Fleiri tónleikatímar

Gøta: Tónlistaskúlin í Gøtu fær nú 1,5 tíma aftrat til næmingar sínar.

Frammanundan hevur skúlin 14 tímar, men kemur nú uppá 15,5 tímar um vikuna, eftir at Mentamálaráðið hevur sagt seg sinnað at hækka tímatalið.
Hetta kostar sjálvandi pening, men bygdaráðið í Gøtu hevur nú samtykt at veita Gøtu Tónlistaskúla eina eykajáttan uppá 50.000 kr., soleiðis at tímatalið kann økjast, samstundis sum lønarhækkingarnar í ár eru roknaðar uppí.