annað ber í sær, at 30 bumbuflogfør skulu venja uppi yvir pólinum. Flogførini kunnu hava kjarnorkuvápn, men í venjingini skulu tey venja seg at skjóta rakettir, at navigera í póløkinum og at fylla brennievni
nú uppá 15,5 tímar um vikuna, eftir at Mentamálaráðið hevur sagt seg sinnað at hækka tímatalið. Hetta kostar sjálvandi pening, men bygdaráðið í Gøtu hevur nú samtykt at veita Gøtu Tónlistaskúla eina eykajáttan [...] eykajáttan uppá 50.000 kr., soleiðis at tímatalið kann økjast, samstundis sum lønarhækkingarnar í ár eru roknaðar uppí.
Vánirnar fyri betri endastøðu hesa ferð eru eitt nú tengdar at, hvussu tað fer at hilnast í fyrstu umførunum, og hvussu førleikin fer at vera at spæla hjá lyklaspælarum. Her verður eitt nú hugsað um Christian
Sjónvarpsrásin hevur slagorðið The show Roman Abramovich watches , og tað sigst, at russiski ríkmaðurin hyggur at hvørji sending, so tí kunnu ynskini hjá fjepparunum, um tey eru nóg væl grundgivin, lætt [...] veruleiki, tí pengapungurin hjá Chelsea ánaranum er so tjúkkur, at eingin leikari í heiminum er ov dýrur, um Abramovich veruliga ynskir at keypa hann.
Eftir at tað mikukvøldið stóð greitt, at FCK skal spæla móti Ajax í royndunum at sleppa upp í part í Champions League, hevur talan verið um sera stóran áhuga fyri atgongumerkjum til dystin. Longu nú eru [...] eru eini 25.000 atgongumerki seld, og í FCK verður roknað fyri víst, at øll 40.000 plássini eru seld, áðrenn dystardagin.
verið nøktandi. Íslendska ferðavinnan sigur kortini, at nógvir at fremmandu laksamonnunum ikki kunnu ella vilja skilja, at ein skal hava loyvi at fiska laks í Íslandi.
Leirvík? - Eg haldi, at tað er ein sjálvfylgja, at Gøta og Leirvík leggja saman, og so kann man arbeiða víðari harfrá. Hví heldur tú tað? - Eg haldi at báðar kommunurnar eru ov lítlar, til at gera tær stóru
Allen sigur við The Sun, at hann var hennara fyrsti kærleiki, og tí nakað heilt serligt, og at hetta gjørdi tað uppaftur verri at lesa í dagbløðunum. Hon hevndi seg tí við at skriva ein ljótan sang um
Einki er frætt um, at nakar hevur latið lív av skjálvtanum, sum var í nátt. Meksikonsku myndugleikarnir siga, at skjálvtin máldi 6,0 á tí sokallaða Moment Magnitude-stiganum. Miðdepilin í skjálvtanum var [...] kilometrar undir havbotninum í Meksikanska Flógvanum. Myndugleikarnir siga, at teir hava ikki frætt um nakran skaða, ella at jarðskjálvtin hevur kravt mannalív.
bara hugt at pappírinum, so skal á ongan hátt roknast við, at klaksvíkingar vera millum liðini, ið fara at stríðast um heiðursmerki. Hjalgrím, Atli og Lundberg eru burtur, og tað merkir, at Tony Paris