Súsanna gjørdi comeback

So er fyrsta umfar av Betri Vetrarkappingini farið afturum, og uppmøtingin á Toftum boðar frá, at vit aftur hendan veturin fara at fáa eina fólkaríka kapping. Omanfyri 100 luttakarar vóru við hetta fyrsta umfarið Runt Agnið, skrivar fif.fo.

 

Tað varð sæð við miklum spenningi fram til kappingina hjá kvinnunum, tí nú var eingin Rebekka Fuglø og heldur eingin Rigmor N. Arge við. Unga Oddvør Josephsen er rykt upp í kvinnuunglingar og harvið opna bólkin, men hon var heldur ikki við. Beinta Hoydal Joensen hevur runnið so sera væl á maratonteininum hetta seinasta árið, og var tí spádd at hava vinnaramøguleikar.

 

Men so var tað eisini Súsanna Skylv, sum vit ikki hava sæð til rennikappingar í áravís. Hon umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Álandi í 2009 og vann tað einasta heiðursmerki í frælsum ítrótti, sum Føroyar vunnu. Hetta gjørdi hon við at gerast nummar tvey á 10.000 m við tíðini 37.59,33 min. So hóast hetta eru góð átta ár síðani, fer ein slík klassatíð altíð at gera hana til eina av favorittunum í einari føroyskari rennikapping.

 

Tað var Súsanna, sum legði harðast út, men longu tíðliga í mótbrekkunum, tók Beinta hana aftur, og fekk eitt lítið hol. Komnar oman á Rituvíkarvegin fer Súsanna afur at elta Beintu, sum megnar at halda stand nakað framvið rundkoyringini. Tá tekur Súsanna Beintu aftur, og rennur 18 sekund undan henni til tær koma á málið á Toftum.

 

Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum var nakað aftanfyri tær báðar fremstu, men rímiliga trygg á triðja plássi framman fyri Astrid Joensen.

 

Tíggju tær bestu kvinnurnar í opna bólkinum:

1. Súsanna Skylv, Hvirlan, 44.25

2. Beinta Hoydal Joensen,Bragdið, 44.43

3. Ann-Mari av Skarði, Bragdið, 47.35

4. Astrid Joensen, Roysnið, 48.12

5. Hallbjørg Danielsen, Roysnið, 48.38

6. Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið 50.20

7. Sigrun Kallsoy Kristiansen, Bragdið, 51.48

8. Svanna V. Lutzen, Treysti, 51.52

9. Marita Andrasardóttir, Hvirlan, 51.58

10. Eydna Weihe, Bragdið, 52.01

 

Við Jan Elmari Sørensen á skaðalistanum, varð lagt upp til tvídyst millum Julian Gregersen úr Treysti og Andrias Hansen úr Bragdinum, við seinast nevnda sum favoritti. Andrias er sera væl fyri í løtuni, og tá skal hann helst megna at gera lívið súrt fyri miðteinarennaran. Tað gjørdi Andrias eisini, og slapp longu leysur í fyrstu brekkunum. Allan vegin hevði hann meira ferð enn Julian, og á málinum var hálvur annar minuttur millum teirra. Julian var tó tryggur á silvurplássinum, ein minutt frammanfyri unga Gunnar Sivertsen, sum fyri fyrstu ferð trein á sigurspallin hjá teimum vaksnu. Sera gleðiligt, at sígga framgongdina hjá Gunnari.

 

Tíggju teir bestu menninir í opna bólkinum:

1. Andrias Hansen, Bragdið 37.17

2. Julian Gregersen, Treysti, 38.42

3. Gunnar Sivertsen, Treysti, 39.40

4. Regin Thomsen, Roysnið, 40.46

5. Hjalmar Sjóvará, Bragdið, 40.57

6. Lau Jensen, Roysnið, 41.23

7. Uni Svabo Joensen, Frælsi 41.26

8. Heini Gregersen, Treysti, 42.04

9. Regin Mittún, Bragdið, 42.18

10. Alex Troleis, Roysnið, 42.26