur, megnaðu tær ongantíð at koma framum gestirnar.
Tað vóru serliga útlendingarnir, ið gjørdu nógv um seg í dystinum. Hjá Stjørnuni vóru Andrijana Milodanovic og Simona Dziugyte toppskjúttar, og hjá StÍF vóru tað Alina Olaru og Ileana Manolescu, ið skutu flest mál.
Annars verður sagt um dystin, at hann var illa spældur við nógvum mistøkum. Hevði StÍF verið neyvari í sínum royndum á málið, kundi úrslitið verið eitt annað, tí heimaliðið brendi fleiri møguleikar enn Stjørnan, hvørs málmaður stóð ein góðan dyst.
Beinleiðis av flogvøllinum
Joan M. Joensen var ikki við í seinasta dystinum móti Kyndli, tí hon var í Danmark. Hon kom aftur til Føroyar týsdagin, og hon legði leiðina beinleiðis inn á Skála, har hon spældi seinastu fimtan minuttirnar.
Og tað kann sigast, at hon var við til at avgera dystin. Hesar fáu minuttirnar skeyt hon trý mál og hevði eisini nakrar fríspælingar.
Venjarin Geir Wardum sigur, at liðið bara hevur tveir veruligar skjúttar, og teir eru Simona og Joan. Tí liggur eitt størri trýst á Simonu, tá Joan ikki er við.
Hann hevur annars góðar vónir um, at Stjørnan kann halda fast um silvurmerkini. Liðið úr Klaksvík hevur annars heilt nógvar skaðar at dragast við í løtuni. Andrijana hevur trupulleikar við knænum, og Simona Dziugyte skal leggjast undir skurð, tá kappingin er liðug. Hon hevur oyðilagt sær eitt liðband í tumlinum. Fleiri aðrar hava eisini skaðar.
Stjørnan liggur nú aftur á øðrum plássi, men Neistin er bara eitt stig aftanfyri, og tí verður dysturin um silvurið sera spennandi.
Dysturin í tølum:
StÍF ? Kyndil 18-20 (6-8)
Málskjúttar:
StÍF: Alina Olaru 7, Ileana Manolescu 6(2), Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Poula D. Olsen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1, Anna Maria Bertelsen 1
Stjørnan: Andrijana Milodanovic 7, Simona Dziugyte 5(2), Anna Kristina Samson 3, Joan M. Joensen 3, Ragna Andreasen 1, Una Olsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan 2
Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 5
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum