Størsta einstaka nøgdin á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var hýsa. Mest var av hýsu 2, stívliga 20,5 tons, sum fór fyri miðalprísin 20,03 krónur. Besta miðalprís á hýsu hevði hýsa 1, 20,94 krónur fyri kilo, og á markaðinum í morgun vóru stívliga 3,3 tons av hýsu 1.
Miðalprísurin á toski var eisini góður í morgun, men serliga vóru tað teir størstu fiskarnir, sum fingu góða prísin, toskur 1, sum fekk miðalprísin 24,24 og toskur 2, sum fekk 23,93 krónur fyri kilo. Men, nøgdirnar av toski 1 og 2 vóru smáar, stívliga 4 tons tilsamans.
Á uppboðssøluni í morgun vóru ávkavist 10,7 og 13,3 tons av toski 3 og 4. Toskur 3 fekk miðalprísin 18,75, og toskur 4 fekk miðalprísin 14,61 krónur fyri kilo.
Lítið var av øðrum fiskasløgum á uppboðssøluni í morgun, 2 tons av blálongu, sum fekk miðalprísin 11,10 - og umleið 1,5 tons av longu, sum fór fyri 12 og slakar 12 krónur fyri kilo.
Eini 2 tons vóru eisini av kongafiski, har besti miðalprísur var 14,62, og síðan var minni enn eitt tons av havtasku, sum fekk miðalprísin 25,10 krónur fyri kilo.
Tilsamans vórðu 76,8 tons seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun fyri slakar 1,4 miljónir krónur. Tað gevur ein samlaðan miðalprís á 18,10 krónur fyri kilo.










