Laksaveiðan kundi roynst betur

Laksafiskarar hava ikki fingið so nógv burtur úr í ár sum í fjør. Árið 2005 var eitt sera gott ár í so máta.

Hóast hesi hagtølini so hava laskafiskararnir sjálvir verið væl nøgdir við fiskiskapin.
Í laksánni í Reykjavík, sum kallast Elliðaár, fekk sjálvur borgarstjórin fyrsta laksin í ár, og síðani hevur fiskiskapurin verið nøktandi.
Íslendska ferðavinnan sigur kortini, at nógvir at fremmandu laksamonnunum ikki kunnu ella vilja skilja, at ein skal hava loyvi at fiska laks í Íslandi.