10 milliónir betri enn í 2013

Janus Thomsen, stjóri á Trygd, er væl nøgdur við góða úrslitið hjá felagnum.

Ársúrslitið hjá Trygd fyri 2014 gjørdist 15,3 milliónir krónur fyri skatt, í mun til 5,8 milliónir krónur fyri skatt árið fyri. Eftir skatt var ársúrslitið 12,5 millónir krónur í 2014. Tað var 4,7 milliónir krónur í 2013.

 

Janus Thomsen, stjóri, sigur at leiðslan er væl nøgd við úrslitið og gongdina sum heild.

- 2014 hevur verið eitt gott ár fyri Trygd. Skaðagongdin hevur verið rímiliga góð samanborin við árið í fjør. Eitt nú var veðrið munandi betri og ongar ódnir av týdningi vóru í 2014, sigur stjórin.

 

Janus Thomsen vísir eisini á, at felagið hevur megnað at vunnið ein størri marknaðarlut á privata marknaðinum og hevur sostatt enn einaferð styrkt sína støðu á føroyska tryggingarmarknaðinum.

 

Eginognin hjá Trygd var við ársenda 2014 áljóðandi 88,2 milliónir krónur.

 

Á aðalfundinum hjá Trygd var samtykt, at útluta vinningsbýtið á 25 milliónir krónur til móðirfelagið BankNordik.

 

Á aðalfundinum stóð eisini øll nevndin fyri vali. Janus Petersen og Jens Erik Christensen vóru afturvaldir. Rune Nørregaard er nýggjur í nevndini, meðan Jesper Rasmussen, Christian Andreasen og Tummas Hanus Dam eru farnir úr nevndini. Janus Petersen er formaður í nevndini og Jens Erik Christensen og Rune Nørregaard eru nevndarlimir.