Ajax gevur pengar

Eftir at tað mikukvøldið stóð greitt, at FCK skal spæla móti Ajax í royndunum at sleppa upp í part í Champions League, hevur talan verið um sera stóran áhuga fyri atgongumerkjum til dystin. Longu nú eru eini 25.000 atgongumerki seld, og í FCK verður roknað fyri víst, at øll 40.000 plássini eru seld, áðrenn dystardagin.